ÍF hevur ikki givið skarvin yvir

Í kvøld stríddust fuglfirðingar sum leyvur í Gundadali, har B36 við 1-0 sigri helt tørn um góðu gongdina

Tað mesta gekk fyri seg í og kring ÍF brotsteigin, tá ið B36 í kvøld í Gundadali vann 1-0 ímóti fuglfirðingum

Í kvøld legði B36 trý stig aftrat, og nú er árstalsfelagið á øðrum plássi við 49 stigum. Tað eru trý stig fram til KÍ, og tað eru tvey stig aftur til HB. KÍ hevur spælt 19 dystir, HB hevur spælt 20 dystir, og B36 hevur spælt 21 dystir.

 

B36 vann á heimavølli 1-0 ímóti ÍF. Málið varð skorað, tá ið eitt korter var farið. Hetta var fjórði dysturin á rað, at B36 fór av vøllinum við fullari úrtøku. Málmunurin í hesum fýra dystunum er 10-0.

 

Einsamalla B36 málið skoraði 17 ára gamli og sera gávuríki miðvallarin Mettias Hellisdal, tá ið hann av brotsteigarmarkinum og mitt fyri legði bóltin dygst úti við stólpan. Hetta var 10. landskappingardysturin í bestu deildini hjá honum í ár, og hetta var triðja ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu. Samstundis var hetta bara onnur ferðin, at hann var á vøllinum allan dystin á tamb, og eingin ivi er um, at tað fer hann eisini at vera fleiri ferðir síðsta partin av kappingini.

 

Tølini siga, at B36 var nógv meiri á bóltinum enn gestirnir, og at tað mesta gekk fyri seg á ÍF hálvuni.

 

B36 vann 12 hornaspørk, og ÍF vann tvey hornaspørk. B36 hevði 11 royndir imóti ÍF málinum, sum vórðu blokeraðar, og ÍF hevði onga roynd ímóti B36 málinum, sum varð blokerað.

 

Hóast B36 var á bóltinum í meiri enn 80 prosent av tíðini, og hóast tað vóru nógvar spentar støður í og kring ÍF brotsteigin, so var tað ikki ofta, at tað var neyðugt hjá Tóra Traðará, sum í kvøld vardi ÍF málið, at spenna seg út og stórbjarga.

 

Tá ið tað bara er eitt mál á muni, so er tað spennandi, hóast annað liðið er greitt omaná. ÍF spælararnir vóru sjálvandi vónbrotnir, at teir ikki fingu úrtøku við sær til hús. Teir runnu nógv aftaná mótstøðumonnunum, og tað kostar orku. Men teir fóru ongantíð niður við nakkanum. So ofta at missa í uppspælinum kostar nógva orku, men teir vóru óførir at bakka upp og at takla og ofra seg. Fyrra partin av 1. hálvleiki vísti finski dómarin tríggjar ferðir fuglfirðingum gula kortið, og tá kendist tað soleiðis, at teir neyvan fóru at vera ellivu, tá ið dómarin fór at bríksla fyri síðstu ferð, í 2. hálvleiki var tað bera ein ÍF spælari, sum sá gult.

 

Í 5-4-1 uppstilling megnaðu fuglfirðingar alla tíðina at varðveita skipanina í verjuspælinum. Í álopspartinum royndu teir seg við longum sendingum til Jhon Mena Perez, sum stríddist tað, hann megnaði, hóast tað støðugt vóru fleiri verjuspælarar kring hann. Onkra ferðina vóru Dánjal á Lakjuni og Hans Jákup J. Lervig framvið, og tað var onkra ferðina ikki so langt frá, at tað kundi verða vandamikið.

 

ÍF fekk einki við sær úr Gundadali í kvøld. Men hugburðurin, arbeiðssemið og orkan eiga at vera íblástur til fatanina av, at tað er møguleiki fyri at sleppa undan niðurflytingini, hóast tað sær svart út. Næstu ferðirnar eigur ÍF heimavøll ímóti 07 Vestur og AB, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar, og so verður rundað av á heimavølli ímóti EB/Streymi, TB og B68.

 

B36 – ÍF 1-0 (1-0)

 

1-0: Mattias J. Hellisdal 13.

 

Dómari: Matti Roth Finnland

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andras Johansen, Mattias J. Hellisdal – Hannes Agnarsson (Lukas G. Giessing, 69./Aron Knudsen, 85.), Michal Przybylski (Emil Weihe Joensen, 82.), Bjarki C. Nielsen – Valerijs Sabala (Benjamin Heinesen, 82.)

 

Gult kort: Magnus Egilsson

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

ÍF: Tóri Traðará – Elias J. Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard, Elvio Gelmini – Dánjal á Lakjuni, Ruben Møller Nielsen, Gundur E. Petersen, Hans Jákup J. Lervig – Jhon Mena Perez (Rúnar Johnsson, 68.)

 

Gult kort: Hans Jákup J. Lervig, Elias J. Lervig, Jhon Mena Perez, Karl Løkin

 

Venjari: Aleksandar Jovevic

 

 

 

191711491352
B36211614461749
HB201523561547
Víkingur211335522042
07 Vestur21948343231
EB/Streymur206212223720
B68214611213718
TB214413134616
ÍF214017195812
AB213117165310

 

Fríggjadagin 15. september

 

HB - KÍ

 

Tað mesta gekk fyri seg í og kring ÍF brotsteigin, tá ið B36 í kvøld í Gundadali vann 1-0 ímóti fuglfirðingum