tað ætla teir eisini at gera framyvir. Eisini eftir, at søgurnar herfyri vóru frammi um, at felagið ætlaði at tveita handklæði í ringin og gevast. - Vit hava á ongan hátt ætlanir um at tveita handklæðið, [...] ar eru somueliðis bøttar. - Tað er ein royndur lutur, at kapping er til fyrimuns fyri brúkaran og tí er tað, at eg sigi, at FaroeJet tryggjar, at kundin fær ta bestu vøruna til tann besta prísin, sigur [...] sigur, at teir fara at koyra á á sama hátt, men leggur hann aftrat, at teir eisini arbeiða við fleiri spennandi tingum. - Eg kann ikki koma nærri inn á hvat tað er, men tað inniber millum annað at gerast
tey at verða búgvandi har. ? Í løtuni veit eg ikki, hvar eg komi at spæla, men eg vóni, at tað kemur upp á pláss innanfyri ein mánað ella so. Tað, sum er mest umráðandi fyri meg, er, at eg sleppi at spæla [...] landsliðið fara suður eftir at venja. Men eg havi ein álvarsaman skaða, og eg má gera alt tað, sum er neyðugt, fyri at koma fyri meg aftur. Tí nyttar tað ikki at ganga súrur, men heldur at síggja positivt upp [...] eg geri alt fyri at koma at spæla fótbólt aftur. Eg varð skurðviðgjørdur av einum sera dugnaligum lækna, og hann sigur, at tað gongur væl við knænum hjá mær, sigur Jón Rói. Trupult at sláa ígjøgnum Í 2002
Bryggjuna og okkum kann standast av, at tey hava sett yngri fólk at arbeiða í húsinum, ið eru von og spent uppá at skipa fyri mentunarligum tiltøkum, sum kunnu koma at liggja í kjalarvørrinum á okkum, eftirsum [...] havi eg hoyrt sagt, at man hugsar sær at fáa eina hálva millión úr Føroyum á hvørjum ári í stuðulspeningi til tiltøk á Bryggjuni. Tá tað bara er ein kassi at taka úr, er tað sjálvsagt, at jú fleiri sum koma [...] Spurningurin verður so, um tey eisini hava áhuga at gera tað sama mótvegis okkum. Tað rokni eg við og har átti einki at verið at ivast í. Heldur tú sjálvur, at neyðugt er við báðum húsunum? ? Ja! Sum Føroyahúsið
skrivað um, hvat tað er at elska, og ein yrking er um, hvat tað er at liva. ? At liva er at nokta at doyggja blindur, ljóðar ein av beinraknu strofunum burtur úr hesi yrking. ? At vera listamaður er ikki [...] ætlar sær at steðga her eitt sindur afturat, áðrenn hann fer at leita sær aftur til heimið í Hirtshals. ? Eg segði ein dagin við konuna, at nú pakki eg alt saman, og so fari eg til Føroyar at finna andan [...] verk. ? Tað er eingin trupulleiki hjá mær at kopiera meg sjálvan, at endurtaka tað, sum eg havi lært, men tað dámar mær ikki at gera. Tí royni eg at finna nýggja inspiratión, og ein slíka ferð sum hendan
bæði, Lis og Bjarni, av, at best var hjá børnunum at vaksa upp í Føroyum, ikki minst tí at í Føroyum kundu børnini hava alla sína skúlagongd og miðnámsskúla, uttan at tey noyddust at flyta heimanífrá. Um tey [...] Spurdur um hann hevur roynt at hanga kjøt upp at ræsa, sigur Bjarni, at tað hevur hann ikki, tí tað nyttar ikki. Alt ov nógv væta er í luftini, so kjøtið rotnar bara. Tá er gott at hava nakað av seyði heima [...] er í Danmark. Tá eg at enda spyrji Bjarna, hvussu leingi hann fer at halda fram við at verða seyðabóndi, brosar hann og svarar: Kanska til onkur annar føroyingur bjóðar seg fram at yvirtaka garðin eftir
tey øll skýggj burtur við at spræna eina rúgvu av bitlum upp í luftina, og so var sól og summar í tvær vikur, meðan OL var. - Tað ber til at forða fyri, at tað fer at regna, við at spræna stórar nøgdir av [...] bitlar, at teir verða evarska smáir og ikki kunnu síggjast við berum eygum, sigur Sigurd Christiansen. Hóast tað ber til at ávirka veðrið við at spræna bitlar upp í luftina, væntar hann tó ikki, at tað fer [...] og hvat um spreingievnir og kemisk kríggj. - Hetta við at spreingja ymiskt í luftina helt eg vera øðiliga stuttligt. Tað førdi til, at eg fór at lesa evnafrøði á Keypmannahavnar Universiteti, sigur hann
elag, og eg helt tað vera lættari at byggja upp við at skipa alt undir teimum. Tað eru ikki øll børn, ið hava hug at spæla hondbólt, men eg royni at siga við tey, at fimleikurin er góður fyri hondbóltin [...] politikki heima á hesum øki, men vit royna at hava frið fyri telefonunum, tá ið vit eta, og tá ið vit eru saman sum familja. Eg haldi, at Bárður er raskur at siga, at hann kann ringja aftur seinni, sigur Rakul [...] Reynatúgvu, ringdi hann og segði, at nú hevði hann fingið semju, og at tað fór at vera henda samgongan, sum nú er vorðin veruleiki, sigur Rakul Nielsen. Tey, sum fylgdu við, vita, at tað gekk rættiliga hektiskt
næst aftasta plássinum. Eg havi tosað við Heina um at koma til Neistan og royna at spæla har, sum tað er stuttligt – at spæla um at koma í FM-finaluna, vísir Tummas Pauli á. Hann er í løtuni heima í vetrarferiu [...] hvønn annan mentalt. Eg vænti eg fari at duga at seta meg í støðuna, hvussu hann man hava tað, og hann hvussu eg man hava tað. Vit fara helst at hava lætt við at vita hvat vit skulu tosa við hvønn annan [...] kundi velja at halda fram við at kappast ímóti beiggja sínum og velja Kyndil, men valið fall á kappingarneytarnar úr Neistanum. - Eg umhugsaði ikki Kyndil hesuferð, sum liggur og berjist um at røkka næst
hildnir at vera áhugaverdir, hava møguleika at fáa navnið á henda listan, greiðir Frida Poulsen frá. Sum tann einasta í danska ríkinum megnaði hon at fáa navnið á listan og fekk sostatt møguleika at arbeiða [...] virkaði bara for lætt at geva skarvin yvir. Og harafturat dámdi mær væl at fáast við sniðgeving, sigur Frida Poulsen. Tað var tó ikki bara dreymurin um at gerast sniðgevi, sum gjørdi, at Frida Poulsen bleiv [...] leggur afturat, at tað ikki var lætt at fáa sítt navn á listan. - Tað eru undirvísararnir á skúlanum, sum velja, hvørjir næmingar sleppa á listan. Næmingar, sum altíð møta til tíðina, duga væl at tekna, og sum
skuld niðurgoldin Tey allarflestu duga at síggja í dag, at hetta er beinleiðis orsøkin til, at føroyski búskapurin kláraði at standa ímóti einum so stórum sveiggi, at alivinnan fór á heysin, rækjuflotin fór [...] skal ístaðin “royna at halda aftur í fíggjarlógini”. Vit vita øll, at hetta merkir, at onki verður gjørt. Strika skattalættan og skriva út val Tað er meiningsleyst og ábyrgdarleyst at lata heystið ganga [...] royndir hjá flokkunum í samgonguni at pussa onkrar skerdar fjaðrar mótvegis veljaranum, sum fara at mynda politisku skipanina. Tað besta vit kunnu gera nú, er at semjast um at strika skattalættan fyri 2008