Útlitini til útróður eru ikki tey bestu

Streymurin verður harður, og veðrið verður umskiftandi. Men streymurin batnar, sum næsta vika gongur.

 

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu, og skipið kemur inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Væntandi fer okkurt ísfiskalínuskip út aftrat, tá streymurin batnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Meðan flestu ísfiskalínuskip liggja, eru flestu frystilínuskip til fiskiskap.

 

Tykist kanska eitt sindur løgið, nú streymurin er harður, at frystilínuskip eru til fiskiskap, men bara eitt ísfiskalínuskip.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin er harður, men batnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður umskiftandi í næstu viku, so útlitini til útróður eru ikki tey bestu. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.