Trýstið liggur á skálamonnum

Nýggi venjarin Hans Jákup Andreasen, fyrrverandi hjálparvenjarin og nýggi ábyrgdarmaðurin á Skála, heldur ikki, at tað er ómøguligt at fáa øll stigini í morgin

Upptakt

Í næstsíðsta umfarinum fer Skála at fáa vitjan av TB. Tað hevur verið roknað við, at tann dysturin fór at verða rættuliga avgerandi fyri, hvat av hesum báðum liðunm skal flyta beinleiðis niður. Men í morgin skal TB spæla í Vági, og um tvørámenn vinna oyggjauppgerðina, og um Skála samstundis einki fær á heimavølli í oyggjauppgerðini ímóti EB/Streymi, so kann tað fara at verða so, at úrslitið í næstsíðsta umfarinum ikki fær so stóran týdning, sum tað annars hevur verið roknað við.
Tí er tað rættuliga avgerandi hjá skálamonnum, at teir vinna ímóti EB/Streymi. Og nýggi venjarin, Hans Jákup Andreasen, heldur, at tað er ikki ómøguligt:
? Vit mugu vinna, og vit áttu at havt nóg gott fólk og lið at megna tað, sigur Hans Jákup, sum hevur havt ábyrgdina fyri venjingunum tær báðar síðstu vikurnar. Frammanundan venjaraskiftinum var hann hjálparvenjari, og vit hava skilt á lagnum, at teir í nevndini hjá Skála skuldu brúka tíð til at sannføra hjálparvenjaran um, at hann skuldi taka ábyrgdina á seg.
? Eg havi búð niðri í seks ár. Har fekst eg ikki við fótbólt, og tað var ikki ætlanin at fara uppí aftur soleiðis, men nú er tað, sum tað er, og vit fara at royna at fáa nakað burturúr. Tað verður torført, tí liðið hevur ikki vunnið í 1. deild, men spælararnir vita, at hetta høvið er eitt tað besta, sum er eftir, sigur Hans Jákup Andreasen.
Á liðnum hjá honum eru tríggir av teimum, sum hava verið við fyrr í summar, ikki tøkir. Teir eru Dánial Hansen og Bárður Danielsen, sum hava trupulleikar við fótliðunum, og Marius Joensen, sum er fluttur til Danmarkar í útbúgvingarørindum.
Hans Jákup hevur áður verið venjari hjá EM/Streymi, men hann sigur seg ikki kenna nakað serligt til liðið, sum teir nú spæla við:
? Eg vandi teir fyrsta árið, sum teir høvdu felagslið millum EB og Streym. Tað var í 1993, og teir høvdu lið í 2. deild og unglingalið. Frá tí liðnum er tað bara Jákup Martin Joensen, sum framvegis spælir í EB/Streymi, sigur Hans Jákup.
Tað gekk væl hjá teimum. EB/Streymur endaði næstfremst og flutti beinleiðis upp saman við NSÍ, sum vann deildina.

Nøgdir við javnleik
Hjá EB/Streymi er liðformaðurin, Ronnie Samuelsen, leikbannaður fyri aðru ferð í ár. Tað hevur eisini verið ivasamt við Sorin Anghel. Hann hevur drigist við ein skaða í lærinum. Tá KÍ var á Eiði næstsíðsta mánakvøld, spardu teir hann. Sorin hevur gingið til viðgerð, og hann hevur ikki vant nakað serligt:
? Vit rokna við, at hann verður við í morgin, sigur Trygvi Mortensen, sum er venjari hjá EB/Streymi.
Og hvussu roknar tú við, at tað fer at ganga?
? Skálamenn hava trýstið á sær. Eg rokni við, at teir fara at leypa á, og eg rokni við, at teir fara at arbeiða nógv, nú teir skulu vísa nakað fyri nýggja venjaranum. Higartil hava teir fingið fýra javnleikir. Um tað eisini endar javnt ímóti okkum, so kunnu vit væl liva við tí úrslitinum. Men spurninugrin er, um teir kunnu liva við javnleiki. Støðutalvan sigur, at teir verða noyddir at fara eftir sigrinum. Tað passar okkum væl, sigur EB/Streyma venjarin.