Broytingarnar

Føroyska liðið var broytt í mun til Malta-dystin, og líkt er eisini til, at talan verður um broytingar til dystin móti Fraklandi mikukvøldið

Landsliðið

Tað var væntandi, at føroyska liðið skuldi broytast nakað til dystin móti Sveis. Fyrst og fremst, so skuldi pláss finnast fyri Claus Bech Jørgensen, og hetta kostaði Rógva Jacobsen plássið á miðvøllinum.
Tað mundi tó vera um reppið, at Rógvi kortini fór at fáa pláss á vøllinum. Sum skilst, so høvdu føroysku venjararnir rættiliga skjótt gjørt av, at fremsta álopsplássið skuldi mannast av Jónhard. Hetta tí hann er leikarin, sum við ferð síni kundi skapt nakað.
Hitt álopsplássið gjørdist so til ein spurningur um John Petersen, Rógva Jacobsen ella Andrew av Fløtum, og her varð John tikin framum hesaferð. So er spurningurin, hvørt tað eisini verður støðan mikudagin, tí Rógvi tóktist vera sera uppsettur upp á vísa, at hann eigur pláss millum teir fyrstu ellivu, og sum heimligi toppskjúttin hevur leikt í ár, so eigur hann eisini at banka heilt kraftiga uppá dyrnar í so máta.
Her hevur John kanska fyrimun í royndunum, men Rógvi er tó ikki heilt óroyndur longur, og verður talan um franskt trýst, har okkara í stóran mun koma at senda langt niðan, so er kanska upplagt, at Rógvi tá fær møguleikan.
Talan hevði helst ikki verið um at gjørt tær stóru broytingarnar í miðverjuni, men eftir avsmurningin slepst neyvan undan, at tann spurningurin eisini fer at verða havdur á lofti. Í øllum førum tóktust hvørki Pól ella Óli at vera á toppinum, meðan Jón Rói enn ikki hevur støðið, sum hann hevði undan skaðasteðginum. So er spurningurin, hvørt tað fer at kosa broytingar hesaferð, ella um venjararnir halda fast við royndu menninar, nú talan er um so trupla uppgávu, sum Frakland jú er.
Seinasti spurningurin undan dystinum var málverjaplássið, har Jens Martin hesaferð varð tikin framum. Kanska hevur skaðasteðgurin, sum Jákup Mikkelsen hevði herfyri, spælt inn í so máta, men klaksvíkingurin hevur tó staðið seg væl, síðani hann byrjaði aftur. Og her er kanska merkisvert, at Henrik Larsen hugdi at, tá KÍ við einum stórspælandi Jákupi Mikkelsen vann 2-0 í Gøtu næstseinasta umfarið, meðan Jógvan Martin Olsen sjálvur kundi gera sær sínar metingar, tá KÍ á heimavølli vann 1-0 á NSÍ bert tríggjar dagar undan fráferðini til Sveis.
Ivaleyst hava venjararnir tó undir venjingini mett, at Jens Martin hevur verið tað lítla pettið hvassari, men tað prógvaði hann so ikki undir dystinum. Ikki minst, so hevur Jákup tann stóra fyrimun, at hann er ein munandi betri bóltspælari, og tí kann hann í nógv størri mun takast við í spælið, tá ferðin skal takast av spælinum, eins og hann aloftast megnar at rudda væl og virðiliga, tá tørvur er á hesum.
Sum tað verður lagt upp til í prátinum við Henrik Larsen aðra staðni á hesum síðum, so verður talan helst um broytingar á liðnum, og her gita vit, at hesar verða tvær í tali.
Nevnliga at Jákup Mikkelsen verður settur at verja málið, og at Rógvi verður tikin framum John Petersen í álopspartinum. Hóast verjan var lítið sannførandi, so rokna vit við, at teir somu fýra halda sínum plássi her, tó at Atli Danielsen ella Johan Byrial Hansen kundu verið nýttir á bakkinum. Serliga, um Pól Thorsteinsson ikki er komin fyri seg, eftir at hann gekk við stívum nakka alt leygarkvøldið.
Miðvøllurin stóð seg heldur ikki av tí besta hesaferð, men tað verður tó neyvan her, at broytingar verða gjørdar. Heldur ikki hóast Atli Danielsen fekk pláss mitt á eina góða løtu í Sveis, meðan Julian loysti Jákup á Borg av høgrumegin. Móti Vieira & Co. verður helst merira enn nakrantíð tørvur á evnunum hjá Julian inni mitt á, og Fróði Benjaminsen verður neyvan fluttur av sínum plássi.
Ein heilt annar møguleiki kann tó vera, at uppstillingin á liðnum verður broytt til eina 4-3-3 ella 4-5-1. Tað kundi skapt rúm fyri Atla Danielsen saman við Fróða og Julian mitt á. Jákup á Borg og Claus Bech Jørgensen verða á kantunum, meðan tað so helst verður Rógvi Jacobsen, sum verður einsamallur center-forward.