verfaðirin við, og bað tí Jens koma við sum kokk. Tað gjørdi hann, sigur Jens, og varð so verðandi har umborð tað summarið. Men annars hevur hann mest verið við trolara, greiðir hann frá. Í 1968 legðist hann [...] Men tað kom so har til, at húsið gjørdist gamalt og skuldi takast niður ella flytast, tí tað slapp ikki at standa í Skúlagøtu meir, minnist Jens. Men tá vóru góðar tíðir í Føroyum, Og fólk hildu tað vera [...] íslendskt navn nú. Tað er gott at vera í Íslandi, sigur Jens. Og tá so børnini fóru í skúla, varð meiri torført at flyta, sigur hann. Bíðað varð fyrst, til skúlin var liðugur. So var tað framhaldsskúli og
fimm gjørdu allar upptøkurnar sjálvir. Tað er eingin sum sigur, at tað nú er tað besta, men tað var tað, sum vit valdu at gera. Eyðun Nolsøe ætlar sær at spæla í Føroyum á jólum. Í løtuni er ætlanin at spæla [...] ár, men tað hevur gingið illa at fáa alt at passa saman, so fløgan kundi gerast. Fyri tað fyrsta skuldu allir tónleikararnir hava tíð til at koma í upptøkuhølini í senn, og tað hevur ikki verið lætt, greiður [...] tónleiki, at tað er gott at hava sín egna identitet ímillum alt tað. Og tað er heldur ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur á nýggju fløguni, tí hóast tónleikur broytist við tíðini, er tað allatíðina tann
hava við sær, at landskassin kann verða kravdur sum borgsmaður, um tað verður neyðugt við framhaldandi borgan eftir umleggingina, men tað verður tó ikki ronkað við, at so verður. Eftir meting leiðslunnar [...] yrkisfeløgum varð settur at gera frágreiðing til Føroya Landsstýri um, hvussu telefonverkið átti at verið skipað í framtíðini. Hesin bólkur er komin fram til ta niðurstøðu, at Telefonverk Føroya Løgtings [...] vinningsbýti til landskassan. Sum er ábyrgist landskassin fyri øllum skyldum telefonverksins, meðan tað verur partafelagið sjálvt, sum ábyrgist fyri sína skuld eftir umleggingina. Hetta hevur sum meginreglu
einasta systir okkara býr á Pensionatinum í Havn, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at tað alt ov ofta ikki verið tikið fyrilit fyri hesum sjúklingum. So hvørt sum skerjingarnar eru farnar fram á Land [...] har. - Vegna sparingar varð caféin latin aftur, við tí fylgju, at systir mín fekk tað vánaligari. - Fyri at bøta um tað, var neyðugt at doyva hana við enn meira heilivág. - Vit kenna okkum púra hjálparleysar [...] psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsin-um, sleppa tey ikki at halda jól heima. Hetta hevur annars verið heim teirra seinastu 10 árini. Búfólkini eru frá 37 - 71 ára gomul, men fyri teimum er eingin bøn
Árni Brattaberg sigur, at tað hevur verið sagt, at eini 50 tons av ull fáast av seyðinum í Føroyum. Sagt hevur verið, at tað eru einir 70.000 seyðir í Føroyum. Men eg haldi tað eru fleiri enn so, tí seinastu [...] Johannesen svaraði aftur, at tað hevði verið kappingaravlagandi. Og tað skilir Árni Brattaberg púra onki av, tí tað er ongin, sum ger nakað við føroyska ull, sum er. Hvussu kann tað vera kappingaravlagandi [...] eru nøkur ullavirki í landinum, og tað hevur gingið ógvuliga strilti. Hvat fær teg at halda, at tað fer at ganga frægari hesuferð. Ja, tað eru nøkur virkið. Men tað er bara Norðoya Spinnarí sum ger eitt
Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at fyri at koma undir regluna um minstavinning, skal ein bátur hava verið á útróðri 10 ferðir seinastu 90 dagarnar og hava avreitt [...] Verður tað, sum John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, gerst tað torførari at verða útróðrarmaður í Føroyum. »Vit kunnu ikki góðtaka, at lógin verður gjørd soleiðis, at helvtin av okkara [...] munurin er so stórur, at tað kann henda, at ein vágamaður skal fiska eini 25 tons, áðrenn hann kann sleppa í skipanina, meðan ein toftamaður kann klára seg við 15 tonsum. Tað tykist heilt greitt, sigur
fíggjarætlanini fyri 1998, fyri at bøta um støðuna. Sjálvt um ikki hevur verið líka nógv skrivað um trupulleikan aðrastaðni, er tað ein sannroynd, at støðan er líka ring ella verri aðrastaðni í Føroyum. [...] bíðilistin verið so langur. Hjá kommunalu dagrøktarskipanini standa eini 40 børn á bíðilista, og í barnagarðinum er talið nógv hægri, uml. 140 børn. Nøkur børn standa á báðum bíðilistunum, men tað eru eisini [...] á ansingarplássum í bræði. Bíðilistin í Klaksvík longri enn í Havn Seinastu mánaðirnar hevur nógv verið tosað og skrivað um landa bíðilistan til barnaansing í Tórshavnar kommunu. Í síðstu viku varð nevnt
Tað var um fimm tíðina sunnumorgunin. Tey høvdu verið til konsert á Kamsdali og skuldi aftur til Havnar. Níggju fólk í einum vørubili. Tað var kavi og ógvuliga hált, og tá tey vóru komin nakað suður um [...] Bilurin lá út móti autoverjuni. Tað var ógvuliga heppið, at autoverjan helt, tí vegurin er hækkaður nógv, men ikki autoverjan, so hon stigur nú bara eitt lítið petti um um vegin. Tað var eisini heppið, at tey [...] Eina pentu og tvær fingu nøkur, og øll sluppu heim aftur. Her var ikki talan um rúsdrekkakoyring. Tað var bara so hált. Fleiri onnur hálkuóhapp vóru um vikuskiftið. M.a. fór ein bilur út av við rundkoyringina
spælararnir kortini væl burtur úr. Tað er klanska eisini vert at nevna, at hvørki Kjartan Eli Hentze, ið vann silvur á Oyggjaleikunum, ella Petur Niclasen, sum í fleiri ár hevur verið ein av allarstinnastu spælarunum [...] setti, 19-21, fyri íslendsku meistarunum. Spælararnir í opnu kappingini vóru eisini sterkir, og tí kom tað heldur ikki óvæntað, at føroyingarnir ikki stóðu seg í hesi kappingini. Kappingina, sum varð spæld [...] spæld sunnudagin, vann ein skoti, og dagin fyri høvdu skotar eisini vunnið trílandakappingina. Tað sigur nakað um støðið í kappingini, at sjálvt ikki Guðmundur Stephansson, ið annars er europameistari í tv
Lat meg byrja við at siga, at tað frøir okkum ikki so lítið í Javnaðarflokkinum, at tað nú verða fyriskipaðir fundir kring landið um ríkisfelagsskapin, og at fjølmiðlarnir eisini hava tikið hetta evnið [...] álitiskreppuna Føroya og Danmarkar ímillum, so hevði verið neyðugt við nýhugsan á hesum øki. Tíðin setur okkum politikkarum krøv, so um vit vilja tað ella ikki, so mugu vit víðari. Eisini er vert í hesum [...] teirra ES-hjarta vil nakað heilt annað. Eisini vita vit, at tað bert er spurningur um tíð, til Danmark ikki longur hevur eitt egna gjaldoyra, og tað vil so aftur geva bæði føroyingum og grønlendingum nakrar