Ruddaðu upp í stavifeilum
Tað vóru 36 væl nøgdir luttakarar, sum í gjárkvøldið vóru lidnir á snarskeiði í stavseting hjá Jonhardi Mikklesen, lærara á Læraskúlanum.
- Eg trúði ikki, at tað bar til at hava tað stuttligt og læra føroyska mállæru samstundis, helt ein av luttakaranum fyri
<InvalidTag content="" name="Titel" />
<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<o:p> </o:p>
»Hatta er eitt slag av brósthaldara«, slær ein myrkhærdur maður fast<o:p></o:p>
Hinir nikka imponeraðir<o:p></o:p>
Nei, tað snýr seg hvørki um silki ella blondir, men um bendingarmynstir og orðið »push-up« hesa løtuna í auluni á Læraraskúlanum, har 36 íðin fólk sita á staviskeiði í føroyskum <o:p></o:p>
Lagið er gott kring sokallaða »mannfólkaborðið«, har eini átta mans sita og rætta stavifeilir í einum teksti. Hetta er sætta og seinasta kvøldið á skeiðnum og blýantarnir ganga títtir niður eftir tekstinum, har eitt ð verður strikað her, eitt komma sett inn har og so framvegis.<o:p></o:p>
- Jú, nú gongur munandi frægari at rætta feilir, enn tað gjørdi í byrjanini, heldur ein fyri.<o:p></o:p>
- Tað er eisini líka við, at man er farin at freistast at lesa bløðini við reyðum rættipenni í hondini, tí man sær knappliga stavifeilir allastaðni, sigur ein annar.<o:p></o:p>
Ein av teimum, sum er við á hesum snarskeiðnum í føroyskari stavseting, er Joen Remmer, flogskipari.<o:p></o:p>
Tá hann hoyrdi um skeiðið, var hann ikki í iva um, at hetta var júst nakað fyri hann.<o:p></o:p>
- Eg vildi gjarna ruddað upp í mínum stavifeilum, til dømis ð og kommafeilir, tí eg skrivi rættiliga nógvar mailar hvønn dag. Og so haldi eg eisini, at tað at duga at stava, er nakað heilt grundleggjandi, sum man eigur at duga, sigur Joen Remmer.<o:p></o:p>
Tað hevur heldur ikki bøtt um stavingina, at hann hevur búð niðri í 14 ár, og hesi árini stórt sæð ikki hevur skrivað føroyskt.<o:p></o:p>
- Eg havi fleiri ferðir ætlað mær at gjørt okkurt við tað, men satt at siga havi eg ikki hættað mær undir mállærubøkur sjálvur. Tað fantastiska við hesum skeiðnum er, at Jonhard Mikkelsen dugir so væl at greiða frá mállæru uppá ein ótrúliga einfaldan máta, so tú skilur tað.<o:p></o:p>
Joen Remmer leggur afturat, at eftirhondini fer so nógv samskifti fram skrivliga, at brøv og teldupostar ofta eru einasta inntrykkið, tú hevur av fólki.<o:p></o:p>
- Eg havi til dømis ongantíð sæð mín bankaráðgeva, sjálvt um eg haldi meg kenna hann væl gjøgnum teldupostar, smílist hann.<o:p></o:p>
Tá teldupostar soleiðis kunnu blíva mátin, tú fatar ein persón, kanst tú byrja at stúra fyri, at títt trúvirði minkar í eygunum á øðrum, um tað, tú skrivar er fult av feilum heldur Joen Remmer.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Í skemtingarsama mannfólkahorninum hitta við Gunnar Mohr, sum er stjóri í íløgufelagnum 14. <o:p></o:p>
- Eg kendi meg heilt einfalt ikki nóg vísan í, at tað, eg skrivaði var rætt stavað. Tað eru jú rættiliga nógv ár eftirhondini, síðani eg gekk í skúla, sigur Gunnar sum ikki ivaðist, nú møguleikin var fyri at fáa ruddað rinagstu feilirnar av vegnum.<o:p></o:p>
Eisini Gunnar skrivar rættiliga nógv brøv í sínum dagliga starvi, og har er ikki "ráð" til at hava stavifeilir<o:p></o:p>
- Brøvini, eg skrivi í mínum arbeiði, skulu oftast vera stutt og sera neyv, og tá skal lítið til, áðrenn okkurt kann misskiljast, um málið er sløsut. Tú kanst heldur ikki vænta at verða tikin seriøst, um tað tú skrivar er fult av feilum, heldur Gunnar, sum er glaður um, at tað nú er eydnast at fáa flestu ð'ini uppá pláss.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Millum dámurnar hitta vit Eriku Lómstein Petersen, sum er skrivari á Ílegusavninum. Har rættlesur hon nógvar tekstir umframt at hon skrivar nógvar fundarfrásagnir.<o:p></o:p>
- Eg havi lagt merki til, at tað eru nøkur ting, sum eg javnan ivist í, og tað vildi eg havi uppá pláss. Eisini trongdi eg til at fáa uppfrískað onkra av mállærureglunum frá skúlatíðini, sigur Erika, sum dámar væl hendan máta at læra seg at stava.<o:p></o:p>
- Hetta við at sita í bólkum riggar øgiliga væl, tí vit kunnu sita og diskutera ymiskt og hjálpast at. Og so hava vit tað rættiliga stuttligt eisini, sigur Erika, sum heldur ikki ivaðist, tá hon hoyrdi um hetta skeiðið<o:p></o:p>
- Hetta var akkurát tað, eg havi bíðað eftir. Eg havi fleiri ferðir ætlað mær at farið á til dømis Føroyamálsdeildina fyri at læra føroyskt betri, men tá man hevur fulltíðararbeiði, er tað ikki so lætt at fáa tað at passa inn. So hetta var júst tað, eg hevði brúk fyri, sigur Erika.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>Dømi um vanligar stavitrupulleikar:<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Lúnsk einsljóðandi orð <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Við hvørt renna tvey orð saman í framburði. T.d burtur úr sagnorðinum at gera<o:p></o:p>
fáa vit hann ger. Hetta sagnorðið ger rennur saman við navnorðinum ein gerð. <o:p></o:p>
Hann ger eina góða gerð. Hann fer sína ferð í morgin. (Men tá ið vit baka ella <o:p></o:p>
bryggja, brúka vit ger.)<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Vanliga er tað soleiðis, at navnorðið fær ð.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Hugsháttur – einki ð <o:p></o:p>
Tá ið tú ynskir, at eitthvørt, tú onga ávirkan hevur á sjálvur, skal verða veruleiki. <o:p></o:p>
Vanliga brúkt, tá ið tú heilsar fólki, ella tá ið tú tekur dýran til. <o:p></o:p>
Heilsan:  Jesus fylgi tær <o:p></o:p>
Gud signi mítt føðiland <o:p></o:p>
Gævi (Gud gevi) at alt gekst væl <o:p></o:p>
Hann leingi livi <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Eiðir: <o:p></o:p>
Fanin brenni <o:p></o:p>
Devilin turki<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Hava, vera, verða, blíva, fáa +ð <o:p></o:p>
Tá ið orðini hava, vera, verða, blíva, fáa standa hjá sagnorði, endar sagnorðið <o:p></o:p>
við -ð <o:p></o:p>
Dømi:hevur livað, er skrivað, fáa kvøðið, blíva bitið <o:p></o:p>
Hetta sniðið við -ð verður við hvørt blandað saman við 1. persón eintal til <o:p></o:p>
dømis: *eg sitið, sum ivaleyst er smittað av sniðnum eg havi sitið. <o:p></o:p>
Reglan er henda: stendur eg framman fyri sagnorði, fær sagnorðið ikki -ð. <o:p></o:p>
Rættilykil: set inn dømd ella dømt<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
Royn teg nú<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Hetta er teksturin, luttakarnir á skeiðnum sótu og rættaðu í gjárkvøldið. Royn og vita, hvussu nógvar feilir tú finnur, og fá svarið í blaðnum í morgin<o:p></o:p>
– Yes, babe – hon blotnaði eisini tá ið eg segði <o:p></o:p>
„babe“. Eg hevði snarað fastir um lítla?ngur <o:p></o:p>
síðan eg var smádrongur. Hon hevði longst eftir <o:p></o:p>
tiltaluni „babe“ alt lívi til fánýtis – at eg segði tað <o:p></o:p>
nam við onkrar serligar hjartastrongir. <o:p></o:p>
Hon skonkti og so pakkaði hon upp. „Hilmar <o:p></o:p>
! Hilmar! my hero – hevur tú keypt mær hesa?“ <o:p></o:p>
– Yes, babe. <o:p></o:p>
Hon drønaði in í kamari og kom út aftur sum <o:p></o:p>
fullrigga. Sum klipt úr Kvinnu. <o:p></o:p>
Blusin sat sum stoypt á hesum lítla skropnaði <o:p></o:p>
kroppinum. Hevði hon brúkt push-up og rætt <o:p></o:p>
ryggin eitt vet hevði hon sæð út sum ein 18 ára <o:p></o:p>
gomul.  <o:p></o:p>
18 ár heilt upp til har húðin kom undan <o:p></o:p>
hálsinum. Tá var hon ikki 18 meira. Longur upp <o:p></o:p>
tú komst longur komst tí burtur frá 18. Hon <o:p></o:p>
snerktist upp longur upp tú komst. Og so hevði <o:p></o:p>
hon brillur við dubultum gløsum so hon gánaði <o:p></o:p>
og snerkti hvørja ferð hon hugdi upp. Tað gjørdi <o:p></o:p>
alt eyvita nógv verrið. <o:p></o:p>
Men men innan fyr rukkurnar og lyvraplett- <o:p></o:p>
arnar var fastur yngri enn nógvar yngri eg kendi. <o:p></o:p>
Bannið uppá at sinnalagi og blusin matsjaðu. <o:p></o:p>
Tað var bara henda vælsignaða húðin sum gjørdi <o:p></o:p>
at ikki sást longur inn. Tað sást ikki inná botn, <o:p></o:p>
og tað var spell. Hon var so ung í tí at hon hevði <o:p></o:p>
garantera gingi í g-strongi hevði hon ikki ræðst <o:p></o:p>
so illa mostir.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Jonhard Mikkelsen, lærari, heldur eyga við, hvussu tað gongur at rudda upp í stavifeilunum<o:p></o:p>