Granskararnir á Havstovuni vóru skjótir á staðnum
Tað ljóðaði at talan kundi vera um hvalaslag sum er óvanligt um okkara leiðir, men talan var um vanligar springarar.
Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur á Havstovuni, sigur at tað gekk væl at merkja. Hann takkar teimum lokalu, sum vóru hjá springarunum, til fólkini frá Havstovuni komu á staðið.
Havstovan fer vanliga út at merkja grindahvalir og springarar sum ikki verða hildnir til. Í ár hevur Havstovan verði fimm ferðir úti og merkt hval.
Tá hvalur verður merktur, fæst vitan um hvussu víða hvalirnir ferðast, um stovnurin er lokalur, hvørjum dýpi teir eru á og annað.
Hettar er ein liður í at útvega vitan, til tilráðingarnar um burðardygga veiðu.