Saddam dømdur í gálgan

Men deyðadómurin ímóti Saddam Hussein verður neyvan fullførdur í bræði.

Sjálvur hevði Saddam Hussein sagt, at bleiv hann dømdur til deyða, vildi hann verða skotin, og hann var eisini í øðini, tá hann fekk dómin gjáramorgunin.

Uttan fyri rættarhølið og um alt Irak fagnaðu shiamuslimar og kurdar dóminum, meðan sunnimuslimarnir løgdu rættin undir at ganga ørindi fyri amerikanska hersetingarvaldið og stjórnina í Washington. Amerikanski sendiharrin í Bagdad, Zahman Khalilzad, at úrskurðurin hjá rættinum gav irakska fólkinum ein møguleika til semju. Men tað var lítið, sum bendi á tað. Í Sadr-býarpartinum í Bagdad kravdu illir shiamuslimar, at Saddam skuldi í gálgan alt fyri eitt, men í Tikrit fóru fólk út á gøturnar at fagna gamla leiðaranum.

Dómurin er ikki endin á rættarmálinum. Av tí at málið endaði við deyðadómi, skal ein serlig dómaranevnd viðgera tað, og hon skal taka støðu til, um deyðarevsingin kann skjótast inn fyri ein hægri rætt. Hetta er ikki bara galdandi fyri Saddam Hussein, men eisinmi hinar báðar, sum fingu sama dóm sum Saddam.

Kemur dómaranevndin til ta niðurstøðu, at málið kann leggjast fyri annan rætt, skal alt málið takast uppaftur. Staðfestir dómaranevndin hinvegin deyðadómin, skal revsingin fullførast innan 30 dagar.


Hevnd

Málið, sum endaði við deyðadómi í gjár, snúði se3g um ein tilburð í bygdini Dujail í 1982. Stutt frammanundan var ein drápsroynd ímóti Saddam Hussein miseydnað, og tað skuldi hevnast. Úrslitið varð, at 148 shiamuslimar í Dujail vórðu avrættaðir, og fleiri onnur vórðu tikin og illa viðfarin.

Undir rættarviðgerðini viðgekk Saddam tilburðin í Dujail, men hann vildi vera við, at hann hevði rætt til at revsa teir, sum høvdu roynt at beina fyri sær, og at revsingin var í samsvari við irakska lóg.


Í øðini

Saddam tóktist sinniligur, tá dómarin gjørdi seg kláran til at kunngera dómin, men friðurin í rættarhølinum fekk ein bráðan enda. Tá dómarin bað tann ákærda reisa seg, noktaði Saddam at reisa seg úr stólinum, og dómarin mátti tí fáa tveir vaktarmenn at halda gamla forsetanum uppi.

Tá Saddam hoyrdi, at hann skuldi takast av døgum í gálganum, bleiv hann frá sær sjálvum og rópti "Allah akbar" "(Guð er stórur") og "Leingi livi irakska fólkið".

Myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg til ófrið í sambandi við dómin. Í Bagdad var útigongubann komið í gildi fleiri tímar undan rættarfundinum, og tað var galdandi í fleiri tímar aftan á rættarfundin. Hermenn og løgreglumenn stóðu á varðhaldi allastaðni, men kortini savnaðust fólk í gøtunum ymsastaðni - summi at fagna dóminum, onnur at mótmæla.


Skilnaðurin

Eygleiðarar í Irak siga, at tað, sum hendi aftan á dómsúrskurðin í gjár, vísti týðiliga, at tað er átrúnaðurin, sum skilir irakska fólkið. Í teimum shiamuslimsku økjunum var fagnaðurin óførur, tá tað frættist, at tann gamli einaræðisharrin hevði fingið deyðadóm og skuldi heingjast. Forsætisráðharrin, Nuri al-Maliki, sum er shiamuslimur, var eisini skjótur við sínari fyrstu viðmerking:

-Hann fekk ta revsing, hann hevði uppiborið, segði hann.

Í teimum sunnimuslimsku økjunum vóru fólk harafturímóti í øðini inn á dómin. Tey vildu vera við, at dómarin hevði gjørt eftir boðum frá stjórnini og USA, og at dómurin tí var politiskur.


_____________________________________________________________________
FAKTA

SADDAM HUSSEIN

* Føddur í einari bygd nærhendis býnum Tikrit tann 26. apríl í 1937.
* Fór sum 19 ára gamal upp í uppreisturin ímóti kongshúsinum.
* Eftir eina miseydnaða drápsroynd ímóti landsins forsætisráðharra flýddi hann av landinum.
* Kom aftur til Bagdad í 1963, eftir at Baath-flokkurin hevði tikið valdið. Men flokkurin misti valdið aftur, og Saddam endaði í fongsli. Í 1968 var hann við í einum kvetti, sum gav Baath-flokkinum valdið aftur.
* Valdur til landsins leiðara í 1979.
* Í 1980 byrjar kríggj millum Irak og Iran. Kríggið varir í átta ár.
* Í august í 1990 ger Irak innrás í Kuwait, men í januar í 1991 verða irakar riknir úr Kuwait.
* Í mars í 2003 fer USA í kríggj við Irak, og eftir trimum vikum verður Bagdad tikin, og Saddam verður koyrdur frá.
* Í desember í 2003 kunnger USA, at Saddam er tikin til fanga.
* Tann 5. november í 2006 verður Saddam Hussein dømdur til deyða.