London. Tað er Watford, sum syrgir fyri uppihaldi og mati o.s.fr., meðan teir eru í felagnum. Jákup í Stórustovu sigur, at tað er eitt sindur ymiskt, hvussu áhugin fyri føroyskum fótbóltsspælarum er í eitt [...] dagarnar skulu venja við 2. deildarfelagnum Watford FC. Tað er millumhandlarafelagið Nordplayer, sum hevur fingið hetta í lag. Jákup í Stórustovu, sum er umboð hjá Nordplayer í Føroyum, sigur, at tað hevur tikið [...] Heðin á Lakjuni eisini við A-landsliðnum, sum var á venjingarlegu í Spania. Men nú er alt komið upp á pláss, eingin forðing er í tí, at Føroyar ikki eru limir í ES, arbeiðsplássini hava víst vælvild, og leygardagin
fyrimununum er at ein er rættuliga fríur, kann gera alt hvat ein vil, eisini eru nógvar nýggjar avbjóðingar. Ein lærir at gera mat, hehe... ein lærir eisini at standa á egnum beinum og er ikki undir "uppsýni" [...] ári í studentaskúlanum og búgva í Studentaskúlaheiminum á Berjabrekku. Olga er 19 ára gomul og kemur heiman av Sandi. Anita er 18 ára gomul og kemur úr Sandavági. Hví hava tit valt at flyta heimanífrá? [...] Anita: Pengapungurin er skrallaður í endanum av mánaðinum, eingin morgunmatur á borðinum tá ein vaknar. Olga: Ein fær ikki døgurða hvønn dag, hehe... Tað at koma upp hvønn morgun, tað er lættari at koma upp
forðingar umborð, hvat viðvíkur stødd og viðfestingum, so er tann besta og ókaksleysasta útgávan so avgjørt HTML útgávan, og vald sm »sjálv-útpakkandi« (exe). Eru spurningar ella uppskot, so er e-mail adressan: [...] at lesa á telduskíggjanum ? og løtt at finna runt í. Er býtt sundur í partar á 50 kb, men verður tó sett saman aftur til eitt umborð. Zip útgávan er í veruleikanum tann sjálvútpakkandi útgávan, men goymd [...] Zip fílum. (Sí niðanfyri) Print-útgávan er allar greinir í eini langari røð - klárar til útskrivt, og finst hendan eisini í vanligu HTML útgávuni. Print-útgávan er sostatt hesin parturin einsamallur - og
400 krossar. Møguleikin er fyri góðum vali, men spurningurin er, hvat veljarin heldur um politiska atburðin hjá Tobba. ? Tá tú hevur greiðar meiningar og sigur tað beint sum tað er, so gerst ofta heitt í [...] ? Men fólk eiga at vita, hvat eg standi fyri, og hvør hugsjónin hjá mær er. Hann vil ikki meta um, hvussu nógvar atkvøður hann kann fáa á valinum í næstu viku, men málið er at fáa eins nógvar sum seinast [...] umborð á skipi er nógv harðari, enn tað er í politiska heiminum, men eg dugi onga orsøk at síggja til, at allir politikarar skulu tosa hvønn annan eftir munninum, sigur Torbjørn Jacobsen. ? Tað er stórur vandi
kjakið í Føroyum. ?Kjakið er óaktuelt. Tað er fullkomiliga ósannlíkt, at hetta kemur ígjøgnum í løgtinginum. Kjakið í dag er fullkomiliga nyttuleyst. Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt síðuspor, sum man [...] ein felags fíggindi. Eg sigi ikki, at tað er tað, men, tað kann vera, at tað er so! Soleiðis skrivar Bergur Jacobsen í einum lesarabrævi fyrr í vikuni. Hetta er enn eitt íkast til nógva kjakið um skrásett [...] tú, at tað er øgiliga stórur munur á lívsháttinum hjá teimum, sum ganga í kirkju, í mun til onnur. Soleiðis er tað ikki í Føroyum. Eg skal ikki siga, at tey finna sær ein fígginda, men tað er ein møguleiki
ávirkan á, hvussu blaðið kemur at síggja út, og er hetta bert at fegnast um. Men hvat hevur Yngd so at bjóða lesarum sínum hetta komandi árið. Jú, málsetningurin er greiður. Miðað verður alla tíðina ímóti at [...] eitt nýtt ár túsund. Men samstundis, sum eitt nýtt tíðarskeið er byrjað í søgu okkara, so fer Yngd eisini undir eina nýggja byrjan. Nýtt fólk er sett í starv á Yngd redaktiónini, og hetta kemur sjálvandi [...] meira livandi og spennandi blað, sum fyrst og fremst er ætlað yngru lesarunum hjá Sosialinum. Innihaldið í blaðnum kemur at spenna víða. Ætlanin er, at vit taka upp nakað av tí, sum rørir seg millum ungdómin
tíð, tá neyðugt er at skifta bilin út ella keypa nýggjan bil. Tað er ikki vanligt at sølan veksur í desember mánaða, og tað ger hon heldur ikki í ár, sigur Eivind av Reyni, sum kortini er nøgdur við sølutølini [...] , verður mest selda bókin í ár. Karin Meyer, leiðari í Kallkyn: Sølan er avgjørt størri í ár, og um vit meta um sølutølini, er ikki óhugsandi, at vit selja fyri 20 - 30 pst. meira í ár enn í fjør. [...] spyrja ikki, hvat klæðini kosta. Eg havi varhugan av, at tey heldur vilja keypa dygdarvørur og tílíkt, sum tey hava brúk fyri, sigur Karin Meyer, sum heldur, at sølan hetta árið sum heild er hevur verið
vita, hvat er íroknað prísinum tá. ? Nógv er ókeypis umborð, men tað er kortini skjótt at brúka pengar, sigur hann. Skipið er umleið 40 metrar breitt, og tað ger, at tað ikki tykist, sum um at ein er umborð [...] hátt, at antin skrivaðu tey á ein lepa, hvat tey ynsktu, ella fóru tey inn á sjónvarpið og skrivaðu inn á eitt slag av tekstvarpi, hvat tey ynsktu til morgunmat og hvat klokkan. Og so komu tey við matinum [...] nýggjasta, størsta og allarhelst dýrasta ferðamannaskipinum í heimsflotanum, har so gott sum alt er er ókeypis, ljóðar sum ein dreymur. Fyri mong verður tað helst eisini verandi ein dreymur. Men fyri tey
annað enn at rinda Taks sítt meirvirðisgjald. Taks er bara ein simpul kreditorur millum aðrar kreditorar, og soleiðis er tað bara. Eivind Jacobsen er tendraður, nú hann bjóðar kaffi í miðhæddini í gamla [...] fór fyri 700.000 krónur. Hvat var tá virðið, eftir tínum tykki? - Goymslan var so verd tvær milliónir. Sjálvandi er ringt at meta um bygningin, hann stendur jú á Strondum. Men hvat kostar tað at byggja ein [...] hann er ein beiskur maður ídag:. - Nei, eg eri skít líkaglaður. Farið er farið. Eg dugi at gera máling og kundi fyri sovítt byrjað í morgin. Men fyribils geri eg einki, sigur Eivind Jacobsen. Hann er greiður
Tað er misjavnt, hvat menn halda um miðalvektina á seyðinum í ár. Í onkrum økjum siga menn, at vektin er betri enn í fjør, og aðrastaðni verður sagt, at vektin er undir miðal. Sum skilst, eru menn [...] ikki so væl at, og sama er í Suðuroy. Kortini siga teir, at í summum hagum í Suðuroy er miðalvektin í ár á leið hin sama sum í fjør, og í onkrum hava er hon betri. Samanumtikið er helst rætt at siga, at [...] at miðalvektin norðan fyri er betri í ár, meðan hon sunnan fyri - sum heild - er heldur lakari.