Tað fær ongar avleiðingar fyri mítt viðkomandi

Bergun Kass sigur, at hon føldi seg noydda til at ganga ímóti samgonguni í býráðnum

– Eg føldi meg noyddan til at taka undir við, at grundstykkini kundu býtast um.

Tað sigur Bergun Kass, býráðslimur í Havn fyri Framsókn.

Bergun Kass er við í meirilutanum á býráðnum, men í gjár gekk hon ímóti meirilutanum tveimum umstríddum málum - og sostatt var hon avgerandi fyri, at tey vórðu samtykt.

Tað var beint ímóti tilmælinum hjá restini av samgonguni í býráðnum og tað var eisini beint ímóti tilmælinum frá umsitingini.

Annað málið var um at leingja leigumálið um go-kart breytina á Skarðshjalla.

 

Les meiri um tað her: sleppa at koyra stuttleikakoyring í minst tvey ár afturat

 

Hitt málið var um at geva einum borgara, sum hevði fingið grundstykki frá kommununi, loyvi til at lata ein annan fáa grundstykki, hóast hann ikki hevur goldið tað.

Les meiri um tað her. Hetta er farið fullkomiliga av sporinum

Hesi bæði málini førdu til, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava klagað býráðslimirnar fyri Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, og Bergun Kass, fyri Kommunala eftirlitinum.

Les meiri um tað her: Býráðslimir í Havn klagaðir til landsstýrið

Bergun Kass sigur, at hvat henni viðvíkar, fær hetta ongar avleiðingar fyri samstarvið í samgonguni annars.

Hon heldur nevniliga, at hesi bæði málini eru ikki samgongumál, men einstøk mál, sum ikki nerva samgonguna.

Í samgonguni hava vit lagt tær stóru linjurnar, og hava samtykt eina fíggjarætlan, og tað hevur einki við einstøk mál, sum hesi bæði at gera, sigur hon.

Tey, sum samtyktu at halda fram við go-cart breytini halda ikki, at tað nakað av nøkrum fyri tað, um tað heldur fram í tvey ár afturat, til roynt verður at finna eina loysn.

Men hvat loyvinum at býta um grundstykki viðvíkur, er støðan eitt sindur fløktar.

– Tað sum er øgiliga týdningarmikið hjá mær er, at borgarin er tryggur í samskiftinum við kommununa, og at fólk føla at tey eru javntsett við øll onnur, sigur hon fyri.

Hon sigur, at Tórshavnar Kommuna er ein sterk eind – og hon er nokk so akademisk eisini, og hetta kann skapa eina frástøðu til borgaran.  

Tað er ikki vist, at tað, sum umsitingin í kommununi hugsar, er so sjálvsagt fyri borgaran, heldur hon.

Hon sigur, at av tí, at kommunan og borgaran ikki eru á jøvnum føti, hvørki í hugsunarhátti ella á vitanarstøði, er tað alneyðugt at hava greiðar reglugerðir, greiðar mannagongdir og eitt umsitingarligt arbeiðslag, sum er greitt, og sum borgarin er væl kunnaður um, og sum er ítøkiligt fyri borgaran.

Bergun Kass sigur, at nógv viðurskifti ímillum borgara og kommunu, eru av størsta týdningi fyri borgran, og í hesum føri snúði tað seg um eitt grundstykki.

– Í hesum sambandi eiga vit at ansa eftir, at øll viðurskifti eru púra greið, og at vit ikki viðurskifti, sum eru ógreið, sigur hon.

Annars førdu Fólkaflokkurin og Tjóðveldi fram, at hvat grundstykkjum viðvíkur, eru viðurskiftini púra greið, men har er Bergun Kass ósamd, tí hon heldur, at har eru onkrar grá øki ímillum.

Tí føldi hon seg noydda til taka undir við málinum, sigur hon. Hon sigur, at eitt nú stendur ikki í reglugerðina, hvussu farast skal fram í teimum førum, har persónar býta grundstykki ímillum sín.

— Viðhvørt gevur kommunan loyvi og viðhvørt ikki. Tað er hetta, ið eigur at verða lýst út í æsir í reglugerðini, sigur hon.

Hon sigur, at tað má verða rættarstøðan hjá tí borgarunum, sum hevur størstan týdning.

Og samstundis mátti málið avgreiðist beinanvegin, og sostatt vóru ikki stundir til at bíða eftir einum rættarmáli.

Tí vónar hon, at hetta málið hevur við sær, at reglugerðir og tilfar um útstykkingar verður dagført og greitt, soleiðis at tað er óneyðugt, at  politikarar yvirhøvur verða ein partar av slíkum málum.