Tað hevur ikki gingið so væl hjá vestmenningum seinastu tíðina, og leygardagin noyddust teir fyri fjórðu ferð á rað at fara av vøllinum í høllini í Vestmanna sum tað tapandi liðið, og hetta hetta er neyvan hent áður, síðani vestmenningar fingu sína egnu ítróttarhøll.
Áki mansvardur
allan dystin
Tað setti sín dám á dystin, at sterkasta kortið hjá vestmenningum, stórskjúttin Áki Olsen, varð mansvardur frá fyrsta bríksli í dystinum. Hallur Danielsen hjá H71, sum annars ikki hevur fingið so nógva spælitíð í hesum kappingarárinum, varð settur til at loysa hesa uppgávu, og tað kom hann væl frá, sjálvt um Áki ikki gjørdi tað stóra fyri at geva Halli trupulleikar.
Havandi í huga at Áki bara stillaði seg út á miðjan vøll at hyggja at, meðan liðfelagarnir vóru í álopi, so er tað eitt sindur undrunarvert, at venjarin hjá vestmenningum, Daniel Rapa, ikki valdi at seta annan mann inn fyri Áka eina løtu. Í fyrra hálvleiki fekk Áki bert tað eina málið, og tað kom við brotskasti. Havi hug til at fílast á rumenska venjaran, at hann ikki brúkti
Hjalmar Klein Olsen meiri í dystinum, tí Hjalmar hevur havt eitt rættiliga gott kappingarár higartil, men í dystinum leygardagin fekk hann ikki nógva spælitíð.
Annars gekk fyrri hálvleikur rættuliga javnt á. Liðini fylgdust væl, men tó so
høvdu hoyvíkingar tepra leiðslu so at siga allan hálvleikin. Móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdist leiðslan hjá H71 trý mál, og tá ið tríggir minuttir vóru eftir av hálvleikinum, vóru hoyvíkingar á odda 12-9. So minkaði besti maður hjá VÍF, Sámal Joensen, tvær ferðir um munin, áðrenn Hans Guðmundsson í seinasta minutti sendi eitt brotskast í netið til hálvleiksstøðuna 13-11 til hoyvíkingar.
Finnur gjørdist avgerandi
Vestmenningar komu betur frá byrjanini av seinna hálvleiki. Longu tá ið tríggir minuttir vóru leiktir av hálvleikinum, hevði heimaliðið fingið gestirnar aftur, so at tað stóð á jøvnum 13-13. Hoyvíkingar gjørdu so aftur ein vørr og løgdu seg á odda við tveimum málum, men hendan leiðslan helt sær bara nakrar fáar minuttir, so hevði VÍF aftur javnað og lagt seg á odda.
Tað styrkti um heimaliðið, at Áki Olsen, sum framvegis var mansvardur, nú fóru at flyta seg nakað í álopinum og harvið royna at skapa nakað av ófriði í verjuni hjá H71.
Næstu løtuna gekk rættiliga javnt á, og liðini fylgdust lið um lið heilt fram til tíggju minuttir fyri dystarenda.
Tá hendi tað, at vestmenningar, ið tá vóru á odda við einum máli, fingu eina útvísing, samstundis sum H71 javnaði. Útvísingini gjørdu hoyvíkingar sær dælt av. Teir fingu tvey mál aftrat, meðan vestmenningurin sat uttanfyri, og VÍF fekk bert tað eina. Tó fekk heimaliðið javnað stutt eftir, men tað tóktist allatíðina, sum um tað vóru hoyvíkingar, ið vóru omaná mentalt, og tískil var tað heldur ikki óvæntað, at teir drógu longra stráið síðstu løtuna.
Støðan var 23-23, tá ið seks minuttir vóru eftir at leika, men so kom H71 upp
á 25-23, og hóast vestmenningar minkaðu um munin tveir minuttir fyri tíð, so økti H71 stutt eftir til endaligu støðuna 26-24. Tað skal tó sigast, at VÍF ikki hevði eydnuna við sær síðstu løtuna. Seinastu fimm minuttirnar høvdu teir tríggjar royndir, sum raktu antin annan stólpan ella tvørstongina.
Ein sera avgerandi løta var, tá ið hoyvíkingar vóru á odda 25-24, og VÍF var í
álopi. Ein vestmenningur breyt ígjøgnum verjuna hjá hoyvíkingum, men skotroyndin hjá honum endaði á stólpanum, og bólturin stakk út til Rógva Nielsen á strikuni hjá VÍF, men vælleikandi John Heri Dam í H71-málinum fekk beint royndini hjá Rógva út til málkast.
Stóri leikarin hjá H71 seinastu og avgerandi løtuna var Finnur Hansson. Ungi íslendingurin skeyt fimm av teimum seks seinastu málunum hjá H71, og hann vísti harvið, at tað ikki bert er pápi hansara Hans, sum torir at taka ábyrgd, tá ið á stendur.
Spennandi, men ikki vælleiktur dystur
Dysturin í høllini Vestmanna leygardagin var sera spennandi, men ikki kann sigast, at hann var serliga væl leiktur, tí alt ov nógv persónlig mistøk vóru at síggja, og til tíðir var spælið eisini rættuliga rótut.
Dómararnir í dystinum, Pole Hansen og Artur Johansen, komu betur frá seinna hálvleiki enn fyrra, har teir heldur áttu at brúkt eyguni enn oyruni.
Hóast endaspælið er ikki meiri enn komið í gongd, so eru tað tó ávís tekin um, at tað verður rættiliga trupult hjá vestmenningum at endurvinna føroyameistaraheitið. Um teir ætla sær hetta, so er neyðugt hjá teimum at fáa álopsspælið hjá sær at koyra betur, tá ið Áki Olsen verður mansvardur, sum hann jú oftani verður. Í løtuni liggur VÍF á einum fimtaplássi, og hetta eru vestmenningar neyvan nøgdir við.
Hoyvíkingar hinvegin hava nú av álvara blandað seg upp í oddastríðið. Allir á liðnum stríðast sum úlvar á skóg, og tað er ikki frítt, at onnur lið hava hug til at klandra teir fyri alt ov hart spæl, men hetta er nú einaferð eyðkenni hjá H71. Í seinastuni hevur eisini nógv tos verið millum hondbóltsfólk um, at Hans Guðmundsson skal verða rættiliga dugnaligur til at brúka albogar og líknandi á ein alt ov ógvusligan hátt, men hetta kann tó eisini verða eitt dømi um munin millum føroyskan og altjóða hondbólt. Leygardagin fekk Hans tó átalu frá dómarunum fyri at hava albogarnar ov langt úti, men tað er slíkt,
sum hendir í hondbólti, ið jú er ein ítróttargrein við nógvum nærdystum.