­ Eg eri jarnbrot fyri Landsstýrið

Fyribils fer nýggi fólkatinglimurin bert at taka støðu út frá, hvussu danska stjórnin fer at handfara bankamálið og føroysku uttanlandsskuldina. ­ Fáa málini ikki rættvísa avgerð okkara vegna, kann Nyrup eins væl útskriva nýval, tí tá verður Fólkatingið ikki arbeiðsført, sigur Jóannes Eidesgaard

Tá Jóannes Eidesgaard fór niður á Fólkating á fyrsta fundin eftir valið, hevði hann og Marita Petersen ein fund við Nyrup Rasmussen á høvuðsdeildini hjá sosialdemokratiska flokkinum í Keypmannahavn.

Seinasta fríggjadag tosaði útvarpið við Elif Samuelsen, varaløgmann og Jóannes Eidesgaard um bankamálið.

Eilif Samuelsen førdi fram, at hann helt Jóannes Eidesgaard vera atvoldin til, at Landsstýrið ikki hevði fingið Nyrup Rasmussen at koma til samráðingarborðið. Henda pástandin vísti Jóannes Eidesgaard aftur.


Heimildirnar eru í lagi

­ Hvat fær Eilif Samuelsen at koma við slíka um gitingum?

­ Eingin kann lasta meg , ella blanda seg uppí, hvat eg tosi við formannin í danska sosialdemokratska flokkinum um. Eg havi fulla heimild at gera tað, sum fólkatinglimur og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at Nyrup hevur helst hugsað á sama hátt, tá hann bjóðaði føroyingunum á floksskrivstovuna..

­ Aftaná hava fleiri floksformenn og politikarar borið fram alment, at hetta nærum var landasvik. Tað vísir allarbest, hvussu stórt sundurlyndið og øvund er millum føroyskar politikarar, sigur Jóannes Eidesgaard.

­ Politikarar kundu ístaðin sagt, at alt, sum tænir føroysku sakini, er gagnligt fyri okkum øll, men so er ikki.


Løgmaður einki

at føra fram

­ Áðrenn er fór niður, tosaði eg tosaði við løgmann, og segði honum at eg fór at hitta Nyrup, og spurdi um tað var nakað, sum eg kundi føra fram fyri Landsstýrið, men Edmund Joensen segði bert, at tað var einki, sum eg kundi gera fyri teir.

Tað er Jóannes Eidesgaard ógvuliga vónsvikin av. Tí sum hann sigur: Teir síggja ikki málið, og hugsa ikki um land og fólk, men bert um sjálvan seg.

­ Nú leggur Landsstýrið forðingar fyri málið.Tað sæst einamest av, at Eilif Samuelsen sigur, at hann heldur at eg havi lagt forðingarnar. Tað er besta prógv um, at Landsstýrið einki megnar at gera við bankamálið. Nú halda teir seg heldur ikki til sannleikan longur. Tað er hugstoytt.

­ Hvat var tað tú tosaði við Nyrup um?

­ Sum limur í Fólkatinginum havi eg tosað við Nyrup um føroysk mál, sum skulu hava viðgerð í Fólkatinginum - bankamálið og uttanlandsskuldina, sigur Jóannes.

Hann heldur, at um nú Nyrup kundi tryggja málunum vælvild, so kundi hugsast, at tað kom stjórnini til góðar. Sumnú er, ber ikki til hjá Fólkatinginum at arbeiða, tí Jóannes er 90. maðurin, sum er trygd fyri at eitt mál fær meirluta í Fólkatinginum.


Brúka tað sum tænir málinum best

­ Hevði tú sagt tað sama við t.d. Uffa Ellemann-Jensen, um hann var nýggi forsætisráðharrin.

­ Sjálvandi, málið hevði verið tað sama: tað sum tænir okkara málum best, sigur Jóannes Eidesgaard.

­ Tú hjálpti fyri sovítt Óla Breckmann, við ikki at atkvøða á tingformansvalinum?

­ Óli Breckmann hevur enn einaferð víst, at hann hoyrir heima í donskum innanríkispolitikki Hann ger bert tað, sum Konservativi flokkurin biður hann gera.


Úrslitið av samráðingunum avgerandi

­ Hvar stendur tú so í danska tingsalinum?

­ Hvat eg geri velst um, hvussu málini undir samráðingunum komandi, verða viðgjørd og loyst. Fáa vit eina vánaliga loysn, kann eg bert siga, at so verður mítt mandat ikki lætt at fáast við á danatingi, sigur Jóannes Eidesgaard.

Spurdur um hann frameftir skal vera leysgangari í Fólkatinginum, og um tað yvirhøvur tænir nøkrum endamáli, um einki samstarv verður, sigur Jóannes Eidesgaard, at samráðingarnar eru avgreiddar, er hann til reiðar at tosa um framtíðar samstarv, men tað kemur ikki uppá tal at fara upp í tingbólkin hjá sosialdemokratiska flokkinum.

­ Eg siti sum eitt jarnbrot fyri Landsstýrið. Hetta er besti møguleiki sum Føroyar hava í løtuni, men tíverri vendir alt øvugt.

­ Bert spell at føroyskir politikarar ikki eru meir at sær komnir og duga at síggja henda møguleikan, sum eg havi sett mína fólkatingheimild og trúvirði upp á spæl fyri.

Hann heldur framvegis, at tað er best at bíða við samráðingunum til eftir valið, av tí at sitandi Landsstýrið ikki er ført fyri at gera nakað sumhelst í málinum.

­ Sjálvandi hevði tað verið nógv lættari at farið í samstarv við sosialdemokratiska tingbólkin, men eg vil brúka sessin til at taka mær av føroysku áhugamálnum.

­ Hvussu vart tú móttikin í Fólkatinginum?

­ Tað var ikki tann stóra móttøkan, tað noyðist eg at viðganga. Eg eri kortini so harður, at tað nervaði meg ikki nógv, hóast tað var eitt óluksáliga stórt trýst at sita í salinum, tá atkvøði greiðslan fór fram.

­ Eg haldi meg kortini hava eina góða sak. Nú skulu vit bert finna eina skilagóða loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.


Atkvøddi eg fyri, hevði Óli atkvøtt ímóti

Beint áðrenn atkvøðugreiðslan fór fram, fór Birthe Weiss at heilsa uppá nýggja føroyska tinglimin.

­ Hvat segði Birthe Wiess við teg?

­ Hon ynskit mær tillukku við valinum, og eg segði henni, at eg var harmur um støðuna, at tað skuldi enda sum tað gjørdi, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur aftrat:.

­ Eitt er vist. Hevði eg atkvøtt fyri Birthe Weiss, so hevði Óli Breckmann ikki atkvøtt. Tað hevði so verið samrøðuevni restina av valinum, sigur Jóannes Eidesgaard.