er ikki ætlanin, at tað skal vera í allari framtíð. Tí ES arbeiðir í løtuni við at gera nakrar lógir, sum syrgja fyri, at tað fer at kosta tað sama hjá øllum telefyritøkum í Evropa, at nýta internetið. [...] iPhone, finnur útav, at tað framvegis er kríggj í heiminum, og at veðrið í Føroyum ikki er nakað at reypa av. Soleiðis kanst tú róliga leggja telefonina frá tær, meðan tú hugsar, at tað ger onki um tú hevur [...] hann eftir fimm døgum gavst at nýta netið, hevði hann nýtt einar 23.000 krónur. - Tað kemur sjálvandi fyri, at onkur kemur í trupulleikar, men í hesum førinum valdu vit at rinda ein bróðurpart av hesum
dylur yvir, at húsaprísirnir í Havn ikki freistaðu hann so øgiligt at keypa eini hús. - Knappliga gekk tað eisini upp fyri mær, at tað í grundini ikki hevði serliga stóran týdning fyri meg at kunna ganga [...] íbúðarmynstur At byggja ella keypa hús er ikki einasti møguleikin longur hjá føroyskum familjum at fáa fót undir egið borð. Seinnu árini eru byggifyritøkur í alsamt størri mun farnar at undir at byggja íb [...] sum hevði rættiliga nógv at siga, tá Heri og Ann gjørdu av at keypa eina av nýggju marglætisíbúðunum við Velbastaðvegin. - Trupulleikin við íbúðarbygging í Føroyum er oftast, at íbúðirnar heilt einfalt
hinvegn hava vit tryggjað okkum, at har vit játta, har vilja vit loyva okkum at kunngera tað. Hetta er sjálvsagt eisini í PR høpi. Men har koma vit eisini at fylgja tí leisti, at vit gera ikki viðmerkingar, [...] Nolsøe. Hann sigur, at nevndin ætlar at halda seg til at lata munandi stuðul. Ætlandi fer grunnurin við í eina ella fáar ætlanir, har stuðulin er munadyggur. - Útfrá hesum kann eg so siga, at nógvar av umsóknunum [...] í Vík, at sambært viðtøkunum hjá grunninum, so kann hann ikki gera viðmerkingar til einstakar umsóknir. - Miðað verður eftir, og tað er lagt inn í viðtøkurnar fyri grunnin, at ein mánað eftir, at umsók
ávirkan á lagnu landsins. Stjórnin royndi at eyðmíkja hann, hon royndi at revsa hann og at fjala hann. Hansara fangavørðar og vaktarmenn royndu at fáa hann at broyta áskoðan aftur fyri linari revsing, [...] mint tann altvaldandi á, at summi av hansara børnum vórðu meiri kúgað enn onnur, og at tað stundum kundi tykjast, sum at Harrin einki legði í tað. Men var Harrin ikki sinnaður at geva tí svarta manninum [...] valdi at stríðast ímóti, - hugsjónin um, at fólk við ljósari húð eru meiri verd enn brún og svørt - var líka einføld og ræðulig ísenn. Hansara egna hugsjón var eisini einføld. Hansara krav var, at Suðurafrika
stórari fjarstøððu. Málverjin megnaði ikki at halda bóltinum, og so var Gisli Sveinbjørnsson fyrstur at fylgja upp. Gestirnir hildu , at málverjin møguliga átti at hildið skotinum, men sum skilst, so bøtti hann [...] sum fellur einum botnliðið. Dystir, sum kanska áttu at kastað okkurt av sær, eru altíð koppaðir skeivan veg, soleiðis at tað hevur verið sera trupult at sleppa úr óndu ringrásini. Leygardagin var so HB á [...] løgdu teir á heimaliðnum størstan dent á verjupartin. HB royndi at trýsta, og eftir góðum tíggju minuttum eydnaðist teimum at skora, eftir at Gunnar Mohr fyrst hevði roynt seg, og Eyðun Samuelsen síðani fekk
góða tíð at svara. Endamálið við undirvísingini í miðlum er at næmingarnir gjøgnum uppliving, framleiðslu og greinan menna persónliga eginleikanum at skilja og nýta miðlar. Frálæran leggur dent á, at næmingurin [...] finna meiningina í tekstinum og at læra at lesa millum reglurnar. At ummæla filmir er eisini stuttligt, yvirhøvur at greina, men vit eru ikki altíð samd við læraranum ella innanhýsis í flokkinum, hvat alt [...] í. Tað besta hevði sjálvandi verið, at næmingarnir høvdu eina farteldu í part, men tað letur seg ikki gera. Við at skriva í dagbók fáa næmingarnir eisini venjing í at skriva við hond, sigur Birgir Kruse
valdi Kyndil at mansverja íslendingin, men tað vísti seg, at fleiri av hinum leikarunum hjá hoyvíkingum tordu eisini at taka ábyrgd og royna seg við skotum upp á mál. So fór Kyndil undir at mansverja Finn [...] verða nakar vandi fyri, at Kyndil fór at fáa H71 aftur. Til tað var Kyndla-álopið alt ov einstáttað, og høgra síða hjá teimum fór ongantíð at virka. Tað man var langt síðani, at teir tríggir Wardum-brøðurnir [...] neyvan at minnast dystin fyri vakurt og flótandi hondbóltsspæl. Tað verða heldur tær mongu útvísingarnar og ljóta spælið, sum fara at seta seg í minnið hjá fólki. Gekk javnt á Tað var við spenningi, at fólk
frelsu. Tað kendist bókstaviliga, at tað lættnaði. At syndabyrðan varð tikin av herðunum. At fótur varð settur á klettin, at vit glað og lættari í sinni fóru heimaftur at húsum. [...] guðgivið ljós. Sálomon sigur frá, at faðir hansara Dávid ætlaði at byggja navni Harrans eitt hús. ?Men Harrin segði við Dávid, faðir mín : Tað er rætt av tær at hugsa um at byggja navni mínum hús; - tó skalt [...] okkum í fólkakirkjuni er eingin ivi um, at kirkjan er halgidómur Guðs. Tað merkir sjálvsagt ikki, at Guð er avmarkaður og staðbundin. Tað merkir júst tað mótsatta, at Guð er hátt upphevjaður yvir jørð og
sigur, at KJ Hydraulikk hevur verið á fiskarímessum síðani 1995. Og hann heldur eisini, at hetta er eitt úrslit av tí. Tað, at vit hava verið við hvørja ferð, hevur víst áhugaðum keyparum, at vit meina [...] nakrar serligar møguleikar at halda fram við trolinum, tí teir flestu, nýggju størru trolararnir leggja um at fiska við tveimum trolum. Teir eldru hava ikki nóg stóran motor til at fiska við tveimum trolum [...] hevur seinastu árini gjørt seg til serfrøðing í at umbyggja skip til garnafiskiskap á djúpum vatni. Síðani teir í 1992 løgdu Anitu av Tvøroyri um til at fiska við gørnum á djúpum vatni, hava teir lagt
noyddur til at broyta nakað um liðið hjá sær. Bárður Brimvík, sum vanliga spælir á strikuni hjá H71, var leikbannaður, og hetta førdi við sær, at Olaf Vestergaard fekk fulla spælitíð á strikuni, og at Finnur [...] tað var týðuligt, at vestmenningar vóru rættuliga uppsettir til dystin. Hoyvíkingar hinvegin høvdu ilt við at fóta sær fyrstu løtuna, og serligani høvdu teir stórar trupulleikar við at opna verjuna hjá [...] hoyvíkingar ilt við at opna verjuna hjá vestmenningum, og tað vísti seg eisini, at flestu málini hjá H71 komu upp á skot úti frá ella brotskast. Í hinum endanum høvdu málverjarnir hjá H71 ilt við at fáa fatur á