árið; í mars 2022 vóru tey 3,9 mia. kr. tilsamans og í mars 2023 vóru tey 3,8 mia. kr. Meginparturin av útlánunum hjá donsku realkredittstovnunum er til sethúsafígging til føroysk húsarhald. Danskir pen [...] urin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovunum tilsamans var 2,6% í mars 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Mynd 1 Útlánsvøksturin øktur hjá føroysku
Fólk sum standa á bíðilista til grundstykkir á Argjum kunnu í næstum vænta at fáa eitt skriv frá Tórshavnar kommunu, har tey verða bjóðað eitt av teimum 48 grundstykkjunum, ið kommunan hevur gjørt undir [...] Kongavarða. Á heimasíðuni hjá kommuni verður nevniliga upplýst, at kommunan í næstum fer undir útlutanina av grundstykkjunum, har umsøkjarar verða spurd, um tey ynskja at vera við nú stykkini verða tillutað.
eg fór tí av egnum áhuga. Men í Ísrael varð eg umvend, tí at eg sá, at tað sum Bíblian skrivar um Ísrael, hendir í veruleikanum. Tá visti eg, at eg vildi fegin aftur til Ísrael, sigur Line, sum skilir føroyskt [...] kontórunum yvir fólk, sum tørva okkara hjálp. Okkara hjálp er ikki ein almenn veiting, men sjálvboðið vælgerandi arbeiði, sigur Oddmar. - Av og á fáa vit takkarbrøv frá fólki, sum hava móttikið okkara hjálp [...] fjølmiðlarnir í vesturheiminum bera mangan eina einsíðuga mynd av Ísrael, sum ikki samsvarar við veruleikan. - Ísrael er nógv meira enn tað, sum kemur fram í fjølmiðlunum. Konfliktin millum Ísrael og Palestina
lítil føði er við landið. Fuglurin heldur sær har, sum føðin er. Lítið hevur annars verið at fingið av lunda seinastu árini, og summi ár hava menn, sum veiða fugl, staðfest, at pisur ikki eru undankomnar [...] havhesturin er í minking. Á hvørjum ári gera menn, sum fáast nógv við fugl, góðar dagar, men tað eru eisini nógvir dagar, sum ikki roynast líka so væl, sum tá ið fuglurin var mestur. Havhesturin hevur verið [...] Undir vanligum umstøðum kunnu menn, sum fara at stima eftir nátungum leygardagin komandi, fáa nakrar fuglar, um veðrið verður til vildar. Fyrr í vikuni var væl av vindi, og soleiðis var eisini mikunáttina
nógvum førum er talan um bólkar ella feløg av ymiskum slagi, sum leiga øll kømrini undir einum. Hetta er alt frá bindiklubbum til ítróttarfeløg ella arbeiðspláss, sum bjóða sínum starvsfólki út at ferðast. [...] bæði til fólk, sum skulu til arbeiðis - ella fólk, sum hava hug at fara á flot ella ein gongutúr og annars hava hug at hava ein matpakka við sær. - Bakkin Steakhouse ger eisini mat, sum fólk kunnu taka [...] Vági, sum eisini rekur Bakkin Steakhouse. Á hotellinum er góður og nútímans køkur, og Bakkin Steakhouse letur vanliga upp klokkan 18. Vanliga er køkurin opin til klokkan 21, men hetta avhongur av, hvør
vann harafturímóti sín dyst 1-0, og var hetta móti fraklendingunum Racing Lens, sum er veikasta liðið av teimum fýra, sum eftir eru í kappingini. Dennis Bergkamp legði Arsenal á odda tíðliga í dystinum [...] til 2-0. Leeds hevði fleiri møguleikar at fáa eitt kærkomið útimál, serliga var tað Michael Bridges sum misnýtti stórar møguleikar, og sostatt endaði dysturin 2-0 til Galatasaray. Um tvær vikur møtast liðini [...] og eftir hetta kom einki mál. Sostatt eru Arsenal og Galatasaray favorittar til at koma í finaluna, sum verður í Parkini í Keypmannahavn 17. mai, men skulu vit hava eina reina enska finalu, má Leeds gera
er harður, men batnar, sum næsta vika gongur. - Veðrið verður umskiftandi í næstu viku, so útlitini til útróður eru ikki tey bestu. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. [...] Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu, og skipið kemur inn at landa fyrst í næstu viku. - Væntandi fer okkurt ísfiskalínuskip út aftrat, tá streymurin batnar
Fiskaprísir Samstundis sum fiskaprísirnir í Føroyum liggja á einum støði, teir ongantíð hava verið á fyrr, hevur ES gjørt av einaferð enn at lækka toskakvotuna í Norðsjónum. Hetta fer ivaleyst at stabilisera [...] in fer við so at siga øllum toskinum, sum kemur upp á land. Tað tykist mestsum ómøguligt, sigur Kaj Leo Johannesen, at fáa tosk at skera til flak. Eitt annað, sum hjálpir væl upp á prísirnar, sigur Kaj [...] Kaj Leo Johannesen, er at allar tær avtalurnar, sum fyrr vóru millum ymsar partar í fiskivinnuni, nú eru burtur. Í eitt nú Íslandi síggjast enn summar av hesum avtalum, hann sipar til. Tað vil siga, at skip
Íslandi við 150.000 pundum av toski, hýsu, brosmu og longu. Fiskurin varð lagdur uppá Toftum, og uppboðssølan seldi lastina fyri ein miðalprís sum var 9,60 fyri kilo. Oskar Joensen, sum starvast á Fiskamarknaðinum [...] báðumegin 10 kr. fyri kilo í seinastuni. - Ein fittur partur av veiðini hjá Morgunstjørnuni var brosma, og hon hevur ikki so góðan prís. Hevði meira verið av toski, hevði miðalprísurin eisini verið nakað hægri [...] ðinum, tí streymurin hevur verið harður og línuskipini, sum royna undir Føroyum, eru nýliga farin útaftur. Haraftrat kemur, at trolbátarnir, sum hava roynt á landleiðini, nú eru givnir, tí loyvið gekk
at teir línubátar, sum í løtuni eru undir Íslandi, fara at gera eina roynd at fara av landinum við veiðini. Hann vísir á, at tað ivaleyst eru línubátar, sum vilja goyma toskin, sum teir kunnu fiska undir [...] línuskipið Klakk, sum brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík eiga. Teir plaga at skiftast um brúnna, men hendan túrin eru báðir við, og samlaða manningartalið er 14. Klakkur, sum seinastu árini [...] pund um samdøgnið, og tað er sera smáligt hesa tíðina av árinum. Streymurin er ikki góður, men hann er brúkiligur. Veiðan er at kalla bara hýsa, sum lítið og einki fæst fyri. Nú vártíð er, og hetta skuldi