Eingin musikkskúli á Skálatrøð kortini

Um ein musikkskúli skal byggjast í Havn í nærmastu framtíð, so skal hann byggjast har, sum hann sambært býráðssamtyktini er staðsettur og fyrireikaður, og tað er við Landavegin.

Um ein musikkskúli skal byggjast í Havn í nærmastu framtíð, so skal hann byggjast har, sum hann sambært býráðssamtyktini er staðsettur og fyrireikaður, og tað er við Landavegin.

 

Tað sigur Helena Dam á Neystabø nú, eftir at fleiri býráðslimir í Havn hava víst sína ónøgd.

 

Hon sigur í skrivi í kvøld, at í summar steðgaði verkætlanin upp eina løtu, vegna tess, at ynski varð sett fram um at kanna møguleikan at leggja musikkskúlan á Skálatrøð, nú ið Tjóðpallurin  varð endaliga staðsettur at vera á Skálatrøð – og at samstarvið millum Tjóðpall og Musikkskúla kundi hugsast at fara at virka væl.

 

– Nú ber tó til at staðfesta, at tað er ikki meiriluti  í býráðssamgonguni fyri at flyta musikkskúlan oman á Skálatrøð, og tí skulu vit sjálvandi halda fast við gjørdar býráðssamtykir og at fáa bjóðað verkætlanina út sum skjótast. Sjálv havi eg alla tíðina sagt, at staðsetingina í skúlaumhvørvinum við Landavegin er góð, fyri musikkskúlan og fyri skúlaumhvørvið. At flyta verkætlanina nú verður eisini munandi dýrari, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.

 

Hon vísir á, at játtan er sett av til endamálið. Og nú verður farið til verka at byggja nýggjan musikkskúla við Landavegin í Havn, soleiðis sum Býráðið hevur samtykt.