Eftir at hava verið løgreglumaður í meiri enn 37 ár, hevur Suni Vinther nú latið seg úr búnanum fyri seinastu ferð. Hósdagurin var hansara seinasti arbeiðsdagur, so hóast hann ikki gevst hjá løgregluni fyrr enn næsta mánaðarskifti, so verður hann ikki aftur at síggja í búna.
? Eg fari ongantíð í hann aftur, sigur Suni Vinther.
Men tað er ikki tí, at hann hevur verið ónøgdur við arbeiði, men tá ein er givin, ja, so er ein givin.
Ein long og gíð søga
Tá Suni Vinther, um ársskifti 1963 fór til arbeiðis úti í Kastrup, var hann - og tveir aðrir føroyingar - tann fyrsti, sum var útbúgvin løgreglumaður eftir tí skipan, sum koyrir enn tann dag í dag.
? Vit byrjaðu á Politiskúlanum og tá tað var liðugt, vórðu vit sendir til arbeiðis í Kastrup. Har var eg so í gott og væl eitt ár, til eg í juni 1964 varð fluttur heim til Føroya. Burtursæð frá 1969, tá eg tók kriminalútbúgvingina í Danmark, so havi eg verið her síðani, sigur Suni Vinther.
Og hann letur sera væl at. Tað eru tey góðu minnini, sum ganga aftur, og hóast tað eru seks ferðir fleiri løgreglumenn nú, so heldur Suni ikki, at tað er so nógv øðrvísi, enn tað var tá.
? Av tí at tað eru fleiri løgreglumenn, so verður gingið vaktir, og tí hevur tú serliga nógv saman við teimum, sum tú hevur vakt saman við, men tað er einki óvanligt í tí. Samanhaldið hevur kortini verið sera gott tvørtur um vaktirnar, og í so máta er tað einki øðrvísi enn tá vit vóru 10, sigur Suni.
Ein broyting er kortini, at í »gomlum« døgum, var tað ikki óvanligt, at ein løgreglumaður fór út til eitthvørt einsamallur, og tí fekk hann eitt tætt samstarv við sjúkrabilførararnar, sum ofta eisini komu einsamallir.
? Tí kanst tú siga, at vit tá arbeiddu meira saman tvørtur um fakmørkini enn vit gera í dag, men tað hevði eisini verið óhugsandi at farið út einsamallur í dag.
Uppbygdi kriminaldeildin
Í 1969 varð heitt á Suna um at átaka sær at uppbyggja kriminaldeildina, sum skuldi setast á stovn í Føroyum. Eingin útbúgvin løgreglumaður var í Føryoum og tí mátti Suni til Danmarkar har hann tók eina rúgvu av kriminalskeiðum, samstundis, sum hann arbeiddi á kriminaldeildini í Næstved.
? Eg haldi, eg tók øll skeiðini, sum vóru á kriminaløkinum tá, men tað er tíverri komið so nógv afturat síðani. Tá var t. d. einki, sum kallaðist edv-kriminalitetur, so ..., sigur Suni og smáflennur.
Heimafturkomin starvaðist hann so sum leiðari á kriminaldeildini í 15-18 ár - hann minnist ikki sjálvur - og tey munnu ikki vera so fá, sum serliga minnast Suna sum kriminalpolitist.
Í 1988 varð hann so útnevndur støðleiðari í Havn. Táverandi støðleiðari, Niclas Akraberg Poulsen, gjørdist politiinspektørur og Suni fekk hansara starv. Hesum starvi hevur hann so sitið í til hósdagin tá hann hevði seinasta aktiva starvsdag. Komandi mánaðin gongur so við at hava summarfrí og tá 1. mai kemur er Suni Vinther fyrrverandi løgreglumaður.
Suni og drotningin
Suni Vinther gevst hjá løgregluni nú hann gerst 60 ára gamal. Henda møguleika hava løgreglumenn, men teir kunnu arbeiða til teir eru 63. Kortini valdi hann hesa loysnina, og í staðin fer hann at stákast við okkurt heima.
Men hann fer hvørki at ansa seyði ella rógva út, tí hann hevur hvørki trøð, seyð ella bát.
? Onnur í familjuni hava havt størri hug til tað enn eg, og tí helt eg, at tey skuldu sleppa framat. Men eg fari nokk ístaðin at brúka meiri tíð upp á Reyða Kross, sigur Suni Vinther.
Kona tín sigur, at nú sleppur tú, at gera tað, sum hevur ligið á láni í 37 ár. Hvat sigur tú til tað?
? Oyjøssus! Jú, har havi eg ríkiligt at tríva í eisini, so eg skal nokk fáa tíðina at ganga, sigur Suni Vinther, sum fyllur 60 ár tann 16. apríl. Tann dagin gloymir hann neyvan, tí hann er javngamal við Margrethu drotning, so var hann heima, so fekk hann nokk at hoyra, at hon hevur føðingardag.
Men tað verður hann ikki, tí hann og familjan fara út at ferðast tá tann stóri dagurin upprennur.
Sosialurin takkar Suna fyri samstarvið, meðan hann hevur verið løgreglumaður og ynskir honum alt tað besta nú eftirlønaraldurin byrjar. Sjálvur óttast hann kortini ikki fyri tí.
? Men munnu ikki timburmenninir fara at koma um einar tveir mánaðir, spyr hann ...










