ar tókust á vøllinum í armeniska býnum Armavir, sum liggur knappliga 50 kilometrar uttanfyri høvuðsstaðin Jerevan, vóru tað føroyingarnir, sum vunnu. Fyrstu løtuna gekk tað mesta fyri seg á føroysku hálvuni [...] hóast heimaliðið var mest á bóltinum, so kendist tað sum um, at Føroyar høvdu tak á tí. Og so var tað, at Jørgen Nielsen 10 minuttir undan steðginum við stútara legði Føroyar á odda. Eftir fínt álop í høgru [...] og vongverjin Signar á Brúni vóru við, legði Signar hegnisliga bóltin inn fyri málið, har Jørgen takkaði fyri og við høvdinum setti bóltin í málið. Eftir steðgin komu heimamenninir á vøllin við ætlan um
í fallinum, og hevur helst eisini brotið handliðið. Vaktleiðarin sigur, at bjargingin gekk væl, og at maðurin kom á sjúkrahúsið klokkan 11.16. Vørn skrivar um hendingina, at tað var ein kilometur norðan [...] Haraldssundi. Løgreglan fekk boðini klokkan 09.13, og bjarging varð alt fyri eitt sett í verk. Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at ferðamaðurin var í einum ferðalag saman við fimm øðrum fólkum, tá óhappið
er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022. Á heysti sama árið, gekk hon á Pastoralseminariinum, har hon var í starvsvenjing í kirkjuni
farin í fótaspor faðirsins sum sjónleikarar. Hann lærdi til sjónleikara 1958-60 á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og á Odense Teaters Elevskole, umframt at hann var lestrarferðir í Warszawa, Berlin [...] fyri Sjónleikarhúsi í Havn og stríddist fyri at seta á stovn ein tjóðpall í Føroyum. Í 1970 gjørdist hann leikstjóri, sjónleikari og lærari í drama á sjónleikaraskúlanum í Århus Teater. Hann stovnaði Føroya [...] ##med2## Hann var rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus 1979-86. Árini 2000 til 2004 búði hann aftur í Føroyum, har hann stjórnaði Grímu. Eyðun Johannesen hevur mest verið virkin á palli í sjónleikarhúsum
ferðin, at hann var á vøllinum allan dystin á tamb, og eingin ivi er um, at tað fer hann eisini at vera fleiri ferðir síðsta partin av kappingini. Tølini siga, at B36 var nógv meiri á bóltinum enn gestirnir [...] árstalsfelagið á øðrum plássi við 49 stigum. Tað eru trý stig fram til KÍ, og tað eru tvey stig aftur til HB. KÍ hevur spælt 19 dystir, HB hevur spælt 20 dystir, og B36 hevur spælt 21 dystir. B36 vann á heimavølli [...] gestirnir, og at tað mesta gekk fyri seg á ÍF hálvuni. B36 vann 12 hornaspørk, og ÍF vann tvey hornaspørk. B36 hevði 11 royndir imóti ÍF málinum, sum vórðu blokeraðar, og ÍF hevði onga roynd ímóti B36 málinum
bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Tað gekk av skriðuni hjá Lemvig-Thyborøn, ið tapti stórt 24-37. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-11. Vilhelm var í dag noteraður fyri eitt mál og [...] Komandi mikukvøld fær Lemvig-Thyborøn høvið at reisa seg aftur eftir lúsingin í dag. Tá kemur Fredericia á vitjan.
Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers spældu í kvøld á útivølli í Cork móti Cork City í dysti í bestu írsku fótbóltsdeildini. Tað gekk av skriðuni hjá Sligo, ið mátti leggja rygg til eitt 0-3 tap
og TB er á áttanda plássi við 16 stigum. Frá TB eru tað fýra stig aftur til ÍF og seks stig aftur til AB. Í annaðkvøld fer AB at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og leygardagin fer ÍF at spæla á útivølli [...] ið TB í kvøld var á Svangaskarði og spældi ímóti B68. Úrslitið ber við sær, at bæði B68 og TB styrkti eitt vet um sína støðu í kappingini fyri at sleppa undan at flyta niður. B68 er á sjeynda plássi við [...] framvegis málleyst. Eitt lítið korter eftir steðgin setti B68 hol á. TB spælararnir vóru frammarlaga í sambandi við deyðbólt, og so gekk tað skjótt hinvegin. Boubacar Sidik Dabo varð púra leysur innanfyri
r verið í nánd av meistarakappingini, og í kvøld var tað luttaka í Europa League, sum stóð upp á spæl. Á heimavølli endaði tað 1-1 ímóti FC Sheriff, og í kvøld tapti KÍ 2-1. Tað ber við sær, at KÍ verður [...] ikki at undrast á, at teir eru vónbrotnir, tí bæði tá ið teir av Molde vórðu varpaðir úr meistarakappingini og aftur í kvøld, vóru tað marginalir, ið vóru avgerandi. FC Sheriff legði seg á odda við brotssparki [...] brotssparki. Hetta var marginalstøða og ein áminning um, at tað er torført hjá lítlum felag at spæla á útivølli í Europa. KÍ spælararnir megnaðu at halda fokus, og eftir horna frá Árna Frederiksberg var tað
Granskararnir á Havstovuni vóru skjótir á staðnum Tað ljóðaði at talan kundi vera um hvalaslag sum er óvanligt um okkara leiðir, men talan var um vanligar springarar. Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur á Havstovuni [...] Havstovuni, sigur at tað gekk væl at merkja. Hann takkar teimum lokalu, sum vóru hjá springarunum, til fólkini frá Havstovuni komu á staðið. Havstovan fer vanliga út at merkja grindahvalir og springarar sum ikki [...] merktur, fæst vitan um hvussu víða hvalirnir ferðast, um stovnurin er lokalur, hvørjum dýpi teir eru á og annað. Hettar er ein liður í at útvega vitan, til tilráðingarnar um burðardygga veiðu.