StÍF fekk sambandið aftur

Hondbóltur: Tað var javnt allatíðina, men tað eydnaðist ikki VB at endurtaka sigurin á Skála

Sum tey flestu, ið fylgja við, ivaleyst vita, vunnu VB-kvinnurnar tveir dystir upp á tveir dagar, tá tær fyri jól vóru í Vestmanna og á Skála og spældu móti ávikavist VÍF og StÍF.

Spenningur var tí um tað fór at eydnast VB at gera tað sama, nú tær aftur hildu vikuskifti norðanfyri.

Men hesaferð var soltið hjá VB. Leygardagin taptu tær í Vestmanna, og sunnudagin máttu tær eisini lúta fyri StÍF, sum hevði sera nógv brúk fyri stigunum, um tær ikki skuldu missa oddaliðini úr eygsjón.

Dysturin í høllini á Skála var javnur allan vegin, og tað var sjáldan, at munurin var størri enn tvey mál.

StÍF hevði kortini munin allatíðina, og í hálvleikinum førdi heimaliðið 9-6.

Í seinna hálvleiki skiftust liðini um at skora fyrstu løturnar, men so fór VB at nærkast. Tær minkaðu munin frá 12-9 til 12-11, og okkurt lá í luftini.

Men tað eydnaðist ikki VB-kvinnunum at koma nærri. StÍF fór upp á 13-11, og so brendi VB eitt brotskast, áðrenn tær minkaðu til 13-12.

Men so fór StÍF frá aftur, og knappliga var støðan 17-13 til strandaliðið.

VB-kvinnurnar góvu tað seinasta, tær høvdu eftir, og eins og í fyrra dystinum millum hesi bæði liðini á Skála, helt StÍF uppat við at skora.

Tá ellivu minuttir vóru eftir, var støðan 17-13, og so fekk StÍF ikki mál aftur teir næstu tíggju minuttirnar.

Munurin hesaferð var kortini, at tað heldur ikki gekk so væl hjá VB at fáa mál ? bert trý bleiv tað til, so støðan bleiv 17-16, og tað var tað nærmasta, VB kom nøkrum stigi.

Enn einaferð spældi Sóley Mikkelsen ein tyðandi leiklut, og hon skeyt eisini tey bæði seinastu málini, sum lyftu StÍF upp á 19-16, og sum punkteraðu VB-liðið.

Annars var Eyðleyg Mikkelsen aftur at síggja á StÍF-liðnum. Hon hevur verið burtur leingi við skaða, men er nú før fyri at spæla aftur.

Tað er Signhild Petersen hinvegin ikki, og henni er tað framvegis saknur í.

VB noyddist heimaftur við ongum hesaferð, men tær eru framvegis eitt stig frammanfyri GÍ/Tjaldrið, so tað er ikki bert í toppinum, at kappingin er jøvn.