Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers spældu í kvøld á útivølli í Cork móti Cork City í dysti í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Tað gekk av skriðuni hjá Sligo, ið mátti leggja rygg til eitt 0-3 tap.
Stefan byrjaði inni fyri Sligo, men mátti av vøllinum tá bert 39 minuttir vóru leiktir.
Stefan greiðir soleiðis frá: - Talan er ikki um nakran ógvusligan skaða. Eg føldi okkurt i forlærinum. Fysioterapeuturin segði, at um 2-3 dagar kann eg venja aftur. Vit tóku eina test í hávleikinum og eina aftaná dystin, greiðir Stefan frá.
Sligo er nú triðaftast í deildini við 30 stigum, bert trý stig frammanfyri Cork City. UC Dublin er langt aftast í deildini við bert 10 stigum.
Niðasta liðið flytur niður í næstbestu deildini, meðan liðið sum endar næstaftast spælir upp- og niðurflytingardystir móti næstfremsta liðnum í næstbestu deildini.
Bæði Sligo og Cork hava sjey dystir eftir at leika í bestu deildini.