tað hugsaði eg ofta um. Eg var bangin fyri ikki at koma at spæla aftur. Tað var næstan ikki tann dagur, at eg ikki hugsaði, at hetta var yvirstaðið fyri meg, at eg kundi ikki spæla fótbólt meir. Eg vandi [...] at tað næsta hálva árið var farið. Hvussu var tað so, tá tú fekst boðini frá týska læknanum? ? Tað var ein stórur lætti. Men eg var eisini keddur um, at eg ikki var farin til ein specialist beinanvegin [...] kapping um plássini. Og um tað gongur væl, so er tað eisini at vinna okkurt við FCK. Og eg hugsi eisini framvegis um at sleppa út um Danmark at spæla. Tú sleppur næstan ikki undan at hugsa um tað, tí gongur
væl hálvvaksnir, høvdu vit báðir, Niels Uni og eg, sítt hár, sum nokk ikki var heilt vanligt tá; so vit hildu, at hetta navnið var hóskandi. ? Hvat fekk tykkum at gera hesa fyrstu fløguna? ? Vit høvdu [...] vildu gera okkurt provokerandi. Men í byrjanini haldi eg ikki, at har var nakað ávíst. Tað vaks fram, meðan arbeitt varð, vit kjakaðust og skiftu orð um innihald og skipan. Og so við og við fekk arbeiðið endaligt [...] móðurland. Men annars kann tað nokk tulkast, sum ein vil; tað sigur kanska meira um tann, ið tulkar, enn um nakað annað. Tað var tó mest fyri at gera tað annarleiðis. ? Hitt við teimum 17 svartklæddu monnunum
um, átrúnaði og so framvegis. Onnur halda, at listin, tá ið hon er best, í sjálvum sær er ikki tíðaravmarkað; tað er at siga, at hon er ikki bundin at ávísum tíðarskeiði, men hevur ein boðskap til allar [...] sum annars ofta fanst at sjónleikunum, skrivaði kortini, at hann »var ikki fyri eitt tíðarskeið, men fyri allar tíðir«. Tó skerst ikki burtur, at hvørt ættarlið hevur sínar hættir at bera fram kenslur [...] seinni hava verið viðurkend av øllum. ? So dómur samtíðarinnar er ikki altíð so eftirfarandi, tá ið samanum kemur; serstakliga ikki, um nomið verður við eym ella nøsk evni, sum fá vilja kennast við, og
Eisini hava onnur skip sum Churchill og Kracow lagt at har, fyri ikki at tosa um teir stóru saltdampararnar á sinni. Uppá fyrispurning um tað ikki er at taka munnin í so fullan at seta Norrønu inn í Suðuroyarsigling [...] Hann vil ikki gera aðrar viðmerking til at brúka eitt skip sum Dúgvuna enn, at hon er ikki serliga væl hóskandi til børn, konufólk og eldri fólk. Skiparin á Norrønu, Jógvan í Dávastovu, sum var við til [...] hann hevur biðið um. -Eg dugi ikki at síggja nakrar trupulleikar at sigla uppá Tvøroyri. Við einum góðum vilja skal tað nokk ganga sigur hann og vísir á, at skip sum Líðartindur, sum var størri og hægri
yvirhøvur verið, um veiðan ikki var so nógv vaksin. At stýra framgongdini Kunnu vit bert í ávísan mun ráða yvir um nøkur framgongd er, so hava vit tó betri møguleikar at ávirka, hvussu hon vísir seg ? hvar [...] løgið, at hann ikki vil viðgera almennu tænasturnar ? sjálvur virðir hann ikki almenn starvsfólk meira enn rottur. Og júst tí er tað so pínligt fyri hann, um veruligi tølini koma fyri ein dag. Jóannes og Anfinn [...] spotta og lutvíst forfylgt almennum starvsfólki. Hesin flokkur var tann, sum átti størra vøksturin í almennum løngjaldingum. Um hesin flokkur ikki hevur spottað seg sjálvan, so hevur ongin tað. Bergur P. Dam
bankamálinum, at Edmund Joensen ikki hevur sagt almenninginum um gongdina, men hevur latið aðrar í Landsstýrinum um tað. Hvat heldur Bjørn á Heygum um tað? Tað er ikki serliga mansligt at skulka sær undan [...] kanska ikki hava fingið so góðar sømdir seinastu fýra árini, sum Bjørn á Heygum av røttum vildi givið teimum. Spurningur um at ofra seg Tá hann so hugsar um tær 15.000 krónurnar, sum tingmenn vinna um mánaðin [...] advokatvirki mínum. Ósemjan fær meg at bakka út Um nú stóra ósemjan í Sambandslokkinum ikki var íkomin. Hevði tú so stillað uppaftur? Eg veit ikki rættiliga, men avgjørt spælir tað inn, at tað hevur
í gjár var onki klárt. Ein loysn, sum varð kannað, var at taka Smyril úr suðuroyarsiglingini leygardagin og lata hann fara til Skotlands. Men á miðdegi í gjár var onki svar komið frá løgmanni um tað. Ein [...] rupulleiki er, at Dúgvan liggur á Skála, og kann ikki taka siglingina upp. Og trupulleikin hjá Norrønu er, at veðrið er so ringt, at tey eru ikki fegin um at lata Norrønu sigla á Tvøroyri. Norrøna skal eisini [...] Og eg segði við tey, at tað nokk skuldi vísa seg, at táið eykaluturin kom, var tað okkurt annað, sum var í vegin. Og rætt var. Og nú sita vit og kunnu rokna við at missa milliónir. Hann sigur, at føroyskir
Tvøroyri snýr tað mesta seg um at selja. Men nakrir framsýnarar eru, sum ikki hava nakað at selja - í hvussu so er ikki fyri fyri pengar. Ein av teimum er Tekniski skúli. Og tað er ikki ofta, at ein skúli er [...] bjóða. Ikki minst fer skúlin at fortelja um tað nýggju SIT útbúgvingina og, hvørjar møguleikar annars eru á tekniska skúla. SIT er ein miðnámsútbúgving ájavnt handilsskúlanum og Studentaskúla. Men hon er meiri [...] at nógv fólk hevur verið á básinum. Umframt á vanligu sølustevnuni, var framsýningin opin fyri skæuaflokkum í gjáramorgunin, og har var fitt av ungdómi og hugdi. Men endamálið við vitjanini á Tvøroyri hjá
Tá báturin ikki var komin vegin fram klokkan hálvgun sjey og samband ikki fekst við bátin um radio, var leiting sett í verk. Umframt Vædderen og vaktarskipini Tjaldrið og Nim luttóku ikki færri enn 20 [...] aldri. Hósdagin var Sjóborgin á veg inn á Toftir, men hon vann ongantíð upp land. Hvat er hent, og hvussu, verður neyvan nakrantíð staðfest, tí báturin hvarv og er ikki afturfunnin. Samband var við Sjóborgina [...] fiskakassar eru eisini funnir, men tað er ikki møguligt at siga, um teir stava frá Sjóborgini, tí tað eru fleiri skip, sum brúka hesar kassar, og tí at teir eru ikki merktir við skipanavni. Leitingin steðgaði
bert, at tað var einki, sum eg kundi gera fyri teir. Tað er Jóannes Eidesgaard ógvuliga vónsvikin av. Tí sum hann sigur: Teir síggja ikki málið, og hugsa ikki um land og fólk, men bert um sjálvan seg. [...] Tað er besta prógv um, at Landsstýrið einki megnar at gera við bankamálið. Nú halda teir seg heldur ikki til sannleikan longur. Tað er hugstoytt. Hvat var tað tú tosaði við Nyrup um? Sum limur í Fó [...] vart tú móttikin í Fólkatinginum? Tað var ikki tann stóra móttøkan, tað noyðist eg at viðganga. Eg eri kortini so harður, at tað nervaði meg ikki nógv, hóast tað var eitt óluksáliga stórt trýst at sita í