Um vikuskiftið fer Javnaðarflokkurin at hava landsstevnu og eins og hjá øðrum flokkum, so verður landsstevnan ein gjøgnumgongd av tí, sum farið er fram síðani seinasta landsfund.
Men landsstevnan er ikki bara afturlítandi, tí eins væl og hugt verður aftureftir, so verður sett út í kortið til tær stóru viðgerðir, sum bíða fyri framman.
Og tað er eingin loyna, at tað bíða veruliga stórar viðgerðir fyri framman.
Størsta málið - ella í hvussu er tað málið, sum fær mestu umtaluna í løtuni - er fullveldisspurningurin.
Lítið hevur verið at hoyrt til Javnaðarflokkin síðani Hvítabók varð almannakunngjørd, men tað er ikki tí, at flokkurin ikki ætlar sær at vera við í orðaskiftinum.
Tað er tí, at flokkurin ætlar sær at koma við einum væl fyrireikaðum útspæli sum fær undirtøku frá landsstevnuni.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at hetta útspælið kemur út á seinnapartin leygardagin, og tað fer at boða frá teirri leið, sum Javnaðarflokkurin ætlar sær at halda í hesum málið.
Vanlig landsstevna sum so
Henda landsstevna floksins er ikki øðrvísi enn so mangar aðrar undan henni, men málini, sum standa á politisku dagsskránni eru stór og týdningarmikil, og tí er formaðurin í flokkinum eitt sindur keddur av, at tað eina málið kann enda við at fara við so nógvari tíð.
? Tað sigur seg sjálvt, at eitt mál, sum fullveldismálið fer við nógvari tíð, av teirri einføldu orsøk, at tað er so stórt og so ótrúliga umfatandi. Men kortini fari eg í formansfrágreiðingini at royna at hyggja at øðrum málum eisini. Alt annað hevði verið at gjørt gjøldur við teimum.
Formansfrágreiðingin kemur tí at vera í tveimum pørtum, har annar parturin er afturlítandi á tað, sum er farið fram, meðan hin parturin fer at hyggja at tí, sum liggur fyri framman, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.
Og tað skuldi gjarna enda við eini yvirlýsing, sum landsstevnan kann taka undir við.
Henda yvirlýsing fer sum sagt at boða frá hvør leiðin verður, sum Javnaðarflokkurin fer at halda í málinum um ríkisrættarligu broytingarnar eins og í øðrum stórmálum við.
Hvat sigur Stavad
Beint eftir viðgerðina av virkisskránni fer danski skattamálaráðharrin Ole Stavad á røðarapallin.
Ole Stavad gjørdist næstformaður í danska Javnaðarflokkinum fyri nøkrum árum síðani, tá hann var uttanfyri stjórnina.
Orsøkin til at Ole Stavad fór frá var, at hann varð raktur av eini skattagølu, í sambandi við, at Spar Nord yvirtók ein annan peningastovn í Norðurjútlandi.
Seinni vísti ein kanning kortini, at Ole Stavad var ósekur, og tað beindi fyri seinastu forðingunum fyri at hann aftur kundi gerast ráðharri.
Tað er tí ein av teimum tungu monnunum í donsku stjórnini, sum hesaferð kemur á vitjan, og tí er Jóannes Eidesgaard sera spentur upp á hvat Stavad fer at siga.
Aftursvar til Jóannes
Seinasta vikuskiftið var Jóannes Eidesgaard gestarøðari á landsfundinum hjá danska javnaðarflokkinum og tá helt hann eina rættiliga kontanta røðu um ríkisrættarligu viðurskiftini við serligum atliti til tær broytingar, sum standa fyri framman.
? Tí vænti eg, at Ole Stavad fer at svara upp á tað, sum eg tosaði um á fundinum í Odense, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki dylir fyri, at hann er sera spentur uppá tey boð sum danskir politikarar hava til komandi samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar.
Hann vísir á, at danir higartil einki hava vilja sagt nakað sum helst um ríkisrættarligu broytingarnar, tí tað er ein føroyskur spurningur.
Donsku boðini fara at geva okkum eina ábending um hvat vit kunnu vænta okkum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hini málini
mugu fáa sítt
Hóast alt og øll eru fullgreið yvir, at tað vera tær ríkisrættarligu broytingarnar, sum fara at standa fremst í viðgerðini í nærmastu politisku framtíðini, so leggur Jóannes Eidesgaard enn einaferð dent á, at politikkur eisini er annað enn fullveldi ella ikki fullveldi.
Pensjónsmálið, sjúkrahúsini, arbeiðsmarknaðurin og arbeiðsumhvørvismál eru øll mál, sum standa frammalaga í huganum hjá floksformanninum og hansara starvsfeløgum á tingi, og tey skulu eisini hava sína viðger. Um øll vera viðgjørd hesaferð má tíðin so vísa.