dystin. Men talan verður tó helst ikki um tær heilt stóru broytingarnar í mun til dystin, sum føroyska liðið leikti móti Malta. Størsti spurningurin er sjálvandi, um rúm verður fyri Claus Bech Jørgensen [...] Petersen er um at renna út, og júst tann leikluturin tykist eisini vera tann, sum hóskar best til Andrew. Her gita vit tó, at Andrew enn noyðist at bíða nakað, áðrenn tann møguleikin verður veruleiki. Upp á sikt [...] verjuni skal ikki roknast við teimum stóru broytingunum, og so er spurningurin, um Jákup Mikkelsen aftur skal verja máli, ella um venjararnir halda fast við Jens Martin Knudsen, sum vardi málið móti Malta.
hevur verið trupult at sannføra fólk um, at I AM also ætlaðu meir og annað, sigur Arni. Høpisleysar samanberingar Sambært limunum í I Am, hevur tað eisini verið eitt haft um beinini á teimum, at ummælarar og [...] innsløgum. - Tað er í fínasta lagi, um fólk ikki hava virðing fyri okkara tónleiki, tí tey halda hann vera vánaligan ella óseriøsan, leggur Arni afturat. Men tað er spell, um tað kemst av óviðkomandi orsøkum [...] tekin um vantandi virðing fyri áhoyrarnum at standa á pallinum og rópa á ljóðmannin og banka á mikrofonir og líknandi. Óhapp kunnu sjálvandi henda, men man kann í minsta lagi royna at leggja upp fyri tí
teg at fara til eitt nýtt stað fyri fyrstu ferð. Áðrenn konsertin í Føroyum kom upp á tal, minnist eg meg at hava hoyrt um Føroyar í veðurtíðindunum sum barn heima í Onglandi. Føroyar eru 18 oyggjar norðanfyri [...] millum annað nakrar aliringar, har vit koyrdu. Tá vit komu í land í Klaksvík, koyrdu vit í 20 minuttir upp um fjøllini til gistingarhúsið hjá okkum. Og vit koyrdu eisini tvær ferðir ígjøgnum eitt fjall. Hesir [...] sum var ein lítil samling av (heppnum?) fólkum, sum vildu hava meira at vita um mína sangskriving og annað. Og eg var fegin um at vera við til hetta. Workshoppin varð hildin í einum lítlum sjónleikarhúsi
óroyndur longur, og verður talan um franskt trýst, har okkara í stóran mun koma at senda langt niðan, so er kanska upplagt, at Rógvi tá fær møguleikan. Talan hevði helst ikki verið um at gjørt tær stóru broytingarnar [...] So er spurningurin, hvørt tað fer at kosa broytingar hesaferð, ella um venjararnir halda fast við royndu menninar, nú talan er um so trupla uppgávu, sum Frakland jú er. Seinasti spurningurin undan dystinum [...] og virðiliga, tá tørvur er á hesum. Sum tað verður lagt upp til í prátinum við Henrik Larsen aðra staðni á hesum síðum, so verður talan helst um broytingar á liðnum, og her gita vit, at hesar verða tvær
og stóri spurningurin til mikudagin er helst, um hetta var nóg mikið til at vinna honum fremsta plássið her, ella um venjararnhir framvegis halda fast um royndirnar hjá John Petersen. 13. Johan Byrial [...] og stóð seg sum so hampuliga væl. Hugsaði fyrst og fremst um verjuskyldurnar, og fekk eisini tipt annars víðopnu høgru síðuna hjá okkum. Saman um tikið var grundarlagið tó ov tunt, til at nøkur verulig meting [...] leikaraummæli 1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (63 dystir/0 mál) Varð tikin fram um Jákup Mikkelsen hesaferð, men tóktist als ikki so sannførandi, sum hann ofta hevur verið. Hevði óhpenar leiklutir í fleiri
leygardagin, og tapið kundi havt verið uppaftur størri, um sveisararnir høvdu lagt meiri fyri í 2. hálvleiki. Men tíbetur gjørdist talan ikki um metstórt tap. Viðhvørt hava Føroyar tapt nógv. Síðsti djúpi [...] hevur verið mett sum betri máti at tippa fyri, tá ið stóru leyvurnar koma brølandi. Um talan í hesi skipanini skal verða um nakra tyngd í álopspartinum, so er treytin, at teir báðir í borðunum eru heilt skjótir [...] Ivaleyst fer skipanin at verða roynd onkra ferðina, men tað verður neyvan talan um nakað eksperiment í kvøld. Tað ræður um at halda seg til tað kenda. Tá ið stórlið - eitt nú Týskland - hava vitjað her
royndu at berjast á egnari hálvu fyri at verja leiðsluna, teir høvdu fingið í 32. minutti og so at dúva upp á snarálop. Tað megnaði Frakland, men tað vóru fleiri ferðir boð eftir teimum, áðrenn Djibrill Cisse [...] neyvan tikin undan venjaranum - í hvussu so er ikki beint nú. Bara broddurin restaði Tá ið tað ríður um snarið, og tú kortini stendur eftir við ongum, er tað so skjótt at gerast vónbrotin. Mótstøðumenninir [...] skulu vigast á. Føroysku spælararnir vóru sannir knassar, og tað er hin orsøkin til, at talan gjørdist um lutfalsliga gott úrslit. Eftir avhølvingina í Sveis var verjuparturin styrktur eitt vet, og sambandið
skoðsmál gevast. Tóktist tó deiliga óimponeraður um mótstøðuna, og sýndi í so máta, at hugburðinum er í øllum førum einki galið við, tó at hann ta einu ferðina var um at vera ov fiksur. [...] ferð var veruligur tørvur á eini kanón-bjarging, men ta ferðina vóru fraklendingar fyrstir at fylga upp. Tóktist annars at hava eina stabiliserandi effekt á verjuna, og var sera tryggur í tí mesta av tí [...] framvegis nakað avmarkaður, men sum innpískari á miðvøllinum finst neyvan nakar betri. 9. Jákup á Borg, HB (35/1) Hevði helst sín besta landsdyst í eitt gott ár ella so. Tordi og vildi bjóða av, soleiðis
spennandi. Kanska var talan ikki um best leiktu uppgerðina á árinum, men nervin og intensiteturin var alla tíðina til staðar. B36 gav alt fyri eitt til kennar, at stóð tað upp til teir, so skuldi tað so í [...] øllum førum ikki vera í dag, at HB skuldi standa sum meistarar. Frá fyrsta bríksli var talan um harðan dyst um hvønn einasta bólt, og hvørgin parturin megnaði at vinna seg fram til nakra veruliga yvirvág [...] ferð á móti málinum. Við Heðini á Lakjuni og Jákupi á Borg í hvør sínum borði, var ferðin alla tíðina nógv, og fleiri ferðir varð roynt at stinga inn um B36-verjuna, sum tó fyri tað mesta megnaði at standa
skiftu um pláss, soleiðis at Rógvi brádliga gjørdist ein tann vandamesti boksspælarin í landinum, samstundis sum Heðin fekk nýtt ferð sína í borðinum til at skapa neyðugu møguleikarnar. At Jákup á Borg so [...] vinstru hevur Janus M. Joensen nú á fimta árið hildið fast um sítt pláss, meðan Hallur Danielsen og Vagnur so fyri tað nógva hava dystast um plássið á høgra bakki. Avbjóðararnir vikna Samanlagt hevur hendan [...] ígjøgnum. At liðið so eisini í seinastu trettan dystunum hevur vunnið sær 37 stig av 39 møguligum ber boð um ein óhugnaligan stabilitet, sum einki av hinum liðunum hevur gjørt teimum eftir. Vendi móti VB Tað