Jacob Vestergaard má taka annað skinn um bak

? Eg kann undir ongum umstøðum liva við tí, sum fer fram í Fiskimálaráðnum í løtuni sigur Heini O, Heinesen formaður í Landsstýrismálanevndini.

Fiskimaálráðið

? Hesum kann eg undir ongum umstøðum liva við
Heini O. Heinesen er ómetaliga misnøgdur við mátan, sum fiskimálaráðið umsitir fiskivinnupolitikkin uppá.
Heini O. Heinesen er formaður í størsta samgonguflokkinum á tingi, tjóðveldisflokkinum, og hann hevur leingi verið ein hin fremsti talsmaðurin hjá samgonguni í fiskivinnumálum.
Men hann er eisini formaður í Landsstýrismálanevndini.
Og nú er hann so misnøgdir inn á umsitingina í Fiskimálaráðnum, at hann sigur, at hann kann yvirhøvur ikki góðtaka hetta longri.
Tað, sum hann er misnøgdur við, er, at Fiskimálaráðið hevur lagt allar umsóknir um fiski- og veiðiloyvi á ís og vil ikki avgreiða nakrar tær.
Hetta hevur Fiskimálaráðið gjørt av tí, at Landsstýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at geva Jógvan S, veiðiloyvi.
Síðani gjørdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, av at taka veiðiloyvi hjá Jógvan S, aftur.
Samstundis hevur hann gjørt púra greitt, at fleiri umsóknir av hesum slagi veriða ikki avgreiddar, fyrrenn málið er lagt fyri Løgtingið aftur, so at full greiða kann fáast á, hvat hvat er loyvt og hvat er ikki loyvt.
Ímeðan sita so menn, ið hava umsóknir liggjandi og bíða til fánýtis og sleppa ikki til verka.

Eru gjørd til syndabukk
Men hsum kann Heini O. Heinesen ikki liva við.
? Eg kann yvirhøvur ikki liva við, at umsóknirnar verða blokeraðar, sigur Heini O. Heinesen.
Kann kann heldur ikki liva við, at tað er Landsstýrismálanevndin, sum verður gjørd til syndabukk í hesum føri.
Hann vísir á, at eftir eina beinleiðis klagu frá felagnum Línuskipum, kom landsstýrismálanevndin til ta niðurstøðu, at veiðiloyvið hjá Jógvan S var ólógligt.
Men málið snúði seg ikki um Jógvan S sum so. Málið snúði seg um tað ólógliga sum fer fram, at útróðrarbátar verða gjørdir til línuskip og tað var hetta óskilið, sum landsstýrismálanevndin vildi steðga í framtíðini.
?Men tað er ikki landsstýrismálanevndin, sum hevur tikið avgerð um, at veiðiloyvið hjá Jógvan S skuldi takast aftur ella ikki.
? Tað er ein landsstýrismaður hjá fólkaflokkinum, sum gav Jógvan S. veiðiloyvi og tað er ein landsstýrismaður hjá fólkatinginum, sum hevur tikið tað aftur. Hetta hevur als onki við landsstýrismálanevndina at gera og tað er ikki landsstýrismálanevndin, sum hevur mælt til, at taka veiðiloyvi aftur.
Hann leggur afturat, at tað er ikki vanligt, at skeivar avgerðir hjá einum landsstýrismanni verða tiknar aftur og soleiðis raka borgaran beinleiðis. Tað er ikki vant at seta tiltøk í verk við afturvirkandi kraft.
? Og spurningurin um, antin veiðiloyvið hjá Jógvan S skuldi takast aftur, ella ikki, er ein avgerð, sum landsstýrismaðurin hevur tikið einsmallur.
Men fomaðurin vísir á, at nú hevur fiskimálaráðið brúkt niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini til at steðga øllum málum, sum altíð hava verið púra natúrlig at avgreiða.
? Sostatt er Landsstýrismálanevndin gjørd til syndabukk í hesum máli tað kann eg als ikki liva við sum partur í samgonguni, sigur Heini O. Heinesen.
Hann heldur, at hetta er ein roynd at leggja trýst á Landsstýrismálanevndini og at máa støðið undir hennara myndugleika og tað finnur hann seg ikki í.
Hann sigur, at var okkurt, sum landsstýrismaðurin ivaðist í hesum máli, kundi hann lagt málið fyri Løgtingið á Ólavsøku, men tað gjørdi hann ikki.
? Eg kann ikki liva við hesum og hetta kann enda við tveimum. Antin leggi eg sjálvur uppskot fyri Løgtingið um at fáa greiði á málinum um, hvussu loyvi kunnu leggjast saman.
Men Heini O. Heinesen er so misnøgdur við Fiskimálaráðið, at hann sigur, at tað kann rætt og slætt eisini enda við einum misálitið á landsstýrismannin, sigur Heini Heinesen.
Sí eisini greinina" mugu standa við sínar avgerðir".