Gav ongantíð upp

- Fleiri ferðir umhugsaði eg at gevast, men tað virkaði bara for lætt at geva skarvin yvir. Í dag eri eg errin av at vera komin so langt. Tað sigur 31 ára gamla Frida Poulsen, sum hevur gingið á einum av harðastu designskúlunum og hevur arbeitt fyri kendar, strangar sniðgevar. Í dag býr hon í Italia og hevur sítt egna klædnamerkið

Fyri níggju árum síðani fór ein 22 ára gomul havnagenta til Milano. Hon var sloppin inn á ein av teimum heilt kendu designskúlunum, sum ber orð fyri at vera ein av teimum heilt hørðu. Skúlin eitur Istituto Marangoni. Vanliga eru tað umleið tvey út av eini 500, sum sleppa á skúlan.
Frida Poulsen vildi hava eina útbúgving sum sniðgevi, og tá hon ikki kundi útbúgva seg í Føroyum, helt hon, at hon líka so væl kundi fara til Milano, sum er eitt satt mótamekka. Í fýra ár stríddist hon bæði nátt og dag fyri at fáa útbúgvingina undir land.
- Um eg skuldi byrja eina ferð afturat, so hevði eg heilt sikkurt givist, tí tá eg hyggi aftur á tíðina á skúlanum, so var hon ógvuliga strævin og hørð, sigur Frida Poulsen, sum tó eisini hevur góð minni frá skúlatíðini í italska stórbýnum.

Fekk harða byrjan
At koma sum føroyingur til Milano var ein stór broyting fyri Fridu Poulsen, sum var 22 ára gomul, tá hon flutti til Italia.
- Eg minnist hasa tíðina sum nakað heilt øðrvísi, tí alt er annarleiðis. Málið, maturin, veðurlagið, gerandisdagurin, ja alt er annarleiðis enn tað, vit føroyingar eru vanir við, sigur Frida Poulsen.
Tað var torført at finna bústað, men hon megnaði at finna eitt kamar, sum hon kundi leiga frá eini eldri konu.
- Men eg mátti deila kamarið við eini aðrari gentu, tí leigan var so dýr. Haldi vit skuldu gjalda 400 evrur hvønn mánað, minnist Frida Poulsen og leggur afturat, at tær sluppu ikki at gera sín egna mat, men máttu eta tað, sum gamla konan borreiddi fyri teimum.
Italska málið var ein stór avbjóðing fyrstu tíðina.
- Eg gekk á málskúla ein mánað, áðrenn skúlin byrjaði, men í langa tíð var torført at samskifta við fólkini, fortelur Frida Poulsen. Fíggjarliga vóru fyrstu mánaðirnir harðir, tí tað gekk rúm tíð, áðrenn hon fekk pengar frá stuðulsskipanini.
Á skúlanum bleiv bert undirvíst á italskum, og hvønn dag hevði hon nógv heimaarbeiði.
- Karakterirnar vóru lágar í fyrstu nógvu mánaðirnar. Skúlin var soleiðis, at í tríggjar mánaðir høvdu vit fimm lærugreinar, og triðjahvønn mánað skuldu vit til tríggjar próvtøku í hvørjum faki. Tú mátti bara royna at klára teg ígjøgnum tað sum frægast. Tað var stuttligt, men so avgjørt eisini strævið, tí tú visti ikki altíð, hvat tað var, tú gjørdi galið og skuldi gera øðrvísi.
Hevði skúla og arbeiði
Á sjálvum skúlanum gjørdu tey ikki so nógv við at seyma klæðir, tí størsti parturin av skúlatíðini fór við ástøðiligari undirvísing. Tað merkti eisini, at Frida Poulsen hevði nógv heimaarbeiði, har hon skuldi royna teori í praksis og sostatt royna seg við sniðgeving og seyming.
Langir dagar á skúlanum og tað nógva heimaarbeiðið, ið kom afturat, vóru ikki einasta orsøkin, til at Frida Poulsen minnist skúlatíðina á designaraskúlanum í Milano sum sera strævna.
- Skúlin samstarvaði við fleiri kendar sniðgevar, og tey bestu á skúlanum komu á ein lista, sum sniðgevararnir so kundu brúka sum hjálparfólk, fortelur Frida Poulsen og leggur afturat, at tað ikki var lætt at fáa sítt navn á listan.
- Tað eru undirvísararnir á skúlanum, sum velja, hvørjir næmingar sleppa á listan. Næmingar, sum altíð møta til tíðina, duga væl at tekna, og sum onkursvegna eru hildnir at vera áhugaverdir, hava møguleika at fáa navnið á henda listan, greiðir Frida Poulsen frá.

Sum tann einasta í danska ríkinum megnaði hon at fáa navnið á listan og fekk sostatt møguleika at arbeiða fyri fleiri av teimum heilt kendu sniðgevunum innan altjóða mótaheimin.
- Tað var ótrúliga hart, tí eg gekk í skúla, hevði heimaarbeiði, og so arbeiddi eg eisini fyri ymsar sniðgevar. Tí var tað heldur ikki óvanligt, at eg fór í skúla uttan at hava gjørt alt heimaarbeiðið, og karakterirnar vóru so eisini onkuntíð hareftir. Men undirvísararnir á skúlanum løgdu ikki so nógv í tað, tí teir søgdu altíð við okkum, hvussu umráðandi tað var, at skapa eitt netverk, læra fólk innan mótaheimin at kenna og so framvegis, sigur Frida Poulsen.

Hjálpti Armani
Fleiri av teimum heilt stóru sniðgevunum plagdu at brúka næmingar av listanum, sum Frida Poulsen stóð á. Tí hevur ungi sniðgevin í dag pappír, ið siga, at eitt nú Georgio Armani, Robert Wilson og Giovanni Cavagna hava verið hennara arbeiðsgevar.
- Tað var sjálvandi eitt sindur løgið at arbeiða saman við hesum kendu fólkunum, men eg haldi ikki, at eg hugsaði so nógv um tað, sigur Frida Poulsen, sum eisini hitti Georgio Armani nakrar ferðir, meðan hon gekk á italska designskúlanum.
- Hann er ein fittur persónur, opin og stuttligur at arbeiða saman við, sigur Frida Poulsen, sum millum annað hjálpti Armani, tá hann hevði eina av sínum eyðkendu mótasýningum, sum hann hevur havt síðani áttatiárini og framvegis hevur í dag.
- Eg hjálpti til við at umseyma nøkur pløgg frá 80unum, skuldi hanga tey upp á dukkur, og annars gera pløggini klár til mótasýningina. So har var eingin sniðgeving í tí arbeiðinum sum so, fortelur Frida Poulsen.
Serliga strævið var tað at ganga í skúla og arbeiða, ímeðan próvtøkur fóru fram á skúlanum.
- Eg minnist væl, at tá eg arbeiddi fyri Armani í umleið sjey tímar hvønn dag, hevði eg rættiliga nógvar próvtøkur. Ta einu ferðina svav eg ikki í eina heila viku, minnist Frida Poulsen.
Í filmum og sjónvarpsrøðum verða sniðgevar ofta lýstir sum órímiligir arbeiðsgevarar, ið seta himmalhøg krøv til arbeiðsfólkini. Sambært Fridu Poulsen er tann lýsingin ikki heilt skeiv frá veruleikanum.
- Fleiri sniðgevar eru nógv verri enn teir, vit hava sæð í filminum The Devil Wears Prada. Eitt nú var tað ógvuliga strangt hjá Giovanni Cavagna, sum hevði eitt heldur løgið sinnalag, tí ofta bleiv hann fratørur av ongum. Men tað er lítið í mun til nógvar av teimum ræðusøgunum, sum eg havi frætt frá øðrum, sigur Frida Poulsen og hevur hug at flenna.

Bóðu hana koma heim
Frida Puolsen goymir á ongan hátt at tey fimm árini á designskúlanum vóru strævin, og nógvir dagar vóru ógvuliga tungir at koma ígjøgnum.
- Eg ringdi ofta heim og kærdi mína neyð, og eg hugsaði meir enn einaferð, at nú kláraði eg ikki meir. Í roynd og veru umhugsaði eg næstan hvønn dag at gevast, greiðir Frida Poulsen frá, sum allatíðina merkti góðan stuðul heimanfrá.
- Øll søgdu við, at eg kundi bara koma heim, tað bilti einki, um eg gavst á skúlanum, og eg skuldi nokk fáa arbeiði heima í Føroyum, minnist Frida Poulsen. Hon gavst tó ikki, fyrr enn tey fimm árini vóru liðin, og hon hevði prógvið, sum vísti, at nú var hon sniðgevi. Sjálv veit hon ikki reiðiliga, hví hon ikki bara vendi nøsina aftur til Føroya og slepti dreyminum um at gerast sniðgevi. Tí tað var veruliga hart.
- Tað virkaði bara for lætt at geva skarvin yvir. Og harafturat dámdi mær væl at fáast við sniðgeving, sigur Frida Poulsen.
Tað var tó ikki bara dreymurin um at gerast sniðgevi, sum gjørdi, at Frida Poulsen bleiv verandi í Milano. Heldur ikki eftir at hon var liðug við útbúgvingina. Tí undir hektisku skúlatíðini hitti hon Valentino, sum hon í dag er gift við og býr saman við í Lissone, sum er ein býarpartur beint uttan fyri Milano. Saman eiga tey skjótt tvey ára gamlan sonin, Samuele Espern.
- Eg trívst í dag væl og havi havt møguleika at fáa arbeiðsroyndir, sum eg ikki hevði fingið, um eg var í Føroyum, sigur Frida Poulsen, sum seinastu árini hevur arbeitt á tveimum designstovum, har tey eitt nú hava teknað og gjørt uppskot til klæðir fyri Zara, Maxmara og Patrizia Pepe.

Hevur egið merkið
Í løtuni er hon í barsil og trívist væl sum heimagangandi mamma í Italia. Fyri nøkrum mánaðum síðani tók hon eina stóra avgerð.
- Eg havi altíð spælt mær við tankan um at gera mítt egna. Higartil havi eg bara arbeitt fyri onnur, men nú tá eg eri heima við soninum, havi eg tíð til at kunna arbeiða við at menna mítt egna klædnamerkið, sigur Frida Poulsen, sum sær fleiri fyrimunir við at hava sítt egna merkið.
- Faktisk ringdu tey frá arbeiðinum herfyri og spurdu, nær eg kom aftur til arbeiðis. Tá fór eg at hugsa um alt tað arbeiði mann ger, fyri onnur, og so lønin, ið als ikki samsvarar við mongu arbeiðstímarnar, sigur Frida Poulsen, sum longu hevur sniðgevi fleiri blusur, t-shirts, kjólar og jakkar.
- Klæðini, eg geri, eru einkul, men so allíkavæl ikki. Tey eru minimalistisk, men hava okkurt sermerkt við sær. Tekniskt eru tey gjørd upp á ein annarleiðis máta, enn tey vanligu klæðini, og eg geri eisini øll mynstur og prent sjálv, greiðir Frida Poulsen frá. At hon er føroyingur sæst aftur í hennara klædnamerkið.
- Viðhvørt brúki eg ymiskt prent við eitt nú føroyskum fuglum, fiskum og seyði á. Annars leggi eg dent á, at eitt nú modellirnar, fotografar og onnur, sum eg samstarvi við, eru føroysk, tí harvið skilir merkið seg eisini eitt sindur burtur úr mongdini, sigur Frida Poulsen, sum fegnast um, at fólk longu nú hava tikið væl ímóti nýggja merkinum.
- Fólk hava í dag møguleika fyri at síggja klæðini og bíleggja tey umvegis netið, og tað eru tað nógv sum hava gjørt. Klæðir eru farin víða; til Grønlands, Føroyar, París og fleiri aðrastaðni, fortelur Frida Poulsen, sum onga løtu angrar, at hon tók stigið at gera sítt egna klædnamerkið.
- Tað er líkasum, at mann altíð bíðar eftir røttu løtuni, men viðhvørt skal mann bara gera tað. Onkrastaðni skalt tú byrja.