árini, skilur, at talan er um eina loysn, sum byggir á miðlinjuprincippið. Farið er burtur frá tí upprunaliga bretska kravinum, sum gekk langt inn á føroyska landgrunnin. Nú tykist ein semja at snúgva seg [...] -Vit síggja fegnir, at tað fæst ein ?fair? loysn á marknaósemjuni, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við, og soleiðis at vit kunnu fáa eitt tætt samstarv við Føroyar í úviklinginum av oljufeltum, tá ein [...] hevði so aftur kunnað skatt møguleikarnar fyri samstarvi tvørtur um markið. Hann leggur tí stóran dent á, at tann avtalan, sum vónandi fæst innan stutta tíð, er ?fair?, sum hann málber seg fyri báðar partar
síðani, men tey koma altso framvegis fyri av og á, og soleiðis var tað sunnudagin, tá Kyndil vann á GÍ/Tjaldrinum. Sum úrslitið sigur, var klassamunur á liðunum, og serliga í seinna hálvleiki skoraði Kyndil [...] fór Kyndil einu løtuna frá 5-4 upp á 12-4, og seinastu níggju minuttirnar av dystinum eydnaðist tað als ikki eysturoyarliðnum at skora. Tá fór heimaliðið frá 29-14 upp á 35-14, sum altso bleiv endaliga úrslitið [...] ímillum sín. Hjá GÍ/Tjaldrinum glógvaði Sunrid Gleðisheygg av og á við nøkrum góðum langskotum, men annars er lítið at minnast aftur á hjá teimum. Tað einasta positiva, GÍ/Tjaldrið fekk burtur úr vikuskiftinum
flestu, ið fylgja við, ivaleyst vita, vunnu VB-kvinnurnar tveir dystir upp á tveir dagar, tá tær fyri jól vóru í Vestmanna og á Skála og spældu móti ávikavist VÍF og StÍF. Spenningur var tí um tað fór at [...] skeyt eisini tey bæði seinastu málini, sum lyftu StÍF upp á 19-16, og sum punkteraðu VB-liðið. Annars var Eyðleyg Mikkelsen aftur at síggja á StÍF-liðnum. Hon hevur verið burtur leingi við skaða, men er [...] hevði sera nógv brúk fyri stigunum, um tær ikki skuldu missa oddaliðini úr eygsjón. Dysturin í høllini á Skála var javnur allan vegin, og tað var sjáldan, at munurin var størri enn tvey mál. StÍF hevði kortini
tað stóð á jøvnum 13-13. Hoyvíkingar gjørdu so aftur ein vørr og løgdu seg á odda við tveimum málum, men hendan leiðslan helt sær bara nakrar fáar minuttir, so hevði VÍF aftur javnað og lagt seg á odda. Tað [...] verjuni hjá H71. Næstu løtuna gekk rættiliga javnt á, og liðini fylgdust lið um lið heilt fram til tíggju minuttir fyri dystarenda. Tá hendi tað, at vestmenningar, ið tá vóru á odda við einum máli, fingu [...] hoyvíkingar vóru á odda 25-24, og VÍF var í álopi. Ein vestmenningur breyt ígjøgnum verjuna hjá hoyvíkingum, men skotroyndin hjá honum endaði á stólpanum, og bólturin stakk út til Rógva Nielsen á strikuni hjá
m, og VÍF var á odda 6-3, tá ið tíggju minuttir vóru leiktir. Síðani gekk nokk so javnt á, hóast VÍF hevði munin allatíðina. Fimm minuttir fyri hálvleik legði Óluva Poulsen heimaliðið á odda 11-8, men [...] Jógvansdóttir, ið hava fingið hópin av málum á henda hátt. Leygardagin í dystinum móti VB fekk heimaliðið úr Vestmanna tó ikki rættiliga gongd á skjótálopini hjá sær, og á henda hátt blakaðu tær óteljandi bóltar [...] bóltar burtur. Heimaliðið fekk tó eina góða byrjan upp á dystin leygardagin, og longu tá ið fýra minuttir vóru leiktir, vóru tær á odda 3-1. Øll trý málini hevði leikandi venjarin hjá VÍF, rumenska Ioana
so kemur hann heimaftur um vikuskifti. Um John er einsamallur á hotellinum segði hann einki um, men tá vit ringdu til Sveits í gjár og á enskum søgdu góðan dag, skundaði dáman í hinum endanum sær at siga [...] nakrar dagar í Sveits, har hann roynir at spæla seg til ein sáttmála í felagnum Yverdon, sum liggur á einum triðja ella fjórðaplássi í sveitsisku aðru deild. Mánadagin vandi hann fyri fyrstu ferð saman [...] aftaná vetrarsteðgin og tí var meira gjørt við fysiska venjing enn við bóltvenjing. Eg haldi at tað gekk rímuliga væl, kortini, sigur John Petersen í telefonini úr Sveits. Hvussu eru hinir leikararnir? Tað
tvey døgn á Hotel Hafnia, eydnaðist semingsmonnunum John Rajani og Niels Sørensen at fáa nýggjan sáttmála í lag millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini. Gamli sáttmálin var settur at ganga út á miðnátt [...] Reiðatafelagið, ið segði gamla sáttmálan úr gildi. Millum uppskotini hjá reiðarunum var nýggj skipan, ið gekk burtur frá eykapørtunum og til nýggja skipan við prosentbýti, eftir nærri útgreinaðum reglum. Hetta [...] verkfall beiv einki og í sátt og semju undirskrivaðu manningarfeløgini og Reiðarafelagið nýggja sáttmálan á miðnátt týskvøldið. Manningarfeløgini tykjast hampuliga væl nøgd, meðan tað hevur ikki eydnast at fáa
havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Kollvelting í Hoydølum Tann áhugin førdi hana so á ungum árum úr tryggu korunum á bygd og til Havnar. Fyrst í real, síðan í studentarskúla ? í báðum førum í Hoydølum [...] Og hon minnist eisini eina stuttliga og spennandi tíð. ? Í 1969 fór eg á studentaskúla. Hetta var jú árið eftir 68! Og tað gekk ikki friðarliga fyri seg í Hoydølum tá, sigur Súsanna og dylir ikki fyri [...] alment. Kortini er hon úr einum ættarliði av kvinnum, ið skuldi út á ein arbeiðsmarknað, ið var totalt domineraður av monnum. Og hon las á universiteti í eini tíð í 70?unum, tá kvinnurørslan blómaði. Ímóti
havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Kollvelting í Hoydølum Tann áhugin førdi hana so á ungum árum úr tryggu korunum á bygd og til Havnar. Fyrst í real, síðan í studentarskúla í báðum førum í Hoydølum [...] Og hon minnist eisini eina stuttliga og spennandi tíð. Í 1969 fór eg á studentaskúla. Hetta var jú árið eftir 68! Og tað gekk ikki friðarliga fyri seg í Hoydølum tá, sigur Súsanna og dylir ikki fyri [...] alment. Kortini er hon úr einum ættarliði av kvinnum, ið skuldi út á ein arbeiðsmarknað, ið var totalt domineraður av monnum. Og hon las á universiteti í eini tíð í 70¹unum, tá kvinnurørslan blómaði. Ímóti
Hann vísir eisini á, at miðalaldurin á bilunum í Føroyum er 8,4 ár. Hann metir eisini, at sølan í 1974 var um 1.000 bilar, so í so máta er sølan í dag ikki so stór. Men hann vísir eisini á, at hetta júst [...] ár, sigur Eivind av Reyni, stjóri. Stórbroytingar eru farnar fram hesi árini Á samkomuni fríggjadagin vísti Eivindur í røðu á ymsar broytingar, sum vóru farnar fram hesi 25 árini teir báðir hava starvast [...] vóru niðri í Rættará høvdi eina gólvvídd upp á 250 fermetrar. Tá vit fluttu niðan høvdu vit 1.400 fermetrar - og í dag hava vit heilar 3.300 fermetrar at arbeiða á, segði hann. Og fyritøkan brúkar allar hesar