Albert og FSV eru har teir halda seg hoyra heima

Endabresturin í heimadystinum, har uppflytingin varð staðfest, var ikki serliga hugaligur

2. deild

FS Vágar verður í bestu deildini komandi ár. Tað varð staðfest, tá teir sunnudagin á Valloyruni í Sandavági vunnu 1?0 á LÍF. Og tað varð eisini staðfest, at tað verður venjarin í ár, Albert Ellefsen, sum fer at hava ábyrgdina, tá FSV fer at royna at koma har, sum teir halda seg hava tilfar til at vera. Tað er millum fimm, seks tey bestu í 1. deild.
Tað verður arbeitt við at styrkja um liðið við spælarum aðra staðni frá. Enn er einki avgjørt, men tað hevur verið nevnt meiri enn eina ferð, at Tór?Ingar Akselsen aftur skal spæla við FSV, eftir at hann í ár hevur verið í HB.
Dysturin, har uppflytingin varð tryggjað, var ikki serliga áhugaverdur. Leirvíkingar, sum eru illa sperdir í hinum endanum av 2. deild, vóru komnir vestur eftir javnleikinum, og tað var um reppið, at tað eydnaðist. LÍF var í 3?6?1 uppstilling við Peturi Sjúrðaberg einsamøllum á toppinum. Setningurin var at taka ferðina úr spælinum, og tað eydnaðist væl. FSV hevði bóltin meiri, og teir høvdu møguleikar.
Serliga vandamiklir vóru teir í deyðbóltsstøðum. Tá tað restaðu tíggju minuttir fingu teir eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, og LÍF bjargaði eina ferð í 2. hálvleiki á strikuni. Eftir horna smekkaði Jens Erik Rasmussen flatt framvið Karstini Joensen í LÍF málinum, men Tórhallur Justinussen bjargaði á strikuni.
Tá tað restaðu seks minuttir av vanligu leiktíðini varð pólverski Marek, sum er komin úr GÍ og til LíF, rikin av vøllinum, tí hann hevði fingið tvey gul kort. Tveir minuttir seinni ruku veteranarnir Terji Lervig hjá LÍF og Albert Ari Thomassen hjá FSV sama veg, eftir at teir høvdu heilsað uppá hvønn annan.
Og tá tríggir av teimum fimm minuttunum, sum vóru lagdir afturat, vóru farnir, dømdi dómarin brotsspark til FSV. LÍF spælararnir vóru í øðini. Teir hildu ikki, at dómarin átti at havt dømt brotsspark, tá ein av teirra afturi ímóti baklinjuni uttarlaga í brotsteiginum í vinstru fekk bóltin í hondina. Teir í Lerivík hildu, at flestu dómarar ikki høvdu mett, at einsamalli maðurin spældi bóltin við hondini, men heldur at bólturin støkk í armin.
Í allari øsingini sá Bárður Heinason reytt, tí hann hevði hevnt seg. Jens Erik Rasmussen umsetti úr ellivu metrum, FSV hevur tryggjað sær pláss í 1. deild, og LíF skal í trimum teimum síðstu umførunum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
LÍF er triði niðast. Teir hava sama stigatal sum ÍF, og teir hava verri málmun. Men leirvíkingar eru omanfyri fuglfirðingar, tí teir hava betri innanhýsis úrslit. Dysturin í Fuglafirði endaði 1?1, meðan LÍF vann heimadystin ímóti íF 3?0.

Dysturin í tølum
FSV-LÍF 10 (0-0)
1-0: Jens Erik Rasmussen (br.)