tað bara verður AB, sum fer at flyta upp, ella um tað eisini fer at eydnast B68 at vinna uppflyting úr næstbestu deildini. Sambært yr.no er møguleiki fyri, at veðrið kann fara at spæla eitt puss seinnapartin [...] bara spurningurin um silvur og bronsu, sum verður eftir at svara. Í botninum er møguleiki fyri, at 07 Vestur seinnapartin fer at missa møguleikan at sleppa av níggjunda plássi. Soleiðis verður tað, um 07 [...] umfar í landskappingini verður seinnapartin. Tað er møguleiki fyri, at Víkingur longu í dag fer at tryggja sær meistaraheitið og harvið fer at endurvinna FM, sum liðið tryggjaði sær á siðsta leikdegi í fjør
eini samgongu at gera avtalu við ein andstøðuflokk um at atkvøða fyri fíggjarlógini, áðrenn hon varð løgd fram. Tað er Sjálvstýri, ið hevur gjørt semju við samgonguna, og merkir tað, at Javnaðarflokkurin [...] okkin, nevniliga greitt, at hann er alt annað enn fegin um avtaluna hjá samgonguni við Sjálvstýri. - Eg havi einki ímóti, at man ger avtalur, bæði til høgru og vinstru, men at gera eina avtalu í hesum [...] fer ikki at steðga avtaluna við Sjálvstýri, men hann sær hetta sum ein møguleika at fáa meira pening til høvuðsstaðin. - Um tað skal vera so lætt at fáa so nógvar pengar dag frá degi, so skal tað eisini kunna
felagnum Føroysk Miðlafólk. Jón Brian Hvidtfeldt sigur í dag, at hetta púra einfalt snýr seg um, at Kringvarpsstjórin og Vágaportalurin eiga at virða og kenna spælireglurnar fyri tíðindaflutning. - Tá man [...] miðlarnar um at taka handverkið í størri álvara. Hvar er journalistiska handverkið blivið av, tá ið ein stjóri sleppur at orða eina yvirskrift og ein tekst og sitera seg sjálvan fyri onga viðmerking at hava. [...] ið, sum er rætti myndugleiki har. - Eg vil siga, at eg gangi út frá, at man í fyrstu atløgu roynir at rudda upp í hesum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
ovnin í vikuni. Vit vóna at brenna við fullari styrki um 3 vikur. Áhugavert er at hava í huga, at flugan, sum plágar í grótbrotinum og í Leirvík, ikki er tann flugan, sum vanliga er at síggja í Føroyum. Hetta [...] dag. Tey siga, at hetta eitrið drepur størsta partin av flugunum, eins og tað ávirkar flugurnar soleiðis, at tær ikki kunnu fjølgast. Sosialurin skriva í blaðnum í gjár og her á in.fo, at Eystur kommuna [...] hevur fingið nóg mikið av flugumarruni í Leirvík og vildi geva IRF nakrar dagar at fáa stýr upp á støðuna. Og tað sigur IRF nú, at útlit eru fyri. - Sambært arbeiðsmonnum okkara er munurin eyðsýndur. Fyri nøkrum
nógv, sigur hann. Tróndur Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum helt, at tað var óseriøst at tosa um at seta skattaprosentið niður á 16. - Tað fer at kosta eini 200 til 300 fólkum starvi. Meirinntøkurnar, sum kommunan [...] hjá borgarunum, sigur hann. Hann vísir á, at kommunan hevur fingið 205 milliónir meiri inn enn væntað seinastu fimm árini. Hann ilskast tó um, at heldur enn at bera borgarunum peningin aftur, hevur hon [...] seinastu árini. Tað er prógv um, at kommunan verður væl rikin, segði hann og vísti á, at meirinntøkurnar ikki vóru nýttar til fløtaskúm og marglæti, men millum annað til at rinda skatt niður við. Ingi Mittún
árini. Malla Dam nevnir sum dømi, at undan stórum atkvøðugreiðslum – sum t. d. tá Varðin Pelagic skuldi byggja. – Eg fekk eg onki at vita. Eg føldi meg noydda at siga, at um eg ikki fekk nøktandi kunning [...] avgjørdi ikki at byggja tað uppaftur, tí vit vórðu kunnað um, at tað var ótíðarhóskandi og best var at byggja nýtt. Knappliga fekk pípan tó eitt heilt annað ljóð. Borgarstjórin tók ta avgerð, at kommunan ikki [...] samtykt, at kommunan skuldi byggja nýtt sambýli fyri peningin, vit fingu frá tryggingini. – Soleiðis upplivdi eg ferð eftir ferð tey fýra árini – ongin vilji at vera eitt TEAM. – Eg royndi at vísa á ymiskt
arbeitt við at føra avtaluna víðari fram, hóast hann visti, at tað var illa umtókt. Hann vísti eisini vilja at lata fólkið fáa seinasta orðið, við at leggja avtaluna út til fólkaatkvøðu, segði Kaci Kullman [...] stríðast fyri at skap frið aðrastaðni í heiminum, segði Kaci Kullman Five í kunngerð síni. - Juan Manuel Santos fær friðarheiðurslønina fyri at hava tikið stig til friðaravtaluna og alla tíðina at hava arbeitt [...] Five heitti á partarnar at halda áfram við friðartilgongdini, hóast úrslitið av fólkaatkvøðuni ikki gjørdist sum væntað og vísti á, at um partarnir ikki ansa sær, er vandi fyri, at borgarakríggið kyknar
so royna teir, ið tað snýr seg um, at skúgva tosið burtur um tað, sum kanska fer at verða veruleiki um nakrar viku. -Tað eru tólv stig eftir at spæla um. Tí ræður um at hava fokus á næstu avbjóðingini, sum [...] verður førur fyri at spæla. Hann hevur trupulleikar í lærkrikanum. Hóast fótbóltsprátið ongantíð hevur verið meiri, enn tað er nú, og hóast tað verður tosað nógv um, at tað sær gott út, og at fyrsta FM heitið [...] ellivu ímóti Víkingi. Fleiri KÍ spælarar eru á markinum at verða leikbannaðir. Ásetingarnar siga, at fýra gul kort bera ein dag leikbann við sær, og at sjey gul kort bera ein dag leikbann við sær. Jonas Flindt
við at lurta eftir starvsfólkum, brúkarum og avvarandi kunna vit gera munandi ábøtur á økinum. Tað er eisini neyðugt, at vit geva fólki møguleika, at vera í egnum heimi sum longst. Vit vita øll at livialdurin [...] hesum økinum, men við at viðka og bøta um hesar venjingar, kunna vit hjálpa fólki, soleiðis at tey munandi betri eru før fyri at búleikast heima. Ein betri heimatænasta skal tryggja, at tey eldru kunnu liva [...] hægri játtan, umráðandi er eisini at starvsfólkini, ið virka innan eldraøki vera tikin við uppá ráð, hetta eru serfrøðingarnir og teirra ráðgeving er avgerandi fyri, at peningurin veruliga ger mun. Tað
Jákupsstovu, at har í Somalia eru professionel fólk, sum arbeiða og gera, at gávan kemur fram Øll kunnu vit lata nakað. Vit føroyingar vera ofta róstir fyri at geva so nógv, men eg ivist ikki í, at vit kunnu [...] tann størsta syndin var, at tey gloymdu tey fátæku og høvdu tó nokk av breyði. Og lati okkum eisini læra okkara børnum at geva. e.s. Ongin hevur nakra umbering fyri ikki at geva. [...] heima hoyra vit um ringar tíðir frá summum, álvaratos, meina tit veruliga, at vit hava ringar tíðir? Vit hava kanska ikki ráð at ferðast eina og tvær ferðir um árið uttanlands, og hvat so? Tað doyggja vit