Í okkara samfelag og samfeløgum av sama slagi kundu hugtøkini og vendingarnar, sum verða nýtt um tey eldru, bent á, at hesin aldursbólkurin verður mettur at vera trupulleiki í samfelagnum, sum kostar nógvar pengar, og sum er vaksandi og harvið fer at kosta uppaftur fleiri pengar og at vera til uppaftur størri ónyttu.
Tað er gott hjá okkum øllum, at tey sjúku, veiku og tyngdu av aldri fáa ta umsorgan, tey hava uppiborið. Tað er eitt fátækt samfelag, sum ikki hevur ráð til ta uppgávuna, og sum ikki megnar meiri enn diskountloysnir fyri tey veiku.
Tíbetur er tað soleiðis, at mong, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum, og sum eru á veg av arbeiðsmarknaðinum, eru væl fyri og harvið før fyri at geva stórt íkast til okkum yngri. Spurningurin er, nær vit so spakuliga verða bólkað millum tey eldru. Ein segði mær fyri stuttum, at hann hevði fingið tilfar frá fakfelagnum, har tað varð tosað um eldrapolitikk fyri tey, sum vóru 55 ára gomul.
Tað er hugstoytt hjá teimum, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum og eru væl fyri, at kenna seg sum eldratrupulleika og eldrabyrðu. Mín boðskapur er, at samfelagið hevur brúk fyri hesum fólkunum, og at tað er mennandi fyri hesi, tá ið tey eru tilvitað um, at vit hava brúk fyri teimum í uppaftur størri mun, enn vit nakrantíð áður hava havt tað.
Eldra ættarliðið aftrar seg við at seta krøv. Eg kenni væl typuna, sum heldur tað vera ófólkaligt at vísa á hol og manglar. Men tilvitanin um førleikar og týdning eigur at skunda undir, at tey eldru kenna tað sum sjálvsagt og neyðugt at vera við í at skifta orð um og skunda undir, at umstøðurnar hjá teimum verða betraðar. At tey eru við til at seta dagsskránna í kjakinum um eldrapolitikk.Sjálvandi.
Og sjálvandi skulu tey eldru hjúkla um seg sjálvi. Munnu tað vera nógv onnur samfeløg, har eldra ættarliðið kennir tað sum skyldu í arvi av til dømis sethúsum at geva næsta ættarliðnum stóran ágóða í staðin fyri, í hvussu so er fyri ein part, at nýta tað, sum er vunnið í strevnum arbeiðslívi, at ferðast fyri og á annan hátt at hjúkla um seg sjálvan?
Hans Andreas Djurhuus yrkir í Kongaríkinum í Babylon um dreingin, sum fer avstað og hevur eydnuna við sær í ríkinum, sum liggur so langt frá Fjallafonn. Tá ið hann hevur funnið prinsessuna og triumferandi kemur aftur av longu ferðini, er tað abbanum, sum hann sigur frá um sucessina: Abbi mín, abbi mín her komi eg!
Hetta vísir natúrliga sambandið millum tey eldru og tey yngstu. Drongurin finnur beinu leiðina til abban, og abbin lurtar. At hetta verður varðveitt, og at hetta verður styrkt er týdningarmikið. Tað er ikki minst í hesum leiklutinum, at tey eldru eiga ein veldugan leiklut, sum fyri framtíðar føroyingar er sera týdningarmikil.
Eg eri ikki uppvaksin saman við ommum og abbum. Tey vóru farin, áðrenn eg dugdi á at skyna. Eg minnist væl, hvussu glaður eg var, tá ið omma vinmannin eina ferð segði, at eg kundi gott kalla hana fyri ommu! Fyri okkara børn hava ommurnar og abbarnir havt týdning, og soleiðis fer tað vónandi eisini at verða í framtíðini. Tað er eisini ein ábyrgd hjá foreldrunum miðvíst at verða við til at knýta sambandið millum teirra foreldur og børn.
Tíðin ber við sær, at gerandisdagurin er meiri sundurliðaður millum ættarliðini, enn hann hevur verið tað. Meðan ættarliðini eisini í mínum barnaárum fyri ein stóran part vóru saman um gerandisdagin, so er hann í dag soleiðis, at arbeiðið krevur tey vaksnu, og tey smáu eru á stovnum og í skúla. Flestu foreldur leggja seg nógv eftir at eiga kvalitetstíð saman við børnunum, og tað er mín fatan, at støðið í stovnunum, sum taka sær av børnunum, er høgt.
Mínar royndir eru, at stovnarnir royna at inndraga eldru ættarliðini í teirra gerandisdag. Tað er frálíkt. Kanska hava foreldrini ikki altíð umstøður at møta upp. Men fyri stovnarnar og ikki minst fyri børnini hevur tað alstóran týdning, at ommur og abbar raðfesta tað høgt at vera við í sovorðnum tiltøkum. Hetta er heilt víst týdningarmikið fyri stovnarnar, hetta er stór íløga fyri børnini, og hetta gevur heilt víst eldra ættarliðnum nakað. Hvat kann vera størri, enn tá ið tey smáu, sum drongurin, ið kom aftur úr kongaríkinum í Babylon, fáa høvi at fortelja ommu og abba um og vísa tað fram, sum tey hava fyrireikað, ganga uppí og kenna hava týdning fyri seg?
Nýggja ættarliðið hevur nógv fleiri møguleikar at velja ímillum, enn mítt ættarlið hevði, og uppaftur fleiri møguleikar enn tey hava, sum nú eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Spurningurin er, hvat skal veljast, og hvat skal veljast frá. Um tað skal eydnast børnunum og teimum ungu at fóta sær og liva við støðugum valum og frávalum, so er grundleggjandi førningurin frá fyrstu barnaárunum ógvuliga týdningarmikil.
Her haldi eg, at tey eldru eiga at vera tilvitað um, at tey eisini kunnu vera við. Eg sigi ikki, at tey skulu troka foreldrini av. Øll foreldur treingja til, umframt at slappa av frá arbeiðinum, eisini at hava fríløtur saman við hjúnarfelagnum og vinum og uttan børn. Tá eru ommurnar og abbarnir ofta hent sum daddur. Innanfyri rímiligar karmar munnu tey flestu kenna tað at vera saman við barnabørnunum at vera ein forrætt. Tilvitanin um hetta sum týdningarmikla íløgu er góð. At sáa treytaleysan kærleika og grundleggjandi álit í tey smáu ber frukt, tá ið hesi verða vaksin og skulu taka nógvar avgerðir. Hetta at nina ella sita undir er kanska ikki so útbreitt, sum tað var. Í sovorðnum løtum kenna børnini vælveru, og tey elska at hoyra um Kongaríkið í Babylon og meiri av tí slagnum.
Tað, sum tey eldru kenna at vera vælveru, verður vælvera hjá teimum smáu. Foreldraættarliðið fær ágóða burturúr tí, og harvið samfelagið alt, sum tað er. Tey eldru eru gráa gullið, og tað er sera týdningarmikið, at tit eru tilvitað um tað og lyfta leiklutinum. Tað hava vit øll brúk fyri.
Greinarøð:
Greinarøðin, Ábyrgd fyri egnari heilsu, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: Hvat kanst tú sum eldri sjálvur gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?
Teir átta fyrilestrahaldararnir eru:
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Leila á Lofti, fysioterapeutur
Jógvan Róin, lækni
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
Jógvan Fríðrikson, prestur
Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði