Basel, Sveis: Við evstamark okkara hevði landsliðið enn ikki havt endaligu venjingar sínar. Tí hevur tað enn ikki verið møguligt at síggja frá venjingini, hvussu venjararnir ætla at seta liðið til dystin.
Men talan verður tó helst ikki um tær heilt stóru broytingarnar í mun til dystin, sum føroyska liðið leikti móti Malta.
Størsti spurningurin er sjálvandi, um rúm verður fyri Claus Bech Jørgensen millum teir fyrstu ellivu. Coventry leikarin hevur í felagi sínum oftast røkt annað av síðuplássunum á miðvøllinum, men tað er ikki víst, at tað verður hendan leiklutin, sum hann fer at fáa á landsliðnum. Ikki minst tí Rógvi Jacobsen og Jákup á Borg hava bitið seg rættiliga fastar á sínar sessir.
At Todi Jónsson heldur ikki varð tøkur hesaferð, hevur eisini við sær, at føroyska liðnum tørvar nakað av kvikleika í álopspartinum, og her tykist tað upplagt, at nýggi maðurin fær møguleikan. Móti Malta røkti Hjalgrím Elttør sessin saman við John Petersen, men hann tóktist ikki heilt sannførandi.
Í álopinum kundi annars hugsast, at Andrew av Fløtum fær ein møguleika, eftir at hann stóð seg sera væl móti Malta. Her hevur eisini verið róð framundir, at tíðin hjá John Petersen er um at renna út, og júst tann leikluturin tykist eisini vera tann, sum hóskar best til Andrew. Her gita vit tó, at Andrew enn noyðist at bíða nakað, áðrenn tann møguleikin verður veruleiki.
Upp á sikt kann kundi ein møguleiki eisini verið, at Claus Bech Jørgensen fær miðvallarplássið hjá Rógva, og at høvuðsspælssterki klaksvíkingurin so fær pláss í álopinum. Tað treytar tó eisini, at hann hevur ein kvikan viðspælara, so tann møguleikin verður neyvan aktuellur, fyrr enn Todi Jónsson aftur er klárur.
Í verjuni skal ikki roknast við teimum stóru broytingunum, og so er spurningurin, um Jákup Mikkelsen aftur skal verja máli, ella um venjararnir halda fast við Jens Martin Knudsen, sum vardi málið móti Malta. Sum vant, so kappast teir báðir av øllum alvi undir venjingunum, men mett eftir avrikunum í landskappingini í heyst, so gita vit tó, at tað verður Jákup, sum fær sessin.
Tað gevur so fylgjandi ellivu leikarar: Jákup Mikkelsen ? Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Súni Olsen ? Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Rógvi Jacobsen ? John Petersen, Claus Bech Jørgensen.










