FS Vágar verður í bestu deildini komandi ár. Tað varð staðfest, tá teir sunnudagin á Valloyruni í Sandavági vunnu 1?0 á LÍF. Og tað varð eisini staðfest, at tað verður venjarin í ár, Albert Ellefsen, sum [...] bjargaði eina ferð í 2. hálvleiki á strikuni. Eftir horna smekkaði Jens Erik Rasmussen flatt framvið Karstini Joensen í LÍF málinum, men Tórhallur Justinussen bjargaði á strikuni. Tá tað restaðu seks minuttir [...] tað var um reppið, at tað eydnaðist. LÍF var í 3?6?1 uppstilling við Peturi Sjúrðaberg einsamøllum á toppinum. Setningurin var at taka ferðina úr spælinum, og tað eydnaðist væl. FSV hevði bóltin meiri
sum Bartal Eliasen og Bárður á Lakjuni og aðrir, sum hava leitað aðra staðni hava gjørt. KÍ hevði sunnudagin eina manning, sum ivaleyst hevði vunnið fleiri dystir í 1. deild. Á miðvøllinum vóru Erling [...] settu seg á mótstøðumiðvøllin, og teir vóru við í trimum av fýra málum. Erling Fles setti hol á í 19. minutti. Finn Baldvinsson sendi fríspark í brotsteigin, Símun Joensen var hægstur og stútaði upp á tvørs [...] Pauli Jarnskor hevur royndirnar, men hann hevur sæð sínar bestu dagar sum spælari. Saman við honum á miðvøllinum vóru Eyðálvur R. Petersen og Høgni Zachariassen, sum báðir eru góðir við bóltinum, men tað
Ginu søgur , ella Vagina Monologues, sum tær eita á enskum, eru søgur fortaldar av kvinnum um seksualitet. Tær eru skakandi og provokerandi. Tær fara inn á øki, sum annars vanliga verða sædd sum tabu. Men [...] Umframt hetta skuldi eg eisini megna at varveita tað poetiska í søgunum og finna eina føroyska mynd upp á tær, greiðir Ria Tórgarð frá. Stuttligt Útgangsstøðið í søgunum er kvinnan og hennara seksualitetur [...] leikurin bert er fyri kvinnur. Hann er fyri øll. Leikararnir vilja heldur ikki seta nakað aldursmark á. ? Leikurin er ikki bara um harðskap og neyðtøkur. Humor er ógvuliga týdningarmikil í leikinum. Har
hann hjálparvenjari, og vit hava skilt á lagnum, at teir í nevndini hjá Skála skuldu brúka tíð til at sannføra hjálparvenjaran um, at hann skuldi taka ábyrgdina á seg. ? Eg havi búð niðri í seks ár. Har [...] sum er eftir, sigur Hans Jákup Andreasen. Á liðnum hjá honum eru tríggir av teimum, sum hava verið við fyrr í summar, ikki tøkir. Teir eru Dánial Hansen og Bárður Danielsen, sum hava trupulleikar við fótliðunum [...] EB/Streymi. Og hvussu roknar tú við, at tað fer at ganga? ? Skálamenn hava trýstið á sær. Eg rokni við, at teir fara at leypa á, og eg rokni við, at teir fara at arbeiða nógv, nú teir skulu vísa nakað fyri
verið á vongverjanum í høgru og sum hesa ferð vikarieraði fyri Ronnie Samuelsen mitt á miðvøllinum, fór í miðverjuna, Sorin Anghel fór aftur á miðvøllin, og so var Jón Sigurd Gleðisheygg einsamallur á toppinum [...] sjálvsagt komast av, at teir vóru fleiri á vøllinum enn mótstøðumenninir. At Skála ikki kom á odda í 1. hálvleiki kunnu teir í EB/Streymi fyrst og fremst takka Gunnari á Steig fyri. Hann var ein sannur brandur [...] málinum, spældi hann upp á tvørs, men Jón Sigurd Gleðisheygg fekk ikki fatur á. Í seinna førinum var tað Sorin Anghel, sum var leysur í málteiginum. Eisini hann royndi at spæla upp á tvørs í staðin fyri at
dystirnar umskipað liðið nakað, og á pappírinum líktist tað einamest eini Drillo-insperaraðri 4-5-1, har Hjalgrím Elttør var einsamallur á toppinum, meðan Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni og Harley Bertholdsen [...] hendi so ikki, og tá B36 so kom á vøllin aftur, vóru teir sum hamskiftir. Nú var talan um beinleiðis og ágangandi álopsspæl. Ikki minst tóktust Bárður Mortansson og Magni á Lakjuni vælupplagdir, tá teir [...] tamarhald á tí, sum fór fram, og nú hevði B36 eftir bert tveimum minuttum koppað øllum á. Spakuliga fingu gestirnir tó loyvi at koma aftur í dystin. Eina mest tí B36 nú í størri mun dúvaði upp á kontra,
Bjarni Johansen fyrst hevði hálvbjargað, var jugoslaviski álopsmaðurin á blettinum seinnu ferðina. Við tapinum datt TB á niðasta plássið á stigatalvuni, og einki er at ivast í, at annað spæl skal finnast fram [...] Fótbóltur Seinna grannauppgerðin í Suðuroynni var á skránni sunnudagin, tá VB á heimavølli tók ímóti TB. Umframt spenningin, sum ein slík uppgerð altíð ber við sær, hevði dysturin serstakliga stóran týdning [...] komnir suður. Denturin skuldi fyrst og fremst leggjast á verjupartin, soleiðis at eitt stig møguliga kundi fáast burturúr. So mátti álopsspælið dúva upp á kontramøguleikarnar, men tað tó rættiliga langt ímillum
niður, og so fekk HB fatur á endanum. Nicu Dogaru, Rúni Nolsøe og Rógvi Jacobsen fingu fatur á fótbóltsspælinum, Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru ? ofta í so langt ? afturi á vøllinum og hjálptu til [...] rudduliga sagt takk fyri seinast. Tað var stórt vónbrot hjá HB, tá NSÍ á ólavsøku fór avstað við løgmanssteypinum fyri eygunum á teimum. Liðið fór í leikligan aldudal, úrslitini vóru ikki góð, og leiðslan [...] tað tóktist ikki sum nakar vandi var á ferð. Rúni Nolsøe sendi frísparkið ímóti NSÍ brotsteiginum, men tað tóktist eitt sindur ullint. Kortini fekk NSÍ verjan ikki tak á. Mitt fyri málinum og seytjan metrar
tað skuldi verða meiri álopsrættað, tí GÍ var á odda, varð Fróði fluttur fram á miðjuna, og Messias, sum hevði verið vongverji í vinstru, varð fluttur inn á plássið í miðverjuni, sum tykist vera mest nátúrligt [...] Marlon Jorge aftur var sloppin upp í part. Bogi Petersen, sum hevur verið á miðvøllinum síðani summarsteðgin, var hesa ferð á vongverjanum í høgru, har Jan Petersen, sum hesa ferð var skaddur, plagar at [...] fyrstur á returbóltinum og legði bóltin í málið. So ráddi um at varðveita trivaligu leiðsluna. Tað var ikki nakar trupulleiki hjá gøtumonnum, sum við sigrinum framvegis tevja altjóða luttøku. Á Toftum er
aftur á klettarnar. Ferðin til slottið Á leiðini heim til Jan og Torgunn, sat eg púra málleys og gloypti alt tað eg sá í meg. Alt var so nýtt og so spennandi. Eg mátti út at síggja meiri av býnum. Á gøtunum [...] sjónvarpinum? Tað skuldi eg skjótt fáa greiði á. Seinasti parturin av ferðini var 4 tímar til høvuðsstaðin í Nepal, Kathmandu. Visum eitt "must" Tá ið eg steig úr flogfarinum og trein niður trappurnar, var [...] burtur. So har var bert eitt at gera...at avlevera snúsklattin á veggin. Og tað eru ikki fá, ið hava hugsað tað sama. Reyðir snúsblettir vóru á hvørjum veggi og tað skuldi eg bert venja meg við, tí soleiðis