Fleiri enn 3000 luttakarar eru á oyggjaleikunum, sum ikki bara er ein stór ítróttarhending fyri føroysk ítróttarfólk, men eisini ein, sum sæst aftur millum stóru skipaðu altjóða kappingarnar. Hóast amatørstøði eru oyggjaleikirnir í roynd veru størri enn eitt nú vetrar olympisku leikirnir.
Leikirnir bara vaksa fyri hvørt ár, og við teimum fylgir størri og størri ábyrgd. Nú hevur World Anti Doping Agency – WADA – álagt at innføra dopingeftirlit og kanningar til komandi leikirnar, sum vera á Álandi í 2009.
Neyðugt fet
Helgi Winther Olsen er ábyrgdarhavandi dopingeftirlit hjá Anti Doping Danmark. Tað vil siga, at Helgi hevur evstu ábyrgd av kanningum, sum verða gjørdar, og hann heldur at her er talan um eitt neyðugt fet at taka.
– Rætt og slætt fyri at skapa størri seriøsitet kring kappingina, at gera hana meira legitima og fullførda, sigur Helgi Winther Olsen. Hann vísir á, at oyggjaleikirnir í løtuni liggja í einum lumma, har íðkararnir í roynd og veru kunnu gera alt, sum WADA stríðir ímóti.
– Tí er tað gott, at vit longu hava innført eitt ávíst eftirlit í Føroyum, og eru uppá forkant og kunnu stuðla undir kravið frá WADA, heldur Helgi Winther Olsen.
Hann vónar tó, at kravboðini frá WADA fara at skunda enn meiri undir arbeiði í Føroyum.
– Vónandi fer tað eisini at geva meiri meining fyri ítróttarfólkini, at tey verða kannað. Tí tá tey kunnu rokna við at vera kannað til oyggjaleikirnar, so eiga vit eisini at kanna okkum í heimligu kappingunum. Eisini so tey eru fyrireikað uppá hvat tað er fyri nakað, ið møtir teimum til eina slíka roynd, og ikki minst at gera tey varug við, hvat er ólógligt og hvat ikki er, sigur Helgi Winther Olsen.
Upplýsing
Hetta við upplýsing er eitt av lyklaorðunum í herferðini móti doping. Tí fólk kunnu uttan at vita tað taka evni, sum ikki eru lóglig sambært dopinglistanum. Eitt nú er heilivágur móti astma ólógligur. Tekur tí slíkan og verður kannaður, so fellur hamarin.
– Tað krevst serlig váttan og góðkenning til at nýta heilivág av hesum slagnum, og hevur tú ikki hana, so verður tú testaður positivur, sigur Helgi Winther Olsen. Men er tað ikki órímiligt, at ítróttarfólk kunnu verða testað positiv í royndum sum hesum, tá tey í bestu sannføring taka heilivág, læknin hevur tilrátt teimum?
Nei, sigur Helgi Winther Olsen.
– Tað órímiliga er, at fólk ikki eru nóg væl upplýst. Tí nógv tey flestu, ið verða tikin, eru ikki greið um, at tey eru dopað, og kundu kanska heldur ongantíð funnið uppá tað. Men tað er uppgávan hjá einstaka íðkaranum at syrgja fyri, at hann hevur alt sítt upp á pláss. At hann einki ólógligt tekur, ella um hann so av sjúku ella aðrari orsøk, verður noyddur at taka ávís evni, ið eru skrásett ólóglig, so at fáa váttan og góðkenning til hetta, sigur Helgi Winther Olsen.
Hesa góðkenning, Helgi nevnir, er ikki ein tú fært frá tínum vanliga lækna, men ein sum skal útskrivast av Sølva Winther Olsen, ?????.
Red bull ólógligt
Síðani nevnir Helgi dømir um evni, sum á ongan hátt eru fremmand hjá vanligum fólki, men verða mett ólóglig.
– Ávísar tablettir móti forkølilsi innihalda ólóglig evni. Orkudrykkurin Red bull hevur efidrin í sær, sum er ein leivd av amfetamin, og tí verður tað eisini testað positivt í eini dopingroynd. Harumframt verða vanlig rúsevni eisini sporað í eini slíkari roynd, vísir Helgi Winther Olsen á.
At enda sigur Helgi Winther Olsen, at enn er eingin testaður positivur í eini dopingroynd í Føroyum. Hann metir heldur ikki, at nógv doping er í føroyskum ítrótti og í oyggjaleikunum.
Men verður tú testaður positivur í eini roynd, er minsta revsingin tríggjar mánaða útilokan frá ítróttargreinini. Harumframt sleppur viðkomandi ikki at venja ella vísa seg í ella undir nøkrum, sum hevur við Ítróttarsamband Føroya at gera hetta tíðarskeiðið. Revsingin kann eisini vera upp til lívstíð.