einum menniskja, sum er muslim, óansæð um hesin er einsamallur um gerðina ella ikki, tikist sambært hugburði høvundans at blíva framd av øllum muslimum. Í døminum um harmiliga drápið á hálendska leikstjóran [...] eitthvørt við oddagreinini tann 25.09.2006, sum bar av. I hesi grein ilskast høvundurin um, at sjálvt pávin í Rom skuldi verða noyddur at hittast við muhammedanskum sendiharrum, fyri at slætta sjógvarnar eftir [...] og hansara tilhangarar . Hetta ljóðar sum talan er um ein brotsmannafelagsskap og ikki eina trúgv. Tað hevði uttan iva falli onkrum hart fyri bróstið um mann umrøddi Jesus og hansara lærusveinar, sum Jesus
Vit fegnast um, at danska stjórnin sópaði løgmann av borðinum. Jenis av Rana dylir ikki fyri, at hann er sera fegin um, at løgmaður onki fekk burtur úr samráðingunum við donsku stjórnina um at hækka rí [...] kravið frá Sambandsflokkinum um at taka samráðingar upp við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina. - Hetta hevur altíð smakkað Miðflokkinum sera illa og tí fegnast vit um, at tað gekk, sum tað gekk [...] kunnu vit bara fegnast um, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Nú ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd er støðan tann, at bara inntøkurnar hjá landskassanum hækka einar 60 milliónir um árið, sum er sjáldsama
hetta kann enda við tveimum. Antin leggi eg sjálvur uppskot fyri Løgtingið um at fáa greiði á málinum um, hvussu loyvi kunnu leggjast saman. Men Heini O. Heinesen er so misnøgdur við Fiskimálaráðið, at hann [...] ta niðurstøðu, at veiðiloyvið hjá Jógvan S var ólógligt. Men málið snúði seg ikki um Jógvan S sum so. Málið snúði seg um tað ólógliga sum fer fram, at útróðrarbátar verða gjørdir til línuskip og tað var [...] steðga í framtíðini. ?Men tað er ikki landsstýrismálanevndin, sum hevur tikið avgerð um, at veiðiloyvið hjá Jógvan S skuldi takast aftur ella ikki. ? Tað er ein landsstýrismaður hjá fólkaflokkinum, sum gav
dømi. Lógin um gjald av nýtsluni av undirsjóvartunlinum um Vestmannasund, byggir á uppruna lógina frá 1988. Har var eingin ivi um at gjald skuldi takast fyri koyring. Tað var heldur eingin ivi um at tað var [...] solidariskt skipan, sum skuldi galda fyri alt samfelagið. Hetta var leisturin. Øll góðtóku hann. Eisini fólk úr Vágum og Norðoyggjum. Teir steðgaðu og gykla ókeypis Tá uppskotið um tunnil um Vestmannasund upprunaliga [...] eydnaðist tað Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum seinri komu í samgongu, at steðga tunnilsarbeiðinum um Vestmannasund, eftir at tað almenna samb. óváttaði tíðindi hevði brúkt einar 50 mió. kr., uppá hetta
endaði við deyðadómi í gjár, snúði se3g um ein tilburð í bygdini Dujail í 1982. Stutt frammanundan var ein drápsroynd ímóti Saddam Hussein miseydnað, og tað skuldi hevnast. Úrslitið varð, at 148 shiamuslimar [...] verða skotin, og hann var eisini í øðini, tá hann fekk dómin gjáramorgunin. Uttan fyri rættarhølið og um alt Irak fagnaðu shiamuslimar og kurdar dóminum, meðan sunnimuslimarnir løgdu rættin undir at ganga [...] tað var lítið, sum bendi á tað. Í Sadr-býarpartinum í Bagdad kravdu illir shiamuslimar, at Saddam skuldi í gálgan alt fyri eitt, men í Tikrit fóru fólk út á gøturnar at fagna gamla leiðaranum. Dómurin er
Suðuroynna og Scrabster tvær ferðir um vikuna. Men tann eina túrin, verður eisini Toftir tikið við upp í ferðaætlanina hjá skipinum. Leggjast kann afturat, at talan verður ikki um at sigla við ferðafólki, tí hetta [...] beinleiðis siglingin ímillum Suðuroynna og Skotland tikin uppaftur Enntá tvær ferðir um vikuna. Sostatt má ásannast, at kappingin um flutningin ímillum Føroyar og útlond harðnar í hvørjum. Vinnulívsfólk hava fleiri [...] 22. Hetta skuldi givið fiskavirkjunum í Suðuroy nógv betri møguleika at sleppa av við feskar fiskavørur í Evropa. Bjørgvin er eitt farmaskip við síðuportri og frystilast, sum nú verður gjørd um til kølilast
arbeiðsbólkur, har Vestmanna Kommuna skuldi hava ein lim. Men kommunan hevur einki frætt aftur frá Mentamálaráðnum um tað málið, sigur hon. Nýggj gongubrúgv verður løgd um Fossá við síðuna av brúnni beint [...] innan fyri Fossáverkið. Talan er um eina stálbrúgv, sum skal leggjast leys av verandi brúgv uttanfyri. Hetta arbeiðið verður gjørt saman við landsverkfrøðinginum. Talan er um eina broytta ætlan í mun til ta [...] standa klárur at flyta inn í um eitt ár ella so, sigur borgarstjórin. Vestmanna Timburhandil hevur givið eit boð upp á ein lidnan dagstovn við plássi til 80 børn. Talan er bæði um vøggustovu- og barnagarðsbørn
árini, so hjá teimum er tað ein katastrofa, um teir ikki vinna á okkum. Tá hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at tey í HB kortini ikki hava mist alla vón um eitt gott úrslit. - Vit hava sæð dystin [...] AK fyri tveimum vikum síðani. At úrslitið so enn tá skuldi verði enn betri hjá HB, er ein heilt onnur søga, men hóast hetta, so tykist nøgdsemið í HB um javnleikin at vera stórt. Truplari Hóskvøldið stendur [...] valið í málinum, Bárður Johannesen, er tó við í hópinum, men tað er ivasamt, um hann verður á vøllinum. Annars er talan um sama lið, sum her fyri tapti 2-0 í Vági, umframt at Hallur Danielsen, sum hevði
halda kommunurnar í Suðuroy um samanlegging Hetta er annars í stuttum tað, sum hinar seks kommunurnar í Suðuroy hava svara til áheitanina frá sumbingum um at halda fund um samanlegging. Borgarstjórin í [...] Hvalba kom ikki á fund um kommunusamanlegging, tí Hvalbiar Kommuna kláraði sjálv tær uppgávur, sum vórðu álagdar kommununi. Tvøroyrar Býráð svarar stutt, at tað er samt um at halda fund um kommunusamanlegging [...] fundarboð. Fámjins Bygdaráð svarar enn styttri at tað er samt um ikki at fara á fund um kommunusamanlegging. Hovs Kommuna vil ikki vera við á einum fundi um samanlegging á hesum sinni. Bygdaráðið heldur, at hetta
ynski kaldbaksfólksins. Um býráðið veruliga virdi fólkið í Kaldbak, hevði býráðið spurt kaldbaksnevndina, um tað hevði borið til at funnið eina aðra loysn, sum fólkið við fjørðin – ein tann vakrasta í Føroyum [...] kaldbaksvegin úr Kaldbaksfirði og út til bygdina. Eftir samanleggingarsáttmálanum skuldi Tórshavnar kommuna gera vegin og hann skuldi vera millum 5 og 6 metrar breiður. Heldur ikki hesa áseting hevur Tórshavnar [...] Andreasen, herðslu á, at býráðið hevði gott samskifti við tunnilsfelagið. Tað sama kann ikki sigast um samskiftið við fólkið í Kaldbak. Hóast nærum øll í Kaldbak mótmæltu ætlanini at broyta byggisamtyktina