Nú hevur John Petersen verið nakrar dagar í Sveits, har hann roynir at spæla seg til ein sáttmála í felagnum Yverdon, sum liggur á einum triðja ella fjórðaplássi í sveitsisku aðru deild. Mánadagin vandi hann fyri fyrstu ferð saman við hinum leikarunum og hann letur ikki illa at.
Fyrsta venjingin mánakvøldið var sum nevnt saman við hinum liðfeløgunum, men týsdagin vóru hann og venjarin einsamallir til arbeiðis, og tað vóru ólíkar umstøður, sigur skálamaðurin í Sveits.
Mánakvøldið var vøllurin brúkiligur. Talan var um fyrstu venjing aftaná vetrarsteðgin og tí var meira gjørt við fysiska venjing enn við bóltvenjing.
Eg haldi at tað gekk rímuliga væl, kortini, sigur John Petersen í telefonini úr Sveits.
Hvussu eru hinir leikararnir?
Tað er eitt sindur ilt at siga, so tíðliga. Sum eg segði, so er hetta fyrsta venjing, men eg haldi at teir tekniskt eru á einum rættiliga høgum støði, sigur John.
Týsmorgunin vandi John einsamallur saman við venjaranum. Hann vildi fegin síggja meira við skálamanninum, men tá vóru veðurgudarnir ikki við. Tað kavaði týsnáttina og frost var í luftini og tí var vøllurin grótharður. Ikki tær bestu umstøðurnar at venja undir. Í gjárkvøldið vandi John aftur saman við hinum leikarunum og so er bara at vóna at veðrið skikkaði sær betri tá.
Hvussu leikur fer í Sveits fara vit at frætta nærri um, men eydnast tað ikki John at spæla seg til ein leigusáttmála, so kemur hann heimaftur um vikuskifti.
Um John er einsamallur á hotellinum segði hann einki um, men tá vit ringdu til Sveits í gjár og á enskum søgdu góðan dag, skundaði dáman í hinum endanum sær at siga við John:"Hetta er til tín". Tá høvdu vit ikki so frægt sum spurt eftir honum?