Varmakelda
Tað eru umboð fyri fimm ymiskar ítróttargreinar í Fuglafirði, sum sita í varmakeldunevndini. Hesi eru Bogi Thomsen, sum er formaður og umboðar fótbóltin, Vónbjørt Olsen, sum umboðar fimleikin, Óluvá Bærentsen, umboðandi badminton, Aleksandra Georgsdóttir, sum umboðar flogbóltin og Heðin Olsen, umboðandi Fuglafjarðar Svimjifelag.
Kappróður var eisini umboðaður í nevndini á seinastu stevnu, men er ikki við í ár, tí felagið tekur sær av kappróðrinum burturav.
Meðan kappróðurin fær inntøkurnar av søluni av atgongumerkjum, deila hini fimm feløgini ágóðan av restini av stevnutiltøkunum, sum tey í felag standa aftanfyri. Stóra dansinum leygarkvøldið stendur Mentanarhúsið fyri.
Varmakeldustevnan hevur okkurt árið givið eitt hampiligt avkast, meðan tað onnur ár hevur verið trupult at fingið tað fíggjarliga at hanga saman.
Men formaðurin í stevnunevndini, Bogi Thomsen, heldur tó ikki, at tað er tann fíggjarligi parturin, sum telir mest, tá fuglfirðingar bjóða til varmakeldustevnu.
- Sjálvandi kemur tað væl við hjá feløgunum, um tey fáa nakrar krónur burtur úr, men hinvegin síggi eg hetta meira sum eitt savnandi tiltak, har fólk hava høvi at hittast, vera saman og hugna sær – til gamans og álvara.
Vónbjørt Olsen, sum nú áttandu ferð er við til at skipa fyri varmakeldu, sigur, at tað er ein serstakur dámur yvir stevnuni, tá FM-kappróður er.
Fuglafjørður og Runavíkin skiftast nevniliga um kappróðurin, sum soleiðis er annaðhvørt ár á hvørjum staði.
- Kappróðurin dregur ógvuliga nógv fólk til sín, og tá kappróður er á Fuglafirði, kunnu vit av røttum siga, at vit halda eina veruliga varmakeldu, leggur hon aftrat.
Tíðliga í gongd
Bogi Thomsen sigur, at tey fóru tíðliga í gongd í ár við fyrireikingunum til stevnuna, og longu 23. januar helt varmakeldunevndin sín fyrsta fund.
- Vit royndu líka sum at koma í gongd longu tá og soleiðis skumpa undir tað, sum lá fyri framman. Fólk hava arbeiði at passa og hava aðrar skyldur fram um at fyrireika eina stevnu. Tí hildu vit, at rættast var at koma nóg tíðliga í gongd við fyrireikingunum – ikki minst, nú kappróður eisini er við og soleiðis ger stevnuna størri enn tey árini, tá eingin kappróður er.
Hann vísir á, at á seinastu varmakeldu vóru ikki færri enn 226 fólk í sving, og hetta vóru alt fólk, sum arbeiddu ókeypis í tveir tímar og meira.
Bæði Bogi og Vóngjørt eru samd um, at foreldur og íðkandi hava verið ófør at hjálpt til, tá á hevur staðið.
- Tað hevur gingið væl at fáa fólk til ymisku uppgávurnar í ár, og tað eru vit sera fegin um. Uttan góðan stuðul, hevði eitt slíkt tiltak ikki latið seg gera, siga tey bæði, sum annars leggja aftrat, at sjálvsagt gera ítróttarfeløgini eisini nógv fyri børnini í økinum.
Gott ”trekkplástur”
Bogi heldur ikki, at talið av vitjandi í Fuglafirði er tvífalt so stórt, tá kappróður er, sum tá róður ikki er. Men hann dylur kortini ikki, at kappróðurin er eitt óført ”trekkplástur”, sum hann tekur til, tí áhugin fyri kappróðri er framvegis stórur í Føroyum.
- Nú liggja vit so nær Gøtu og Leirvík, at nakað av fólki kemur altíð til bygdar, um veðrið er gott á varmakeldu. Í fjør skipaðu vit fyri fótbóltskappingum, sum eisini draga væl av fólki úr grannabygdunum, sigur hann.
Formaðurin í varmakeldunevndini vísir á, at eingin landskappingardystur í bestu deildini er á skránni á stevnuni, men samstundis, sum hann sigur hetta, uggar hann tó fótbóltshugaði við, at ein áhugaverdur fótbóltsdystur kortini verður fríggjakvøldið klokkan 19.
- Tá fer vodafon-liðið hjá ÍF nevniliga at spæla dyst móti U21-landsliðnum, sum eitt nú vann á russum herfyri. Hetta kann gerast ein óføra spennandi og áhugaverdur fótbóltsdystur, nú U21-liðið kláraði seg so væl í kappingni, leggur hann aftrat.
Nógv áhugavert
Formaðurin í stevnunevndini sigur, at nógv áhugavert og forvitnisligt er á skránni í Fuglafirði um varmakelduna og tey, sum ætla sær til Fuglafjarðar, kunnu lesa skránna í Sosialinum í dag.
- Umframt stóra dansitiltakið í Mentanarhúsinum leygarkvøldið, har 18 ára aldursmark er, verður DJ-dansur fyri teimum yngru í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið. Hópur av øðrum tiltøkum til bæði stór og smá eru at fara til – tað veri seg innan tivoli, undirhald og ymisk mentanarlig tiltøk, sum eru á skránni, sigur Bogi Thomsen.
Vit kunnu skoyta uppí, at tað verður Andrea Lervig, sum setir varmakeldustevnu klokkan 11.30 leygarmorgunin og midnáttarrøðuna, sum hildin verður leygarkvøldið klokkan 23.30, heldur Sámal Matras Kristiansen. Eftir røðuna verður felagssangur.
Sunnudagin klokkan 14.30 verður fólkafundur á torginum við Mentanarhúsið, har flestu uttanduratiltøk verða hildin. Tað verður Ingi Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, sum heldur røðuna.
Fuglafjarðar Hornorkestur fer at seta sín dám á setanina leygarmorgunin, eins og skrúðgonga tá verður av fótbóltsvøllinum og oman á torgið.










