B36-EB/Streymur 1-3 (0-1)
Tað mundi vera ein løgin kensla, sum B36 leikararnir høvdu, tá teir leygardagin fóru av vøllinum.
Mótstøðulið teirra, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma verður í bestu deildini komandi ár, hevði júst víst teimum týdningin av, at ein fótbóltsdystur varar til dómaran hevur latið seinasta bríkslið fara.
Bæði í fyrra og seinna hálvleiki hevði B36 nevnliga hildið gestunum frá málinum í trý korter, fyri síðani at lata teir skora, beint áðrenn farast skuldi í skiftingarrúmið.
Uppiborið
Tá hetta er sagt, skal samstundis leggjast afturat, at sigurin hjá EB/Streymi var fult uppiborin. Serliag í fyrra hálvleiki var yvirtakið stórt, men tað var tó leingi líkt til, at tað ikki vildi eydnast um umseta yvirvágina til málmøguleikar.
Álopið við Jón Sigurd Gleðisheygg og Brian Jensen vann nógvar nærdystir, men tað var so sum so við neyvleikanum á atsóknunum, og hevði bólturin kós móti málinum, stóð Pól N. Joensen aloftast á røttum stað.
Tá tað so endiliga brast fyri nev móti endanum av hálvleikinum, noyðist B36 verjan at átaka sær ein part av skuldini fyri málið.
Eitt innkast varð tveitt inn í brotsteigin úr høgru, og hóast onkur roynd varð gjørd at takla, so endaði alt við, at bólturin rullaði út frá til Halldór Joensen, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin upp undir nettakið.
Hóast skelkin, so vóru tað teir úr B36, sum byrjaðu seinna hálvleik betri. Fleiri ferðir eydnaðist væl at spæla saman ígjøgnum síðurnar, men framman fyri málið saknaðu teir neyvleikan at senda bóltin í meskarnar. Tá eitt korter var farið av hálvleikinum, lukkaðist brádliga hjá teimum, men eins og B36 verjan noyddist verjan hjá gestunum at átaka sær sín part av skuldini.
Eftir at tríggir verjuleikarar høvdu roynt at fingið bóltin av einum B36 leikara, endaði alt við, at bólturin varð lagdur fyri føturnar av Ragnari Poulsen. Hann gjørdi skjótt av, dróg eitt lítið sindur og legði síðani bóltin upp í handara málhorn, uttan at Óla Kristian Djurhuus hevði nakran møguleika at verja fyri.
Kostaði aftur
Í fyrra hálvleiki hevði B36 rindað prísin fyri at missa konsentratiónina í móti endanum, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg í seinna.
Seinasta hálva tíman royndi EB/Streymur at trýsta heimaliðið, men ikki fyrr enn í seinastu minuttunum fingu teir avgerandi orðið at siga.
Møguliga vóru B36 leikararnir nakað moyrir móti endanum. Í øllum førum sá tað ógvuliga lætt út, tá gestirnir spældu seg ígjøgnum høgrumegin. Bólturin varð sendir innfyri, og eftir at hava ferðast eitt sindur í brotsteiginum, dalaði hann fyri føturnar á Jákup Martini Joensen, sum smekkaði til fyrstu ferð.
Frøin á gestunum hevði valla lagt seg, áðrenn Eyðfinn Joensen setti eitt virðiligt punktum fyri dystinum. Eftir at hava fingið bóltin miðskeiðis á B36 hálvuni, setti hann ferð á beint omaneftir, og staddur nakað uttan fyri brotsteigin langaði hann bóltin í kassan.
Væntar bert eitt stig
Við sigrinum er líkt til, at EB/Streymur verður nýggja liðið í fyrstu deild komandi ár. Enn væntar teimum eitt stig, men tað skal vilja meira enn illa til, um hetta ikki skal eydnast teimum.
Hvussu teir fara at standa seg í bestu deildini, er sjálvandi ilt at siga, og helst eru fleiri fatanir av hesum spurningi.
Útlendskur styrkur er ein møguleiki, sum kanska eisini er neyðugur, men alt hetta er ivaleyst nakað, sum sundalagsmenn fara at nýta vetrarhálvuna til. Fyri fyrst munnu teir hava nóg mikið við at fegnast um tryggu oddastøðuna í deildini.
B36-EB/Streymur 1-3 (0-1)
0-1: Halldórur Joensen
1-1: Ragnar Poulsen
1-2: Jákup Martin Joensen
1-3: Eyðfinn Joensen