Semja var kortini um, at tað fór ikki at vera so gott, tí ætlanin er at taka bryggjuna burtur, ið gongur út frá kaikantinum. - Flótibrúgvar skulu so leggjast í staðin, og tá fer at runa so illa inni við [...] góðveðrinum, og Erling var komin oman á havnarlagið á Argjum til eitt prát. Og prátið snúði seg um, hvussu illa stóð til við kalvanum í ár. Teir tosaðu um onkran, sum hevði sett oman fyri 200 línur, og fingið [...] við, so tað fer ikki at rigga av tí besta, halda summir, søgdu teir tríggir.
man fær burturúr at vera útróðrarmaður, ella hvussu lítið. - Og so mást tú heldur ikki gloyma, at hetta skal eitast at vera besta fiskitíð, sigur hann álvarsamur. – Skal tað bera til at liva sum útróðrarmaður [...] øðrum fiskiskapi, fyri at fáa tað at mala runt fíggjarliga. - Nei, eingin livir av útróðri í dag, hóast vit fegnir vildu tað, vísir hann á. - Tað átti sjálvandi, sjálvandi at verið so, at man kundi livað av [...] seinasta samdøgrið. Nú er ikki frítt, at Bjarni er blivin eitt sindur ótolin. Ótolin eftir at kunna loysa frá bryggju aftur. Seinnapartin mikudagin var hann farin oman í útróðrarbát sín, Norðfarið sum liggur
ein lesari til Sosialin og fýltist á, at ikki slepst av við fisk í Havn. Hyggja vit út í bátahylin á Argjum, oman í Vágsbotn og oman á Bursatanga, síggja vit, at bátatalið í Tórshavnar kommunu er rættiliga [...] Hann vísir á, at arbeitt verður við at fáa virkið í Havn góðkent sum landingarmiðstøð aftur, men til tess mugu gerast nakrar broytingar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur. - Ætlanin er at nýta gomlu [...] góðkent sum landingarmiðstøð aftur, er eitt sindur ilt at siga. Stytsti vegurin hjá útróðrarbátunum í Suðurstreymi at sleppa av við fiskin er at sigla inn á Toftir, har fiskurin verður landaður og seldur
staðsettur at vera á Skálatrøð – og at samstarvið millum Tjóðpall og Musikkskúla kundi hugsast at fara at virka væl. – Nú ber tó til at staðfesta, at tað er ikki meiriluti í býráðssamgonguni fyri at flyta [...] eftir at fleiri býráðslimir í Havn hava víst sína ónøgd. Hon sigur í skrivi í kvøld, at í summar steðgaði verkætlanin upp eina løtu, vegna tess, at ynski varð sett fram um at kanna møguleikan at leggja [...] musikkskúlan oman á Skálatrøð, og tí skulu vit sjálvandi halda fast við gjørdar býráðssamtykir og at fáa bjóðað verkætlanina út sum skjótast. Sjálv havi eg alla tíðina sagt, at staðsetingina í skúlaumhvørvinum
hvørki taka í álvara ella góðtaka at hesi førleikaskerdu hava so vánaligar sømdir á arbeiðsmarknaðinum. Dýrt at vera fyritíðarpensjónistur Eisini er neyðugt at minnast til, at fyritíðarpensjónistar eru heilt [...] eru har í lívinum har størst tørvur er á peningi. Børn, hús og har afturat er dýrt at vera sjúkur. Kann tað vera rætt, at um eitt menniskja kýtir seg og hóast sjúku ella brek arbeiðir eitt sindur so missir [...] Hvussu ber tað til, at landsstýriskvinnan kann taka undir við hesum, sum partur av einari semju samstundis, sum hon tosar um, at tey við skerdum førleika skulu hava møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin
kappast um at byrja. Vanligt plagar at vera, tá so mikið er útliði, at mest lættar vísur verða tiknar. Men ikki øll eru, sum skilja umstøðurnar - hava situatiónsfornemilsi. So móti morgni at byrja kvæði [...] Dansigleðin lýsti av fólki, og at at kalla hvør einasta sál, sum eftir var, fór uppí. Líka mikið um tey dugdu orðini ella ikki. Onkur tók til, at tað var á leið sama kensla sum at vera í góðum harmonikudansi. [...] ørindi til longdar og ikki so alkent, at flestu fólk duga uppií, ger bara tað, at fólk rýma av góvlinum, og kanska onkur beinleiðs fer til hús. Fólk vóru sera samd um, at hetta var einasta, sum lýtti stevnuna
greitt, at møguleikin var størri fyri flúgvandi enn flótandi fótbóltsspæli, tí so mikið av vindi var oman úr Havnardali, at skjótt kundi vera at missa bóltin, var ikki spælt við skili og uttan at senda bóltin [...] nakað úti í høgru síðu og skjeyt so væl, at bólturin umvegis aftaru stong fleyg í málið, uttan at Heðin Stenberg fekk gjørt nakað við tað. Og hóast AB royndi at manna seg uppaftur, fekk 07 Vestur eisini [...] AB til 2-2. At dysturin sostatt endaði við javnleiki, mundi samanlagt vera á einari leið, tí hóast 07 Vestur sæð yvir allan dystin var skilabetra liðið, so menti AB seg so hvørt og legði at enda nokk so
At spáka frá miðbýnum niðan í KFUM er ein óloysiligur partur av ólavsøkuni hjá mongum. Og tað eru nógv í vilja vera við, at um tú ikki leggur leiðina framvið basarin í KFUM, ja, so hevur tú ikki verið [...] verið á ólavsøku. Hugsar ein samstundis um hvussu leingi basarurin hevur verið, so er ikki løgið, at hesin er vorðin ein inngrógvin partur av tjóðhátíðini. Eitt gamalt tiltak Sjálvt um bygningurin hjá KFUM [...] í brúk í 1949. Longu tá varð skipað fyri tiltøkum, ið skuldu hjálpa við fíggingini av bygninginum. At byrja við var talan um eitt lítið innsavningartiltak, ið ikki lá á ólavsøku. Men sum tíðin er liðin
veggir. Nógv trúgvandi halda eisini, at vit ikki skulu blanda okkum ov nógv í fólkalív. Eg síggi júst øvugt uppá tað. Jesus segði, at vit skulu vera salt, og at vit skulu vera ljós í heiminum, og tað skal gera [...] Og vit eru glað fyri at kunngera tað, sum vit halda vera besta boðskapin at boða á ólavsøku. Ólavsøkan er í útgangspunktinum ein kristin hátíð. Á ólavsøku dugi eg at síggja, at har eru ítróttarfólk, og [...] heldur, at ein má vera varin, ikki bara at taka inn útlendskar siðir. – Vit hava nóg mikið av føroyskari mentan at oysa av til okkara egnu hátíð. Ein aðalmunur millum 17. mai og ólavsøkuna, er at til 17
líka sum at koma í gongd longu tá og soleiðis skumpa undir tað, sum lá fyri framman. Fólk hava arbeiði at passa og hava aðrar skyldur fram um at fyrireika eina stevnu. Tí hildu vit, at rættast var at koma [...] savnandi tiltak, har fólk hava høvi at hittast, vera saman og hugna sær – til gamans og álvara. Vónbjørt Olsen, sum nú áttandu ferð er við til at skipa fyri varmakeldu, sigur, at tað er ein serstakur dámur yvir [...] avkast, meðan tað onnur ár hevur verið trupult at fingið tað fíggjarliga at hanga saman. Men formaðurin í stevnunevndini, Bogi Thomsen, heldur tó ikki, at tað er tann fíggjarligi parturin, sum telir mest