Nú verður aftur beinleiðis sigling ímillum Suðuroynna og Skotland

Suðuroyingar hava nú útvegað sítt egna farmaskip fyri at nøkta tørvin hjá fiskivinnuni í oynni

Útflutningur av fiski

Nú verður beinleiðis siglingin ímillum Suðuroynna og Skotland tikin uppaftur
Enntá tvær ferðir um vikuna.
Sostatt má ásannast, at kappingin um flutningin ímillum Føroyar og útlond harðnar í hvørjum.
Vinnulívsfólk hava fleiri ferðir víst á, at tað var eitt ógvuliga stórt bakkast fyri fiskivinnuna í Suðuroynni, at Teistin varð seldur so at beinleiðis siglingin ímillum Suðuroynna og Skotland helt uppat.
Fiskavirkini í Suðuroy høvdu mest lagt seg eftir at selja fesk fløk á marknaðinum í Evropa, men tá ið beinleiðis siglingin ímillum Suðuroynna og Skotland helt uppat, versnaði møguleikarnir at sleppa av við vøruna, munandi. Avleiðingin hevur verið, at framleiðslan av feskum er minkað munandi.
Onkur vinnulívsmaður hevur enntá sagt, at skuldi hann nevnt eitt einstakt tiltak, sum hevði verið til frama fyri vinnulívið í Suðuroynni, hevði hann sagt, at tað, sum hevði gjørt størstan mun, hevði verið at fingið beinleiðis sigling aftur ímillum Suðuroynna og meginlandi ð í Evropa.

Tvær reisir um vikuna
Men nú sær út til, at suðuroyingar fáa síni ynski uppfylt!
Vinnulívsfólk í Suðuroy hava nevniliga tikið stig til at útvega skip at sigla beinleiðis ímillum Suðuroynna og Scrabster í Skotlandi.
Við hesum nýggja skipinum verður beinleiðis sigling ímillum Suðuroynna og Scrabster tvær ferðir um vikuna.
Men tann eina túrin, verður eisini Toftir tikið við upp í ferðaætlanina hjá skipinum.
Leggjast kann afturat, at talan verður ikki um at sigla við ferðafólki, tí hetta er eitt farmaskip burturav.
Vinnulívsfólk í Suðuroy hava fingið samband við eitt felag í Ìslandi, sum eigur eitt farmaskip, sum ætlanin er brúka til endamálið.
Talan er um ein ?coastara?, sum eitur Bjørgvin og hann fer nú at sigla ímillum Suðuroynna og Scrabster.
Hann fer fyrstu ferðina úr Suðuroynni til Scrabster fríggjakvøldið 30. januar.
Eftir ferðaætlanini skal Bjørgvin annars taka fisk á Toftum mánadag. Mánakvøld siglir hann av Toftum til Tvøroyrar at lasta. Av Tvøroysi skal hann so sigla heilt tíðliga týsmorgunin til Scrabster. Tá ið hann kemur aftur úr Scrabster, fer hann beinleiðis til Tvøroyrar og hann siglur so aftur av Tvøroyri til Scrabster fríggjakvøld klokkan 22.
Hetta skuldi givið fiskavirkjunum í Suðuroy nógv betri møguleika at sleppa av við feskar fiskavørur í Evropa.
Bjørgvin er eitt farmaskip við síðuportri og frystilast, sum nú verður gjørd um til kølilast.
Hann tekur 400 tons av frystum vørum og mett verður, at hann tekur 180 evroplattar av fiski, tað eru um 100 tons av feskum,
Stigtakararnir siga, at hetta er sostatt ikki nakað serliga stórt skip. Tað siglur heldur ikki serliga skjótt. Tað er bygt umleið í 1978 og tað hevur 26 tímar at sigla ímillum Tvøroyri og Scrabster. Hetta er sostatt ikki besta flutningssamband, sum hugsast kann.
Men teir siga eisini, at hetta er ein byrjan uppá ein flutning, har betri skip kann útvegast so hvørt, verður undirtøka fyri tí.
Tað verður nýggja landingarmiðstøðin á Tvøroyri, sum kemur at umboða skipið í Føroyum, men annars verður tað íslendski reiðarin , sum kemur at standa fyri rakstrinum.
Leiðslan á Landingarmiðstøðini vónar, at hendan beinleiðis siglingin, fer at eggja skipum og bátum til at avreiða meiri til landingarmiðstøðina.
?Ein fyrimunur við hesi nýggju farmaleiðini er, at avreiða skipini á landingarmiðstøðini, ber tað
til hjá teimum at senda fiskin, tey ikki sleppa av við í Føroyum, beinleiðis á marknaðin.
Men so kunnu tey selja restina í Føroyum.
? Og vit vóna so eisini sjálvandi, at so stórur partur sum gjørligt av tí fiski sum verður avreiddur á landinga rmiðstøðina, eisini kann verða virkaður á fiskavirkjum um í Føroyum, siga teir á landingarmiðstøðini.