HB-GÍ 5-0 (2-0)
Longu frá fyrsta bríksli var líkt til, at HB skuldi geva GÍ ein rættuligan umgang sunnudagin, og hóast GÍ onkuntíð fekk fylgt hampuliga væl við, so hevðoi tú alla tíðina varhugan av, at henda dagin átti HB.
Greiður munur á
Tað var nevnliga beinanvegin sjónligt, at GÍ liðið á vøllinum als ikki var sama GÍ lið, sum fólk eru von við at síggja. Hóast manningin var á leið hin sama, so var hugburðurin langt við síðuna av tí vanliga, og tað var eisini skjótt, at spentar støður spurdust burtur úr. Markeringarnar hjá gestunum vóru sum best bar til, og eftir at HB hevði roynt at ligið framvið nakrar ferðir í byrjanini, brast fyri nev eftir bert sjey minuttum.
Ein bóltur varð lyftur inn um GÍ verjuna, og Jón Rói Jacobsen slapp púra leysur av verjuni. Eftir at hava snýtt ein spurtandi gøtumann langaði hann til móti málinum, men Hallur bjargaði í fyrstu atløgu. Retururin fall tó aftur til Jón Róa, og uttan stórvegis hóvasták smekkaði hann bóltin flatt í netið.
Løtuna eftir hetta hevði HB fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men so við og við kom GÍ betri við í dystin. Fyrst og fremst var hetta tó orsakað av, at ferðin hjá HB fór nógv niður, kanska tí teir byrjaðu at taka eitt sindur lætt upp á uppgávuna.
Gøtumenninir sluppu soleiðis longur og longur niðan á vøllin, og onkuntíð spurdust eisini spentar støður burturúr. Heilt galið mundi gingið hjá HB, tá Magni fekk eina høga sending inn í brotsteigin, men Bárður var sum ein køttur undir tvørtrænum, tá miðlingurin av Jarnskor brøðrunum heilfluktaði.
Um tað var hetta, sum fekk HB at vakna skal ikki sigast, men tað, sum eftir var av dystinum mundi GÍ ikki hava nakað, sum líktist einum rættuligum málmøguleika. Heimamenninir tóku aftur meira yvir, og tá fyrri hálvleikur var so at siga liðugt spældur, góvu teir GÍ mønustingin.
HB hevði tá vunnið sær hornaspark í vinstru síðu, og Allan var settur at skjóta. Gøtumenn vóru ógvuliga ónøgdir um, at málverjin ikki fekk tillutað fríspark, men hvussu var og ikki, so endaði bólturin í netinum umvegis Bartal Eliasen, sum sostatt varð skrásettur fyri sjálvmál.
Einki at tosa um
Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar sum helst ivi um, hvønn veg dysturin skuldi koppa. HB sat á so at siga øllum, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa trý mál.
Tað fyrsta kom, tá Allan Mørkøre varð sendir avstað í høgru. Hann dróg frá einum verjuleikara, snýtti tann næsta og langaði so bóltin í handara síðunet.
Nakað seinni kundi Pætur Dahl økja til 4-0, eftir at eitt innlegg frá Allani slapp at ferðast til handaru stong, og móti dystarenda kundi Bárður Mortansson seta seinasta seymin í, tá hann fekk fatur á einum bólti í GÍ brotsteiginum, og síðani seni hann flatt framvið málverjanum.
Umframt málini hevði HB fleiri aðrar góðar møgueikar, men klárt besti maður á GÍ liðnum, Hallur Hansen, vardi í fleiri førum sera væl fyri, tá HB leikarar vóru meira ella minni leysir við honum.
Tíðin farin
Gøtumenn hava mangan havt ein meira sigandi leiklut í kappingini, enn teir hava í løtuni, men sannleikin er helst tann, at teir í løtuni ikki eru nóg sterkir at standa seg í oddinum.
Sunnudagin sýndu teir heldur ikki tann stríðsvilja, sum áður hevur borið teir so langt, og tað er helst í hesum, at størsta orsøkin til ósigurin skal finnast.
Allir 50/50 bóltar endaðu við, at HB leikarar struku avstað við bóltinum, og harumframt var einki sum helst nærlagni í verjuspælinum hjá GÍ.
Tá hetta er sagt, skal eisini nevnast, at HB í løtum sýndi sera gott fótbóltsspæl, og hóast alt skal eitt sindur til, fyri at vinna somikið trygt á GÍ.
Serliga fyrstu løtuna var rættulig ferð á HB samanspælinum, og tað var ein fragd at síggja, hvussu væl teir brutu ígjøgnum í báðum borðunum. Í vinstru við góðum samanspæli millum Andrew, Róa og Janus, og í høgru við rinari rástyrki frá einum Allani Mørkøre, sum rættuliga tykist á veg upp aftur, eftir skaðan hann hevur drigist við í knænum.
Fremsta FM boð
Sum HB spældi sunnudagin tykjast teir at vera mest upplagda FM boðið í løtuni. Eisini um hugsa verður um komandi toppdystin á Svangaskarði.
Sunnudagin sýndu teir í øllum førum ikki á nakran hátt, at teir eru bangnir fyri at vinna gullmerkini, og júst hetta er ein sera týdningarmikil eginleiki, tá endaspurturin skal setast í gongd.
Bæði VB og B68 hava sýnt stórar veikleika á sálarliga støðinum, tá tey hava havt oddasessin í varveitslu, og júst sálarligi parturin av spælinum verður uttan iva sera týdningarmikil, tá gullmerkini skulu gevast.
Harumframt tykist HB at hava eina størri breidd í hópinum enn hinir báðir oddafiskarnir, og móti GÍ tóktist tað ongantíð at gera nakran mun skeivan vegin, tá útskiftingar vórðu framdar. Tvørtur ímóti var líkt til, at innskiftu leikararnir vildu prógva, at teir eiga at byrja inni næstu ferð, og eitt nú komu bæði Pætur og Bárður á máltalvuna eftir innskiftingina.
Samanumtikið ein hugagóður dagur hjá HB viðhaldsfólkum, sum so smátt munnu vera farin at hugsa um eina útferð til Sumbiar í seinasta umfarinum.
Áðrenn tað kemur so langt, skal Svangaskarð tó fyrst fáast frá hondini, og einki er at ivast í, at ferðslan inn í Eysturoynna fer at verða stór komandi sunnudag.
HB-GÍ 5-0 (2-0)
1-0: Jón Rói Jacobsen 6
2-0: sjálvmál 44
3-0: Allan Mørkøre 67
4-0: Pætur Dahl 82
5-0: Bárður Mortansson 89
Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB)
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Rói Árting ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
GÍ:
Hallur Hansen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Áslakur Petersen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Súni Olsen, Henning Jarnskor ? Hans Pauli Petersen, Óli Hansen










