Skatturin skal niður á 16 prosent í hesum valskeiðnum, sigur Róaldur Jákupsson, valevni fyri Framsókn.
- Vit skulu gevast við oyðslinum. Kommunan skal ikki longur rinda fyri fløtaskúm og luksus, men einans kjarnutænasturnar hjá borgarunum, sigur hann. Hann vísir á, at kommunan hevur fingið 205 milliónir meiri inn enn væntað seinastu fimm árini. Hann ilskast tó um, at heldur enn at bera borgarunum peningin aftur, hevur hon brúkt teir.
- Í fjør fekk kommunan 52 milliónir meiri enn væntað inn í skatti. Tað er nærum tvey skattaprosent ov nógv, sigur hann.
Tróndur Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum helt, at tað var óseriøst at tosa um at seta skattaprosentið niður á 16.
- Tað fer at kosta eini 200 til 300 fólkum starvi. Meirinntøkurnar, sum kommunan hevur fingið, stava fyrst og fremst frá teimum nógvu, sum eru flutt til Havnar seinastu árini. Tað er prógv um, at kommunan verður væl rikin, segði hann og vísti á, at meirinntøkurnar ikki vóru nýttar til fløtaskúm og marglæti, men millum annað til at rinda skatt niður við.
Ingi Mittún úr Sambandsflokkinum var samdur við Róaldi Jákupssyni, at hóast fíggjarliga støðan var góð, so er ov lítil stýring av útreiðslunum. Droppa oyðslið og lækka skattin, var hansara áheitan. So kundi skatturin heldur hækka, tá tørvur var á tí aftur.
Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi hevur ofta verið atfinningarsom móti verandi samgongu, men á hesum økinum var hon als ikki samd við atfinningarsomu røddunum. Hon helt ikki, at rúm var fyri at geva skattalætta, tí tørvur er á at uppraðfesta bæði dagstovnaøkið og eldraøkið.
- Meirinntøkurnar eru farnar til týðandi øki í býnum. 12 milliónir eru farnar til lestraríbúðir, 5 milliónir til Tórsvøll, okkurt til fótbóltsvøllin í Hoyvík og nógv til eldraøkið, segði hon.
Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum torir, eins og Róaldur Jákupsson, eisini at seta eitt tal á, hvat skatturin skal vera framyvir.
- Vit vilja niður aftur á tey 18,75 prosentini, sum vit vóru á, tá hetta valskeiðið byrjaði, segði Sjúrður Olsen. Honum lysti tí eisini at vita, hvørjar tænastur skulu niðurleggjast, um skatturin skal setast heilt niður á 16 prosent.