Sumba-VB 1-2 (0-1)
Sum vera man vóru vágbingar spentir, nú fyrsti landskappingardysturin á hesum sinni stóð fyri framman.
Undan kappingarársbyrjan tosaðu vágbingarnir um, at teir ætlaðu at betra um endastøðuna frá undanfarna ári, og allarhelst vildu teir eisini syrgja fyri, at byrjanin av árinum ikki gjørdist eins soltin og undanfarna ár.
VB hevði nevnliga eina katastrofala byrjan upp á kappingarárið í fjør, men takka verið einari góðari seinnu hálvu, eydnaðist tað teimum kortini at vinna seg upp á eitt sætta pláss.
Fyrsta forðingin á hesum sinni var so grannauppgerðin móti Sumba, og einki er at taka seg aftur í, at VB her átti hevnd til góðar. Sumba vann nevnliga báðar grannauppgerðirnar í fjør, og tá hetta samstundis vóru einastu dystir, sum Sumba vann, er einki at siga til, at VB leikararnir vóru sera uppsettir til at vinna dystin.
VB trýstið
Tað var eisini sjónligt allan fyrra hálvleik, at VB ætlaði sær bæði stigini við aftur av Krossinum. Sum tað skilst har suðuri frá, so høvdu vágbingarnir greiða leikliga yvirvág fyrstu trý korterini, og fleiri ferðir var eisini um reppið at teir skoraðu.
Mál kom tó bert tað eina henda fyrsta hálvleikin. Hetta hendi um miðjan hálvleikin, tá leikandi venjarin, Kristof Popzynzki, slapp sær ígjøgnum í vinstru síðu. Komin oman móti baklinjuniu legði hann bóltin útfrá, og har kom Jón Pauli Olsen og sendi bóltin inn við nærmasta stólpa.
Bæði Milan Kuljic og leikandi venjarin høvdu seinni møguleika at økja um leiðsluna, men sumbingar sluppu í báðum førum við hvøkkinum, soleiðis at bert eittans mál skildi partarnar í hálvleikssteðginum.
Komu betri við
Í mun til dystin leygardagin millum somu lið, var Sumba rættuliga nógv umskipað. Ta ferðina sótu nakrir av stuðulsleikarunum á beinkinum, soleiðis at teri vóru ómóðir, nú talan var um týdningarmikil stig í landskappingini.
VB hevði hinvegin so at siga sama fólki, og kanska var hetta eisini viðvirkandi til, at sumbingarnir komu nógv betur við í seinna hálvleiki. Eisini høvdu teir lítla lotið við sær í seinna hálvleiki.
Talan gjørdist nú um ein nógv javnari dyst, og tá seinni hálvleikur var á leið hálvrunnin megnaðu sumbingarnir eisini at skapa javnvág í málskjótingini. Hetta hendi eftir hornaspark, sum varð skotið móti nærmastu stong. VB málverjin royndi at boksa bóltin burtur, men ístaðin støkk bólturin á tvørtræðið, og so var Trygvi Nielsen fyrstur at setta kollin undir.
Frøin var sjálvandi stór á sumbingum eftir javnandi málið, men løtan var teimum kanska nakað stokkut. Tað gingu nevnliga bert tveir minuttir, so hevði VB aftur lagt seg á odda.
Hornaspark varð skotið úr høgru, og eftir at Jón Pauli hevði stútað á tvørtræið, var Robert Cieslewicz fyrstur á returinum og sendi bóltin í netið.
Seinastu 20 minuttirnar royndu sumbingar at trýsta spælið longur niðan á vøllin, og ta einu ferðina høvdu teir eisini bóltin í meskunum, men Eirikur Joensen var rangstaddur, og so varð málið av ongum. Eisini hevði Hans Jacob Thomsen ein stóran møguleika, men skotið endaði væl omanfyri málið.
Sumba ov verjukent
Vágbingar fingu sostatt stigini, sum teir vóru farnir suður eftir, so útlitini fyri einum líkinda kappingarári eru kanska slettis ikki so galin hjá teimum.
Hópurin tykist vera bæði breiðari og sterkari enn í fjør, og líkt er til, at tilgogndin í Robert Cieslewicz og Predrag Zivkovic hevur verið rættuliga munagóð.Sumbingar mugu helst aftur í ár sanna, at hjá teimum ræður tað fyrst og fremst um at halda sær í deildini. Í fjør var tað ein munandi hjálp í hesum stríðið, at tað eydnaðist at vinna øll stigini móti grannunum fyri norðan, men longu nú er so greitt, at teir mugu vera í hvussu so er trý av hesum fyri uttan.
Úr Sumba frættist annars, at fleiri vóru av teirri áskoðan, at liðið leikti alt ov verjukent í dystinum. Onkur vildi eisini vera við, at tað var hetta, sum var størsta orsøkin til tapið. Hvussu var og ikki, so er tað í øllum førum ein sannroynd, at fleiri av teimum leikarum, sum vanliga teljast millum stuðulsleikararnar á liðnum (Jan Poulsen, Birgir Jørgensen, Marlon Kjærbo, Eirikur Joensen og Sonne Kjærbo), máttu taka til takkar við einum sessi á beinkinum.
Sumba-VB 1-2 (0-1)
0-1 Jón Pauli Olsen 24.
1-1 Trygvi Nielsen 68.
1-2 Robert Cieslewicz 70.
Dómari: Birgir Sondum
Sumba:
Eigil Olsen - Mortan úr Hørg, Spasojé Biberdzic, Dánjal Johan Joensen, Trygvi Nielsen - Hallur Dam Joensen, Hans Jacob Thomsen, Nikola Biberdzic, Sasa Tomajek, Bergur Vinther - René Thomsen
VB:
Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Eyðun Kjærbo, Tórður Holm, Milan Kuljic, Michael í Lágabø, Jón Pauli Olsen - Robert Cieslewicz, Kristof Popzynzki