Gunnar Nolsøe frá Tónleikagrunni Norðoya Sparikassa sigur í samband við umsóknina hjá Ragnari í Vík, at sambært viðtøkunum hjá grunninum, so kann hann ikki gera viðmerkingar til einstakar umsóknir.
- Miðað verður eftir, og tað er lagt inn í viðtøkurnar fyri grunnin, at ein mánað eftir, at umsóknarfreistin er farin, skulu allar umsóknirnar vera avgreiddar. Játtandi ella noktandi. Hetta er ikki krav, men eitt endamál, sigur Gunnar Nolsøe.
- Men vit hava eisini sagt alla tíðina, at hetta er nýtt fyri okkum og vit roknaðu við at nýta meira tíð fyrstuferð, enn vit annars koma at gera, sigur Gunnar Nolsøe.
- Tað hava vit eisini gjørt, so vit eru farin langt framvið tíðini, sum vit hava álagt okkum sjálvum til viðgerðina. Men tað roknaðu vit við, sum sagt. Men tað verður ikki vanlig mannagongd í framtíðini. Tað er fyrstuferð, staðfestir Gunnar Nolsøe.
- Vit fingu sera nógvar umsóknir. Serliga tær síðstu tvær vikurnar, áðrenn freistin var úti. Nógvar eru væl kvalifiseraðar og tí hevur verið drúgt at viðgera tær, sigur Gunnar Nolsøe.
Hann vil ikki siga, hvørt grunnurin hevur latið játtandi svar til innkomna umsókn.
- Vit úttala okkum ikki um, hvør fær noktandi svar, ella hvussu nógv tey eru. Tað er millum okkum og umsøkjaran. Men hinvegn hava vit tryggjað okkum, at har vit játta, har vilja vit loyva okkum at kunngera tað. Hetta er sjálvsagt eisini í PR høpi. Men har koma vit eisini at fylgja tí leisti, at vit gera ikki viðmerkingar, fyrr enn ávísa ætlanin er komin so mikið langt, at hon skal almannakunngerast, sigur Gunnar Nolsøe.
Gunnar Nolsøe sigur, at grunnurin ikki bert letur til umsøkjarar í Norðoyggjum, men at býtt verður um alt landið.
- Sjávsagt eru vit lokalur stovnur, og hyggja vanliga eftir við slíkum eygum, men ikki í Tónleikagrunninum. Har hyggja vit eftir øllum landinum og hvat nevndin trýr upp, sum góða ætlan, sigur Gunnar Nolsøe.
Hann sigur, at nevndin ætlar at halda seg til at lata munandi stuðul. Ætlandi fer grunnurin við í eina ella fáar ætlanir, har stuðulin er munadyggur.
- Útfrá hesum kann eg so siga, at nógvar av umsóknunum vóru sera væl kvalifiseraðar og vit hava eisini sagt nei til umsóknir, sum vit útfrá endamálinum hjá grunninum kundu sagt ja til, sigur Gunnar Nolsøe.
Hann leggur dent á, at langa viðgerðartíðin í fyrsta umfarinum var havd á lofti beinanvegin, men hetta verður ikki leisturin í framtíðini.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????