løtuni. Eisini um hugsa verður um komandi toppdystin á Svangaskarði. Sunnudagin sýndu teir í øllum førum ikki á nakran hátt, at teir eru bangnir fyri at vinna gullmerkini, og júst hetta er ein sera týdn [...] hann bóltin flatt í netið. Løtuna eftir hetta hevði HB fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men so við og við kom GÍ betri við í dystin. Fyrst og fremst var hetta tó orsakað av, at ferðin hjá HB fór nógv [...] Bárður var sum ein køttur undir tvørtrænum, tá miðlingurin av Jarnskor brøðrunum heilfluktaði. Um tað var hetta, sum fekk HB at vakna skal ikki sigast, men tað, sum eftir var av dystinum mundi GÍ ikki hava
taka á við B68. Um toftamenn greiða í hvussu so er javnleik ímóti HB, og um VB vinnur í Gøtu, so verður VB fremst. Innanhýsis úrslitini telja meiri enn málmunurin. Tað vil siga, at um HB og VB verða jøvn [...] Tað sama ger seg galdandi hjá VB. Munurin er tann, at tað er hugaligari at gera av at halda fram, tá úrslitini hava verið betri, enn roknast kundi við, enn tað er, tá árið hevur verið eitt vónbrot. [...] vit royna at gera tað betri enn fjórða plássið í fjør. Hóast liðið er nýtt og ungt, áttu vit at megna eitt betri pláss enn fjórða plássið, soleiðis at Havnar Bóltfelag enn einaferð kann umboða Føroyar
kortini at koma heim, og var hann sjálvandi fegin um hetta. Rógvi hevur annars áður ført fram, at hann harmast um, at FM-kappingarnar ikki verða avgreiddar um eitt vikuskifti. Nakað sum forðaði honum í at [...] sum fekk fatur í silvurplássinum. Tað eydnaðist Sverra at vinna á favorittinum til hetta, Gunnar Dahl Olsen, við 10 sek. Sum vera man var Sverri fegin um hetta, men Gunnar Dahl Olsen var hinvegin als [...] betri, men kortini var tíðin hjá Gunnari meira enn ein minutt verri enn ta ferðina. Einasta kvinnan, sum luttók í kappingini, var Rigmor N. Joensen. Hon er annars mest kend fyri renniavrik síni, men hon
innanhýsis uppgerðunum er Skáli eitt mál betri enn AB, og tað er nóg mikið sum kvalifikatión til beinleiðis uppflyting ? um tað fer at standa á jøvnum í stigum. Spurningurin er so, hvussu vánirnar kunnu [...] siga, at um B36 sunnudagin skal taka oddasessin, so skulu teir vinna við meiri enn einum máli (Skáli hevur betri málúrtøku enn B36). Tað er møguleiki fyri, at AB sunnudagin fer at styrkja um sína støðu [...] Spurningurin er so, um TB fer at møta upp. Sunnudagin møttu teir ikki á Sandi. Sandoyingar fingu stutt undan dystinum at vita av Tvøroyri, at teir vóru ikki førir fyri at manna lið. Hetta er onnur ferðin
Klaksvík: Nú er vandi fyri, at ungdómurin í Klaksvík stendur uttan dansistað, tá hetta árið er úti. Orsøkin er, at diskotekið Lognbrá er sagt upp í hølunum, har tað hevur hildið til seinastu 20 árini. [...] ella diskotek er hvørt vikuskiftið í Lognbrá. Fríggjakvøld er fast dansikvøld, men stundum er eisini opið leygarkvøld. Fleiri enn 600 fólk eru hvønn mánað í diskotek í Lognbrá, og serliga er tað ungdómurin [...] Gardar. - Vandi er altíð fyri ófriði í býnum, men í hvussu so er verður tað eitt afturstig fyri tey ungu, at tey einki diskotek hava at fara til, heldur hann. Nú er tað álvari Tað eydnaðist okkum ikki at
neyðugar. Annars er virkið í hampiliga góðum standi innan. Men tað er so mikið stórt, at talan verður altíð um umvælingar, sum kosta eitt sindur. Meinhard Jacobsen sigur, at ætlanin er at fara undir um [...] Nú verður eitt stórt arbeiðspláss afturat skapt í Vági. Tí nú er greitt, at tað stóra flakavirkið í Vàgi skal latast uppaftur. Hetta er niðurstøðan av einum fundi í farnu viku ímillum Vágs Býráð og Føroya [...] Fiskavirking og Vágs Býráð um málið. Hesin fundurin var í farnu viku, og bæði Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking og Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, eru samdir um, at hetta var ein góður fundur.
bert eitt stig Við sigrinum er líkt til, at EB/Streymur verður nýggja liðið í fyrstu deild komandi ár. Enn væntar teimum eitt stig, men tað skal vilja meira enn illa til, um hetta ikki skal eydnast teimum [...] seg í bestu deildini, er sjálvandi ilt at siga, og helst eru fleiri fatanir av hesum spurningi. Útlendskur styrkur er ein møguleiki, sum kanska eisini er neyðugur, men alt hetta er ivaleyst nakað, sum [...] korter, fyri síðani at lata teir skora, beint áðrenn farast skuldi í skiftingarrúmið. Uppiborið Tá hetta er sagt, skal samstundis leggjast afturat, at sigurin hjá EB/Streymi var fult uppiborin. Serliag í
hevði ikki farið í málið, um Hans á Lag ikki hevði rættað kósina á honum, søgdu toftamenninir. HB menninir søgdu ikki so nógv um tað. Teir vóru ovurfegnir um javnleikin, sum styrkti um teirra møguleikar at [...] vornir kropsliga nógv betri fyri, enn teir vóru fyrr, men at bóltførleikin og harvið samanspælið ikki hevur fylgt við. Toppdysturin á Svangaskarði var góð ábending um hetta. Ofta var plássið, sum tað varð [...] dystargongdini áttu toftamenn ikki at vera misnøgdir við javnleikin, men kortini er tað væl skiljandi, at teir iðraðu seg nógv um, at teir so at siga mistu sigurin. B68 málið og møguleikin B68 kom á odda miðskeiðis
Málmunurin hjá B36 er eitt sindur lakari, enn hann er hjá Skála. Men áðrenn tað verður hugt eftir málmuninum, snýr tað seg um innanhýsis dystirnar, og í tí kappingini er Skáli betri enn B36. Dysturin á Skála [...] teir skulu fáa silvur er, at AB vinnur í síðsta umfarinum. Um AB tapir ímóti B36 er vandi fyri, at teir missa bæði heiðursmerkini og møguleikan fyri uppflyting. B71 hevur 30 stig, og um AB einki fær ímóti [...] fyrra førinum var talan um flatan bólt, sum málskjúttin sendi flatt í handara síðunetið, og í tí seinna førinum var talan um høgan bólt upp um verjuna. Jákup Baldvinsson snittaði upp um málverjan og hevði harvið
spurningurin er kanska, um tað er realistiskt. Aldurin talar heldur ikki fyri, at eg nú aftur skal gerast aktuellur til landsliðið, so tað er ikki nakað, sum eg dagliga hugsi um. Sostatt er líkt til, at um lan [...] ikki um nógvar leikarar, sum fella fyri aldursmarkinum komandi árini, men hinvegin er tað sjálvsagt ein spurningur, um allir teir ungu leikararnir verða verandi í hópinum, ella um nakar fer út um landoddarnar [...] heldur enn HB, og Rúni ásannar eisini, at hetta var eitt stórt lop. - Tað dámdi ikki øllum vágbingum eins væl, at talan gjørdist um eitt skifti til HB. Okkum spælarar ímillum var talan ongantíð um nakran