Nýggir tónar vóru at hoyra í Fíggjarmálaráðnum fríggjadagin, tá Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, undir framløguna av fíggjarlógini, kundi avdúka, at fyri fyrstu ferð nakrantíð, so hevði tað eydnast eini samgongu at gera avtalu við ein andstøðuflokk um at atkvøða fyri fíggjarlógini, áðrenn hon varð løgd fram.
Tað er Sjálvstýri, ið hevur gjørt semju við samgonguna, og merkir tað, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýri eru saman um fíggjarlógaruppskotið, meðan Sonja Jógvansdóttir, ið vanliga er við í avtalum hjá samgonguni, ikki er við í avtaluni. Sostatt eru tað 18 tinglimir, ið taka undir við fíggjarlógaruppskotinum, men rokningin fyri semjuna kann gerast dýrari enn fyrst hildið.
Í Dag & Viku í kvøld gjørdi Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, nevniliga greitt, at hann er alt annað enn fegin um avtaluna hjá samgonguni við Sjálvstýri.
- Eg havi einki ímóti, at man ger avtalur, bæði til høgru og vinstru, men at gera eina avtalu í hesum førinum til eitt mál, og ikki hava garanti fyri tey stóru málini, ið vit hava, m.a. pensjónsnýskipanina og fiskivinnuna og onnur mál, ið kanska stinga seg upp, tað er, haldi eg, handan avtalan alt, alt ov dýr til. Skal eg vera eitt sindur penur, tá eg skal siga tað, so er tað politiskur rossahandil, segði Heðin Mortensen við Dag & Viku í kvøld.
Spurdur um tað merkir, at hann ikki ynskir nakra avtalu, vísir tingmaðurin á, at honum hevði dámt betri, um andstøðuflokkurin kom við upp í samgonguna og varð partur av heildarpolitikkinum. Í staðin kann avtalan seta eitt keðiligt fyridømi.
- Eg síggi hetta sum ein løtuvinning, og eg veit ikki hvat hendir næst. Man skal ansa eftir, at ikki gera avtalur aftanfyri ryggin á teimum løgtingsmonnum, ið sita í samgonguni, tí tað kann verða sera óheldigt, segði Heðin Mortensen við KVF.
Løgtingslimurin ger tó greitt, at hann fer ikki at steðga avtaluna við Sjálvstýri, men hann sær hetta sum ein møguleika at fáa meira pening til høvuðsstaðin.
- Um tað skal vera so lætt at fáa so nógvar pengar dag frá degi, so skal tað eisini kunna lata seg gera at fáa tað til Havnina, segði tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin við Dag & Viku.









