Fótbóltslív
Brøndby: Tað er fyrst í september mánaði 2003. Á einum av venjingarvøllunum hjá danska superligafelagnum Brøndby er venjingin við at verða góðar 20 minuttir gomul.
Tað er besta liðið í felagnum, sum er í gongd við upphitingina. Teir spæla tveir móti tveimum ? tveir leypa á og tveir verja.
Bólturin støkkur frá einum av álopsspælarunum, og so skal annar av verjuspælarunum sparka bóltin burtur ? einfalt og uttan hóvasták.
Men okkurt gongur galið.
Í tí hann skal venda sær og sparka bóltin, stendur høgra beinið fast í vøllinum, og hann dreygar inn yvir beinið.
Tað sigur klikk og ein snarljós av pínu fer sendandi ígjøgnum kroppin hjá honum.
Føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen fellur saman við eini ótolandi pínu í knænum.
Okkurt er spinnandi galið.
Einsamallur á súkklu
Tað regnar. Tað er fyrst í februar mánaði 2004, og mjørkin hongur tungur yvir danska høvuðsstaðin. Í lýggja vetrarveðrinum valdar mest sum tøgn á Brøndby Stadion.
Eingir spælarar renna á venjingarvøllunum. Eingin larmur er í kantinuni, og frammanfyri sjónvarpinum situr ein einsamallur leiðari í felagnum og zappar.
Við síðuna av kantinuni er eini nógv brúkt høli á Brøndby Stadion. Tað er rúmligt í hølunum, og allastaðni fram við veggjunum standa maskinur og vektir av ymsum slagi.
Tað er her, at spælararnir í besta felagnum í Danmark í løtuni hava styrkisvenjingar. Teir kunnu renna á rennibondum, súkkla á maskinum ella pumpa eitt sindur av styrki í kroppin við teimum mongu vektunum.
Ein einsamallur maður situr á súkkluni við sveittabroti.
Nú eru fimm mánaðir farnir, síðani hann fall um til eina venjing og ringdi seg saman av pínu í knænum.
Strandaður og stúrin
20 ára gamli fótbólsspælarin Jón Rói Jacobsen stríðst nú fyri sínum fótbóltslívi í Danmark.
Strandaður í einum rúmi á Brøndby Stadion, meðan liðfelagarnir hava sett kós suður í Europa, til heitari veðurlag í Spania at venja ? fyrst teir í Brøndby og seinni eisini teir á føroyska landsliðnum.
Jón Rói sleppur ongan veg. Hann er bundin til maskinurnar á Brøndby Stadion og til fysioterapina í grannalagnum. Skal hann gera sær nakrar tankar um at endurvinna sína støðu sum ein av bestu føroysku fótbóltsspælarunum nú á døgum, skal hørð og miðvís venjing til.
? Tað er strævið at skula sita eftir her, meðan Brøndby og landsliðið fara suður eftir at venja. Men eg havi ein álvarsaman skaða, og eg má gera alt tað, sum er neyðugt, fyri at koma fyri meg aftur. Tí nyttar tað ikki at ganga súrur, men heldur at síggja positivt upp á tað á onkran hátt.
Jón Rói sleit fremra krossbandið í høgra knæið fyri fimm mánaðum síðani, og tey, sum kenna til slíkar skaðar, vita, at tað tekur drúgva og pínufulla venjing og viðgerð fyri at koma fyri seg aftur.
? Hóast tað hevur gingið sera væl við venjingini higartil, og eg havi gjørt stór framstig, so kann eg ikki lata verða við at ivast í, um eg fari at koma veruliga fyri meg aftur sum fótbóltsspælari, sigur Jón Rói Jacobsen.
Framtíðin er óviss
Stríðið fyri fótbóltskarrieruni er strævið, men Jón Rói ger alt, hann er mentur, fyri at koma á føtur aftur.
Hann er 20 ára gamal, men hevur longu í fleiri ár verið profilur í føroyskum fótbólti. Fyrst í heimligu kappingin sum eitt tað størsta talentið hjá HB nakrantíð, og seinni eisini sum álitsmaður á A-landsliðnum, har hann mannaði annað plássið í føroysku miðverjuni, tá ið stóru stjørnurnar í Europa royndu at leypa á og gera mál.
Hann er blaðungur sum fótbóltsspælari, men hevur longu í fleiri ár spælt sum teir mest garvaðu. Ein eyðsýnt talent, sum kann koma langt í fótbóltsspælinum.
Um hann bara kemur fyri seg aftur.
? Man veit ongantíð, hvat kann henda, men eg vóni tað besta, og eg geri alt fyri at koma at spæla fótbólt aftur. Eg varð skurðviðgjørdur av einum sera dugnaligum lækna, og hann sigur, at tað gongur væl við knænum hjá mær, sigur Jón Rói.
Trupult at sláa ígjøgnum
Í 2002 fekk danska stórfelagið Brøndby eyguni upp fyri føroyska spælaranum, og teir leigaðu hann frá HB í eitt ár.
Jón Rói fekk lítla spælitíð á besta liðnum, men hann vandi við teimum og spældi annars á 2. liði í felagnum.
? Brøndby er eitt stórt og professionelt felag, og tað er trupult hjá einum ungum spælara at sláa ígjøgnum her. Eg trúði tó upp á tað, og beint áðrenn, eg fekk skaðan, hevði tað gingið væl hjá mær. Eg hevði skorað fimm mál í átta dystum sum verjuspælari.
Sáttmálin millum Jón Róa og Brøndby gekk út á nýggjárinum, og partarnir ætla sær ikki at gera nýggjan sáttmála. Brøndby hevur tó tikið sær av Jón Róa, nú hann roynir at koma fyri seg aftur, og hann verður verandi í felagnum, til hann er frískur aftur.
Hetta er ein sømilig viðferð í eini fótbóltsverð, sum stundum verður ákærd fyri at verða kynisk og bara snúgva seg um pengar.
Aðrir spælarar stuðla honum
Jón Rói venur einaferð um dagin á Brøndby Stadion, og hann fær eisini viðgerð frá fysioterapeuti hvønn dag.
? Í løtuni súkkli eg nógv, og eg havi alla tíðina vant við vektum. Eg vóni, at eg kann fara at renna aftur innanfyri ein mánað, og tað gleði eg meg til.
Knæið hjá Jón Róa er ikki enn komið fyri seg aftur, og stóra stríðið er at styrkja um musklarnar í beininum og at fáa knæið liðiligt og fimt aftur.
? Venjingin kann verða ótrúliga pínuful, tí tað er neyðugt at boyggja knæið meira, enn eg í grundini fái í løtuni. Tað er krevjandi, og eg vóni ikki, at eg nakrantíð í lívinum komi út fyri hesum aftur, sigur Jón Rói.
Hóast ein feril av iva allatíðina sníkir seg upp í tankarnar um framtíðina, so heldur Jón Rói, at venjingin gongur væl, og hann heldur seg gera framstig.
? Tað eru fleiri spælarar her í felagnum, sum fyrr hava slitið krossbandið, og teir eru allir komnir fyri seg aftur. Tað er hugaligt at fáa stuðul frá teimum, og teir eru sera hjálpsamir móti mær, sigur Jón Rói.
Spælarar sum Morten Wieghorst og Auri Skarbalius hava verið ígjøgnum uppvenjing eftir slitin krossbond, og teir geva Jón Róa góð ráð.
Leitar eftir felag
Gongur tað, sum Jón Rói ætlar, so kann hann fara at spæla bólt aftur um tveir og ein hálvan mánað og verða førur fyri at spæla dyst um tríggjar mánaðir.
? Men tað loysir seg ikki at gera ov nógv av. Venjingin má taka tað tíð, sum hon krevur, og um tað so merkir, at eg má bíða ein mánað longri, enn eg ætli nú, so geri eg tað.
Málið hjá honum er at koma fullkomiliga fyri seg aftur sum fótbóltsspælari, og hann miðjar eftir at vinna plássið aftur á føroyska landsliðnum.
? Eg komi tó ikki at halda fram í Brøndby. Eg ætli mær at finna mær eitt nýtt felag, og vónandi verður tað her í Danmark.
Sjálvsálitið fingið smeit
Jón Rói byr í Ishøj, og har trívast hann, daman og barnið hjá teimum sera væl, og um tað kann lata seg gera, ætla tey at verða búgvandi har.
? Í løtuni veit eg ikki, hvar eg komi at spæla, men eg vóni, at tað kemur upp á pláss innanfyri ein mánað ella so. Tað, sum er mest umráðandi fyri meg, er, at eg sleppi at spæla dystir aftur á høgum stigi, so eg kann fáa gongd í fótbólsspælið aftur og byggja sjálvsálitið uppaftur.
Og júst sjálvsálitið er nakað, sum kann fáa ein smeit, tá ið tað ikki ber til at spæla seg á besta liðið í einum felag og omaná tað heila fáa ein álvarsaman skaða.
? Brøndby er eitt rættiliga professionelt felag, og tað verður ikki tosað so nóg við teg, fyri tað um tú ikki sleppur á liðið. Tí mást tú í grundini verða sterkur mentalt og taka tær av tær sjálvum.
? Men tað er trupult at sleppa undan, at slíkt gongur út yvir sjálvsálitið, og tí vil eg í gongd við at spæla dystir, so skjótt sum eg komi fyri meg aftur, sigur Jón Rói.
Venjingin fyri hendan dagin er liðug, og Jón Rói fer at leggja seg undir kønu hondina hjá einum fysioterapeuti.
Tað er ein tilvildarligur týsdagur í februar, og hann fer av Brøndby Stadion.
Í morgin er mikudagur, og tá er hann aftur á súkkluni.
Einsamallur, men avgjørdur um, at hann skal koma fyri seg aftur.