t, sammett við tað, sum B71 tapti stórt fyri í seinasta dystinum í fjør, skuldu sandoyingarnir sostatt upp til fyrstu av teimum 18 próvtøkunum, sum liggja fyri framman. HB trýsti Í fyrra hálvleiki var [...] B71-HB 0-1 (0-0) Síðani B71 fyri góðum tíggju árum síðani trein inn á føroyska fyrstudeildarpallin, hava dystirnir móti HB altíð verði at rokna sum nakað serligt. Tað vóru nevnliga HB og B71, sum í 1989 [...] skjota avgerandi málið rættuliga tíðliga í seinna hálvleiki. Hetta kom eftir at Hallur Danielsen royndi seg við einum skoti úr 20 metra fjarstøðu. Bólturin tók í beinið á B71 verjuleikara, og so var Waldemar
hesum sinni stóð fyri framman. Undan kappingarársbyrjan tosaðu vágbingarnir um, at teir ætlaðu at betra um endastøðuna frá undanfarna ári, og allarhelst vildu teir eisini syrgja fyri, at byrjanin av árinum [...] hálvu, eydnaðist tað teimum kortini at vinna seg upp á eitt sætta pláss. Fyrsta forðingin á hesum sinni var so grannauppgerðin móti Sumba, og einki er at taka seg aftur í, at VB her átti hevnd til góðar. Sumba [...] stríðið, at tað eydnaðist at vinna øll stigini móti grannunum fyri norðan, men longu nú er so greitt, at teir mugu vera í hvussu so er trý av hesum fyri uttan. Úr Sumba frættist annars, at fleiri vóru av teirri
hálvleik eydnaðist tað at leggja seg á odda við einum skotið frá liðskiparanum, Magna Jarnskor. Leiðslan helt sær í góðar tíggju minuttir, so hevði John Johansen javnað fyri vágamenn, og nakað seinni eydnaðist [...] hjá hinum feløgunum, men kortini er munur á teimum úrslitum, sum liðini bæði hava havt í nítiárunum. Fyri FSV hevði eitt tap heldur ikki gjørt tað stóra, tí longu undan dystinum var greitt, at teir í øllum [...] javnleiki, men tá einir 10 minuttir vóru eftir av dystinum fingu vágamenn brotsspark. John takkaði fyri møguleikan, og við seinasta málinum í dystinum trýstið hann felagsliðið upp á ovastu rók í bólkinum
givið, at líkamikið hvussu úrtøkan var í dystinum, so endaði B68 ovast, meðan B36 mátti taka til takkar við øðrum plássi í bólkinum. Meðan liðini bæði hitaðu upp, varð eisini greitt, at hvørgin av venjarunum [...] Hansen á beinkin. Hjá B68 hevði Jóannes Jacobsen valt at lata Jan Dam og Arnbjørn Danielsen hvíla seg, so teir heldur eru púrasta klárir, tá tað mánadagin verður farið undir landskappinga. Lág leikferð [...] ferð og hugflogið kom yvir spælið hjá báðum pørtum, og hetta viðførdi eisini spentar støður framman fyri bæði málini. Størsta møguleikan mundi Marcelo hava, tá hann gjrødist púra leysur í B36 brotsteiginum
leikast. Leikt varð upp til 300, og eftir at Henrik hevði lagt fyri sum eitt ódnarveður, varð líkt til, at Sonhard enn einaferð skuldi taka til takkar við at vera næstbestur. Sonhard sjálvur hevði tó eina aðra [...] einum øgilgum háli togaði hann seg upp á liðini á Hendriki, sum tá hevði umleið 240 eygu. Henrik hevði tó enn ein møguleika, men tá hann hevði møguleika at seta punktum fyri finaluni, kiksaði hann avgerandi [...] Henrikki var júst ov veikur, og gjørdist endaliga úrslitið sostatt, at Sonhard kundi kalla seg føroyameistara. Eisini fyri lið Tað var nú ikki bert í einstaklingakappingini, at tað gekst væl hjá Sonhardi at savna
Men um man vil tað sjálv, so venur man seg til alt, og býr man í einum øðrum landi, so venur man seg eisini til tað landið. Tað er ein spurningur um at umstilla seg. Men hon viðgongur, at viðhvørt, so kemur [...] at síggja í sjónvarpi í kapping við fleiri av heimsins sterkastu menn. Tá føroyska ferðalagið takkar fyri seg og sigur Rom og Jeanette farvæl, er føroyski ferðaleiðarin Sámal Bláhamar aftur á blettinum. [...] Athen hevði Anna Maria í Genova fegin viljað átikið sær leiklutin sum ?ambassadørur? fyri Føroyar við m.a. tí fyri eygað at fáa fleiri turistar til Føroya. -Nú havi eg fingið nógvar brosjurur og tilfar
upprennur. Sosialurin takkar Suna fyri samstarvið, meðan hann hevur verið løgreglumaður og ynskir honum alt tað besta nú eftirlønaraldurin byrjar. Sjálvur óttast hann kortini ikki fyri tí. ? Men munnu ikki [...] Eftir at hava verið løgreglumaður í meiri enn 37 ár, hevur Suni Vinther nú latið seg úr búnanum fyri seinastu ferð. Hósdagurin var hansara seinasti arbeiðsdagur, so hóast hann ikki gevst hjá løgregluni
eitt sindur smædnari enn Áki, og mátti taka til takkar við 12 málum. Rápa hjá kvinnum Hjá kvinnunum er metið 14 mál í einum dysti, og er hetta komið fyri fýra ferðir í ár. Ikki heilt óvæntað stendur navnið [...] Hetta er allarhelst eisini galdandi í hondbólti, og í so máta fekk Áki Olsen rættuliga gjørt vart við seg, tá hann sunnudagin saman við liðfeløgunum tók ímóti Tjaldri upp á Hálsi. Tveir mánaða gamalt met Tá [...] á trimum av hesum førunum. Toppskúttin frá undanfarna ári, hevur eisini hetta árið gjørt nógv um seg. og er hon eisini ovast á máltindinum, hóast hon vegna skaðar ikki hevur fingið leikt allar dystirnar
fólkið har suðuri, er einki at ivast í, at liðið fer at gera um seg fremstu røðini komandi árini. Fyri fyrst mugu tær tó taka til takkar við einum fimta plássi umframt silvurmerkjunum, sum tær vunnu sær [...] so sanniliga ætlaðu at vinna dystin í Runavík. Eingin spenningur VB liðið legði nevnliga bragdliga fyri, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan longu 9-1. Eftir hetta kom ongantíð aftur spenningur [...] megnaði at fylgja við málskjótingini hjá gestunum. Seinna umfarið var gongdin á leið hin sama. VB legði fyri við at skjóta eini seks mál á rað, og restina av dystinum var bert ein spurningur um, hvussu stórur
málmunurin verður avgerandi fyri FM gullið, og í løtuni stendur VÍF seg best á hesum øki. Tískil kunnu úrslitini hjá Neistanum móti KÍF, H71 og Tjaldur gerast avgerandi fyri FM-vónirnar hjá havnarmonnunum [...] tekur móti VB. Tískil eru útlitini fyri fullari úrtøku hjá kyndilsliðnum sera góð, men hetta krevur, at hugurin at spæla, er betri enn hann var mikudagin, tá tær taptu fyri Neistanum. Okkara skot er tískil [...] í stigum á øðrum og triðja plássi, meðan Neistin má taka til takkar við fjórða plássinum. Verður hetta so, verður málmunurin avgerandi fyri býtið av heiðursmerkjum, og verður tað helst Kyndil, sum kemur