Yndislig føgur ? Oyndarfjarðar kirkja 160 ár

Sunnudagin var hátíðargudstænasta í Oyndarfjarða kirkju í sambandi við, at kirkjan fylti 160 ár.

Tað var 12. sunnudag eftir trinitatis í árinum 1838 - tann 2. september, at Oyndarfjarða kirkja varð vígd. Hetta varð hátíðarhildið sunnudagin 6. september, sum var 13. sunnudagur eftir trinitatis.

Klokkan 12 var gudstænasta, har Jógvan Fríðrikson prædikaði og klokkan 18 var hátíðargudstænasta, har Hans Jacob Joensen, bispur prædikaði.

Eftir gudstænastuna um kvøldið varð boðið til samkomu við einum nátturðabita í kjallaranum hjá Eivindi, og nýttu eini stórthundrað fólk høvð at støkka inn á gólvið. Niðanfyri prenta vit prædikuna hjá Jógvani Fríðrikson. Í blaðnum í morgin prenta vit prædikuna hjá Hans Jacob Joensen, bispi.

Halgidómurin, Guðs egna hús, - bústaðurin hjá hinum livandi Guði. Hetta prýðiliga húsið, íð er evnað úr deyðiligum lutum. Hetta húsið, bygt úr sama lívleysa tilfari eins og onnur hús í bygdini. Og tó, - hetta templið er bústaður hjá hinum livandi Guði.

Tað er ikki tilfari, ikki útsjóndin, íð ger húsið heilagt. Heilagur er halgidómurin, tí hann er vígdur í Guðs egna navni í bøn og forbøn. Soleiðis er guðshúsið meira enn øll onnur hús, - tað er á serstakan hátt sæti fyri Guðs nærveru. Í halgidóminum er Guð at finna. Í halgidómin hoyrir hann bøn biðin í anda og sannleika.

Fólkið í Oyndarfirði fekk í arv frá fedrunum eitt heilagt hús. Kirkjan er okkara halgidómur og sum guðshús eitt heilagt stað.

Vit hava eina serstaka virðing fyri kirkjuni. Vit fara hóvliga og siðiliga at. Her er ein dámur, ein heilag kvirra. Her er ein so vælsignaður friður. Bønin lættir veingir og stígur upp til hin livandi Guð. Her ljóðar lovsangurin til Harrans heiður og prís.

Fyri okkum í fólkakirkjuni er eingin ivi um, at kirkjan er halgidómur Guðs. Tað merkir sjálvsagt ikki, at Guð er avmarkaður og staðbundin. Tað merkir júst tað mótsatta, at Guð er hátt upphevjaður yvir jørð og allar lutir. Sum hin upphevjaði er Guð eisini at finna í øðrum kirkjum og samkomum, og vitjar við sínum heilaga anda og ger orðið um Jesus livandi.

Guð ynskti at gera trúnna og guðsbarnalívið meira ítøkiligt, og tess vegna kallaði hann hin mæta kongin Sálomon at byggja sær halgidóm. Soleiðis sæð er talan um Guðs bústað ítøkilig, sjálvt um vit kenna orðini úr Apostlasøguni : ?Men ikki býr hin hægsti í tí, sum gjørt er við manna hondum.? (Ap. 7,48)

Sum verandi á einum staði og samstundis allastaðni er lívsins Guð ikki avmarkaður ella staðbundin. Hann er omanfyri alt og tó mitt í øllum. Hann er á hesum staði og samstundis á øðrum støðum. Hann er altíð nærverandi, har hann verður ákallaður í anda og sannleika. Guð er ein livandi andi, og har andi Harrans er, har er frælsi.

So sonn hesi orðini eru, líkaso avgerðandi er at varnast bíbilska sannleikan um halgidómin. Nú kirkjan fyllir 160 ár er hóskandi at vísa á tað andaliga ríkidømið, íð gjørdist lutur okkara.

Í fyrru Kongabók kapitul 8 verður sagt frá, tá arkin varð flutt niðan í templið. Væl og gjølla frásagt um vígsluna av templinum, at halgidómurin verður reistur menniskjum til signingar. Aðalendamálið hjá templinum er at vera staðið, har menniskju koma saman í øllum lívsins viðurskiftum. Koma í gleði og sorg, í angist og ótta. Koma inn í Guðs hús og finna náði, finna hvíld og frið við føtur frelsarans.

Sálomon kongur var ein vísur maður, og fáur fekk bjartari guðgivið ljós. Sálomon sigur frá, at faðir hansara Dávid ætlaði at byggja navni Harrans eitt hús. ?Men Harrin segði við Dávid, faðir mín : Tað er rætt av tær at hugsa um at byggja navni mínum hús; - tó skalt ikki tú byggja húsið, men sonur tín, íð kemur av lendum tínum, hann skal byggja navni mínum hús.? (1. Kong.8,18f)

Og so biður kongurin eina inniliga og hjartarørandi bøn. Hann veit, at Guð er hátt upphevjaður og yvir øllum. Hann veit, at Guð býr í himlinum og ikki í húsum gjørd av mannahond. Hann visti og trúði, at ein halgidómur var menniskjum givin sum griðstaður. Eitt friðskjól, ein náðikelda, ein miðstøð fyri Guðs kraft til frelsu.

Alt hetta veit Sálomon og heldur fast við breiddina í hesum sannleika, at hin staðleysi Guð letur seg finna í einum húsi. Til tess at vísa á hendan eftir manna hugsan fjøltáttaða sannleikan, skulu vit lesa eitt brot úr bønini, kongurin bað, áðrenn templið varð vígt.

?Ja, Harri, Guð Ísraels, lat nú orðið vera fast og satt, sum tú talaði við tænara tín Dávid, faðir mín! ? Men man Guð veruliga búgva á jørðini? Sí himnarnir, ja himnanna himnar taka teg ikki; hvussu nógv minni tá hetta húsið, sum eg havi bygt! ? Snúgv tær nú, Harri, Guð mín, at eyðmjúku bøn og ákallan tænara tíns, og lýð á tað róp og ta bøn, sum tænari tín ber fram fyri ásjón tína; ? lat eygu tíni vera opin yvir hesum húsi nátt og dag, yvir tí staði, har tú hevur sagt, at navn títt skal búgva - so at tú hoyrir bønir tær, sum tænari tín biður horvandi móti hesum staði! ? Ja, tú hoyri ta bøn, íð tænari tín og fólk títt Ísrael biðja horvandi móti hesum staði; tú hoyri hana í himni, har tú býrt; tú hoyri og fyrigevi!? (1. Kong. 8,26-30)

So mangan hevur kristnin sannað, at halgidómurin er ein dýrabær gáva. At hugsa sær stórleikan í hesum, at koma inn í eitt hús, har Guðs navn býr. So mangan komu vit boygd til jarðar við bøn um fyrigeving syndanna, hjálp og frelsu. Tað kendist bókstaviliga, at tað lættnaði. At syndabyrðan varð tikin av herðunum. At fótur varð settur á klettin, at vit glað og lættari í sinni fóru heimaftur at húsum.

Aðrar tíðir kendist vitjanin borin av lovsangi. Tað var so nógv at takka fyri. Friður við Guð, ein so vælsigna vælvera í hjartanum. Sangur og gleði, umvending og endurføðing. Sálin frøddist og sang lovsang. Eisini ytri umstøður elvdu fram gleði og tøkk. Matur og klæði, hús og heim. Lív og heilsa.

Og so ikki at gloyma lívsins stóra undur, - tey smáu børnini. Løtur við skírnarfund, har gróðursetanin í Kristusi veitir endurføðing til livandi vónar. Fermingin við síni álvarsamu áminng og staðfesting. Hjúnavígsla og kærleiki í hjørtum á drongi og gentu. Og so loksins hin seinasta ferðin um evstu sýn, tá sagt verður farvæl og himmalsins sóljósi staður er ævinnar halgidómur og Kristus lampa í staðnum.

Kirkjan fylgir hinum einstaka frá føðing til deyða. Hjálpir ávegis gjøgnum lívi. Uppreisn Jesu Krist er uppreisn teirra mongu. Tá hin seinasta løtan er komin syngja vit sangin um uppreisn likamsins og ævigt lív. Kirkjan og jørðin fylgjast ávegis fram ímóti tí endamáli, at vit mega náa málið fyri trúgv vára, frelsu sálanna í himmiríki.

Áðrenn vit tosa um himmiríkið verður staðfest, at kirkjan er eitt ósigandi ríkidømi fyri eina bygd. Kirkjan er sum guðshús ikki savningarstaður teirra fullkomnu, men staðið, har bygdarfólkið leitar á fund við lívsins Guð í bøn um syndanna fyrigeving. Kirkjan er ein griðstaður, har hin einstaki er væl komin at rinda sína møði og hoyra gleðiboðskapin um Jesus. Sonur Guðs doyði fyri heimsins syndir, og hin einstaki eigur í frelsara heimsins ein góðan vin og bróður.

Jørðin er góð, og kirkjan má taka kor fólksins í álvara. Og tó, so er jarðarlívið eina stokkuta stund, og so flyta vit inn í ævinnar ríki. Á sama hátt sum jørðin má takast í álvara, hevur kirkjan sum fremstu uppgávu at bera gleðiboðini um Jesus Kristus. Og har Jesu navn ljóðar, har er lívið altíð meira enn jørðin. Hitt himmalska æviga ríkið, har eingin sorg ella deyði fær innivist. Har gleðin er fullkomin, har vit møta teimum aftur, íð undan eru gingin inn til hvíldina við Jesu føtur.

Tað er eisini himmiríkið, íð er til umrøðu. Móðir Sebudeus brøðurnar biður so bønliga, at synir hennara mega koma at sita væl í Guðs ríki, annar við høgru og hin við Jesu vinstru lið.

Eftir vanligum meti er mamman ikki smálig í síni bøn. Vit hava lyndi at ilskast, og lærusveinarnir ilskaðust inn á hesar báðar brøðurnar, at mamma teirra skuldi ganga við so høgari hugsan.

Eisini á hesum sinni er Jesus ein undurfullur frelsari. Vert er at geva gætur, at Jesus ístaðin fyri at ilskast hóvliga kunnar mammuna um himmiríkið. So vælsignað er himmiríkið, at har er hin minsti størstur, og hin fremsti ber ikki kongatign men starvast sum trælur.

Á hesum sinni vilja vit royna at skilja mammuna út frá hennara egna sjónarhorni. Hon er góð við synir sínar, hon er gripin av Jesusi. Ævinleikin og æviga vælveran hjá synunum liggur henni á hjarta. Og í hesum ivri ger hon eitt mistak.

Eingin er fullkomin, og øll koma vit at gera mistøk. Men Jesus er sum frelsari góður við hin einstaka uttan mun til, hvat mistakið er. Um tað fevnir um syndugt levnað í atburði, um tað er eitt heldur hástórt sinnalag, íð biður bønir við ivasamum innihaldi. Jesus er ein frelsari, og sum frelsari í serklassa.

Rík er útsøgnin í epistlinum. ?Tað orðið er satt og til fullnar tess vert, at tikið verður við tí, at Krist Jesus kom í heimin at frelsa syndarar.? Hendan útsøgnin sigur tað sigast skal, at vit tilbiðja ein frelsara, íð hevur várkunn við veikleikum okkara.

Mamman at Sebudeus brøðrunum var eldhugað. Møguliga kunnu vit siga, at hon var brennandi í andanum. Hon vildi nakað við synum sínum, og hon var als ikki líkasæl.

Í hesum er mamman eitt fyridømi. Líkasælan er størsta hóttanin móti andaligari vælveru. Hin einstaka syndin er tað, hon er. Hitt einstaka misbrotið er eitt misbrot. Men, líkasælan er kvalandi, hendan lunkna tilveran, hvørki at vera heitur ella kaldur. Líkasælan er størsta hóttanin mótvegis livandi trúgv og glaðum guðsbarnalívi.

Vit, sum í dag hátíðarhalda føðingardagin hjá kirkjuni, heysta fruktirnar av trúfesti teirra gomlu. Tað er eingin sjálvfylgja, at vit liva og rørast í heilaga andans fleyri. Tað er bønarsvar teirra gomlu, íð er grundarlagið undir andaligari vælveru. Trúfesti fedra vára ber signing við sær í túsundalið.

Føðingardagar líta vit aftur um bak og hyggja fram í tíðina. Farnar dagar kenna vit, teir eru veruleiki og søgu. Vit koma at gera mistøk eins og undanfarin aftarlið. Vónandi liva og vaksa vit ein sunnan góðan trúðarvøkstur, har Jesus fær innivist sum Harri og Meistari, sum frelsari og einasta æviga vón.

Framtíðin er ókend, men eitt svistast ikki. Jesus er hin sami, í dag, sum í gjár og til ævigar tíðir. Tað er ein vøkur synd, at ynskja børnum sínum hitt allar besta. Tað er ein menniskjanslig synd, at hugsa fyrst um síni egnu.

Sum kirkjulið mega vit vera eldhugaði fyri barnanna ævigu sælu. Sum kristin eru vit ætlaði at vera góð hvør við annan. Guð gevi tað so, at vit sum kristin úr ymiskum kirkjum og samkomum virða hvør annan og saman prísa Harrans navni.

Ein smádrongur segði væl nøgdur : ?Mamma mín er tað besta eg eigi.? So satt, sum tað er sagt. Sæl er støðan, tá mamman letur barna oyru hoyra um frelsaran Jesus, og vísir teimum á heilag støð.

Í 160 ár hava møðurnar í Oyndarfirði sitið á kirkjubrík við góðum ynski og vakrari bøn fyri børnum sínum. Tær sita við sama lag, og evsti dagur kemur at opinbera, at hetta ikki var til fánýtis. Amen.


13. s. e. trinitatis : 2. tr. : Matt 20,20-28.

6. september 1998