og soleiðis endaði hann í Føroyum, higar hann kom tann 5. mai í 1837. Andreas Christian Lützen er soleiðis tann fyrsti Lützen í Føroyum, og eru øll av hesi ættini í Føroyum í dag undan honum. Hann giftist [...] Í hesum døgum hátíðarhalda skopuningar, at liðin eru 100 ár síðani, at loyvið varð givið til fyrstu føroysku prædikuna í eini føroyskari kirkju. Tað vóru skopuningar sum í august í 1902 savnaðu saman [...] loyvi til árið eftir. Í Skúlablaðnum hjá Føroya Lærarafelag er í desember í 1974 grein eftir Mariu Mikkelsen um A. C. Evensen. Har skrivar hon m. a., »?at stórur meiriluti av fólki í Skopum søkti um loyvi
Dánjal Pauli sat í landsstýrinum í seks ár. Dánjal Pauli hevur eisini verið við í mongum øðrum almennum størvum. Í 1957 varð hann valdur í jarðarráðið. Her sat hann til hann í 1975 fór í landsstýrið, tey [...] sum formaður í umboðsnevndini hjá SEV, sum hann tá hevði havt í 12 ár. Eisini hevur hann verið limur í sjónvarpsnevndini og brunatryggingini. Aftaná at vera farin úr landsstýrinum varð hann í 1980 valdur [...] tuberklum. Dánjal Pauli og Sigga eru tey av systkjunum, sum eru eftir á lívi. Dánjal Pauli gekk í skúla á Velbastað hjá Karin Samuelsen, sum er kend sum ein framúr lærari. Hon var lærari á Velbastað 1925-1945
»push-up« hesa løtuna í auluni á Læraraskúlanum, har 36 íðin fólk sita á staviskeiði í føroyskum Lagið er gott kring sokallaða »mannfólkaborðið«, har eini átta mans sita og rætta stavifeilir í einum teksti. Hetta [...] hesum snarskeiðnum í føroyskari stavseting, er Joen Remmer, flogskipari. Tá hann hoyrdi um skeiðið, var hann ikki í iva um, at hetta var júst nakað fyri hann. - Eg vildi gjarna ruddað upp í mínum stavifeilum [...] at títt trúvirði minkar í eygunum á øðrum, um tað, tú skrivar er fult av feilum heldur Joen Remmer. Í skemtingarsama mannfólkahorninum hitta við Gunnar Mohr, sum er stjóri í íløgufelagnum 14. - Eg kendi
seinnapartin í morgin fer at ganga inn á grasvøllin á Svangaskarði, verður fremsti maður í føroysku røðini Jákup Mikkelsen. Seinastu árini hevur hann verið upplagda valið at vera liðformaður. Dysturin í morgin [...] hann á heimavølli fer at verja føroyska málið. Í næsta mánaði skulu Føroyar spæla í Fraklandi og Rumenia. Eftir ætlan verður veteranurin eisini tær ferðirnar í føroyska málinum, men tað verður síðsta punktum [...] og so er tað málverjuplássið í KÍ. Barndómsfelagið er í tungum sjógvi, og bjargingarroyndin, sum stendur fyri framman, hevur stóran týdning fyri Jákup. - Men tá ið eg í morgin fari á vøllin á Svangaskarði
Aðrar umstøður Bæði í Kambsdali og í Hoydølum hava tey kór. Í báðum kórunum eru umleið fjøruti sangarar, og bæði kórini skulu syngja í morgin ? einar tríggjar ella fýra sangir í part. Harafturat fara [...] vikuna í eitt ár) ella á hástigi (fimm tímar um vikuna í tvey ár). Millum krøvini til hesar vallærugreinarnar er, at næmingarnir skulu vera við í einari konsert. Í fjør vóru næmingarnir á Kambsdali í Hoydølum [...] og tann í 3. S í Hoydølum fara at taka lut, umframt ein miðstigsbólkur í Kambsdali. Og harafturat fara ein HF og ein studentaskúlaflokkur í Kambsdali at vísa, hvat tey hava fingið burturúr í tónleikatímunum
vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.« Tað eru rættiliga nógvir føroyingar í Íslandi, sigur Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis [...] heldur seg til at byrja kortini. Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík. Men tað kom so har til, at húsið gjørdist
ættarliðið kennir tað sum skyldu í arvi av til dømis sethúsum at geva næsta ættarliðnum stóran ágóða í staðin fyri, í hvussu so er fyri ein part, at nýta tað, sum er vunnið í strevnum arbeiðslívi, at ferðast [...] ættarliðini eisini í mínum barnaárum fyri ein stóran part vóru saman um gerandisdagin, so er hann í dag soleiðis, at arbeiðið krevur tey vaksnu, og tey smáu eru á stovnum og í skúla. Flestu foreldur leggja [...] fyri. Greinarøð: Greinarøðin, Ábyrgd fyri egnari heilsu , tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir
virkin í ítrótti. Hann svam í hvussu er á ólavsøku 1913. Hann var eisini fimleikari og luttók í hvussu er í fimleikakapping í 1917. Á mynd hjá Birgar situr hann við steypi, og hevur hann helst verið í fremstu [...] har. Sámal var næstelstur av systkjunum. Hann giftist inn í Smiðjustovu í Bringsnagøtu beint yvir av Kjælnes húsinum. Smiðjanstovan Um húsini í Smiðjustovu skrivaði Caroline Heinesen, mamma William: Når [...] med Vilhelm Simonsen. Sanna er en dygtig kone. Sofus Rubeksen doyði í uttanlandasigling Sofus Rubeksen, sonur Hanus í Smiðjustovu, doyði í uttanlandssigling undir 2. heimsbardaga, 29 ára gamal. N.J. Arge
at roynt seg í hesi vinnuni, nú alt bendir á, at tað verður eitt stórt boom í hesi vinnu. Bara Transocean skal seta fleiri hundrað fólk í arbeiði í næstum til at nøkta tørvin á boriarbeiði í Meksikanska [...] størvini í tí virksemi, sum verður í sambandi við oljuleiting á føroyskum øki. Hann sigur annars, at spírin til at føroyingar nú eru inni í skipanini hjá Transocean varð lagdur á oljuráðstevnuni í Havn í mars [...] a borifelagnum Transocean. Teir hava verið á skeiði á nýggja og einasta skúla av sínum slag í New Orleans í statinum Virginia í USA. Talan er um fyrsta part av eini røð av skeiðum, sum skulu geva einum
síðan jarðaðir í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Konfirmerað Elsa varð konfirmerað í Lorvík. Tá skuldi “gangast til” í eina viku áðrenn konfirmatiónina. Hesa tíðina varð búð hjá skyldfólki. Í dag tekur tað [...] har hon var, til hon doyði 67 ára gomul. Judith er gift í Schweits og Nancy í Bretlandi. Hini børnini búgva í Havn og Argjum. Elsa gongur framvegis í kirkju og møti, har hon eisini hittir nógvar av sínum [...] burtur í haga. Eitt av børnunum hjá Óla kom at vera hjá teimum, og var hetta Oleif Petersen. Hann var sjey ára gamal. Hann búsettist í Danmark og koma at føra skip hjá DFDS. Tað var nógv jørð í húsinum