Oddmar Steinhólm arbeiðir í Ísrael fyri luthersk-evangeliska felagsskapin Ordet & Israel. Oddmar er giftur við Line, sum er úr Danmark. Tey eiga børnini Tikvu og Jónathan. Oddmar er ungdómsskrivari fyri Ordet & Israel. Hansara uppgáva er at samskipa ymiskt arbeiði, sum tey gera. Familjan er nú heima í Føroyum í summarfrí. Oddmar hevur havt møtir ymsastaðni og greitt frá arbeiðnum, men annars hava tey vitja familju. Oddmar og konan fóru til Ísrael at arbeiða í januar 2006. Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at tey hava verið í Ísrael. Tey høvdu bæði eitt serligt samband til Ísrael, áðrenn tey hittust. - Eg havi arbeitt í Ísrael fyrr. Tað var mitt í hálvfemsunum. Tá fekk er veruliga hjarta fara Ísrael, sigur Oddmar. - Eg var fyrstu ferð í Ísrael í 1999. Tað var eg ikki kristin, og eg fór tí av egnum áhuga. Men í Ísrael varð eg umvend, tí at eg sá, at tað sum Bíblian skrivar um Ísrael, hendir í veruleikanum. Tá visti eg, at eg vildi fegin aftur til Ísrael, sigur Line, sum skilir føroyskt men tosar danskt. Hittust í Danmark Oddmar hevur lisið til pedagog í Danmark. Line hevur lisið hebraiskt á universitetinum í Keypmannahavn. Hon gjørdist ikki liðug, áðrenn hon fór til Ísrael, men hon fer møguliga at gera útbúgvingina lidna seinni. Tað var eisini í Danmark, at Oddmar og Line hittust. - Vit tosaðu beinan vegin um Ísrael, tí at vit høvdu bæði verið har. Vit kendu eisini, at vit høvdu sama kall at fara til Ísrael, sigur Line. Stór familja Oddmar er av einari stórari familju. Tey eru 11 systkin, og børnini hava tí nógv systkinabørn í Føroyum. - Tað er stuttligt hjá Tikvu at heilsa uppá systkinabørnini, tí at hon hevur eingin á mínari síðu. Hon nýtir tað veruliga. Familjan fær eisini møguleika at síggja lítla Jónathan, sigur Line. Tey leingjast ikki illa heim, og tí er tað eisini gjørligt hjá teimum at búgva so langt burturi frá øllum heima. - Vit trívast væl í Ísrael. Tikva tosar flótandi danskt og hebraiskt. Eg royni at halda tað føroyska viðlíka, og hon verður eisini avbjóðað í fronskum og enskum. Hon trívist væl, og vit trívast eisini væl. - Eg havi ongantíð havt heimlongsul. Útilongsulin hevur í øllum førum altíð verið størri enn heimlongsulin, sigur Oddmar. Hjálpa veikum Arbeiðið, sum Oddmar og Line standa í, inniber at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum. Tey fara út til fólk og gera teirra íbúðir í stand. Line arbeiðir í einum suppukøki, har ið fólk fáa máltíðir. Fólk eru glað um arbeiðið, sum Ordet & Israel ger. - Vit vilja vísa Ísraelsfólki á Guds frelsuætlan við teimum. Hetta gera vit við at hjálpa teimum og vitna, tá ið vit fáa møguleikan. - Vit hava júst gjørt íbúð nummar 100 í stand. Vit fáa ein lista frá sosialu kontórunum yvir fólk, sum tørva okkara hjálp. Okkara hjálp er ikki ein almenn veiting, men sjálvboðið vælgerandi arbeiði, sigur Oddmar. - Av og á fáa vit takkarbrøv frá fólki, sum hava móttikið okkara hjálp, sigur Line. Tey halda, at fjølmiðlarnir í vesturheiminum bera mangan eina einsíðuga mynd av Ísrael, sum ikki samsvarar við veruleikan. - Ísrael er nógv meira enn tað, sum kemur fram í fjølmiðlunum. Konfliktin millum Ísrael og Palestina fær stóran ans í fjølmiðlunum, men hon fyllir ikki so nógv í gerandisdegnum hjá okkum. Tað merkist tó at trygdin er sera høg, og tað eru vaktir í mest sum hvørjum bussi. - Fólk hoyra einki um tær positivu søgurnar. Tað verður gjørt eitt stórt arbeiði at forsóna fólkabólkarnar. Millum annað hava tey fyri stuttum havt eina ítróttarstevnu, sum hevði til endamál at samnsjóða fólkabólkarnar. Tað verður mett at vera ein sólskinssøga í Ísrael, sigur Oddmar. Eitt ár í senn Oddmar og Line hava sáttmála við Ordet & Israel inntil januar 2008. Tey hava møguleika at forleingja hann eitt ár í senn. - Vit vita ikki, hvussu leingi vit skulu vera í Ísrael. Vit trívast ordiliga væl her, men júst nú búgva vit í einum kollektivi, so tað er ikki haldbært fyri okkum í longdini. Men um vit kunnu finna onkran annan bústað í Ísrael, so kunnu vit steðga her leingi, sigur Line. - Tikva er vorðin 3 ár, og hon skal í skúla einaferð. Tað hugsa vit eisini nógv um. So mugu vit taka støðu til, um hon skal ganga í skúla her, ella um vit skulu fara heim til Danmarkar tá, sigur Oddmar. - Vit hugsa realistiskt, og um okkara ynskir og ynskini hjá Ordet & Israel ikki passa saman, so fara vit víðari. Vit taka eitt ár í senn, sigur Oddmar. ---- Ítróttur ein inngangsvinkul Oddmar og Line fylgja rímiliga væl við í, hvat hendir heima í Føroyum og Danmark. Tey hava internet og verða javnan dagførd við tíðindum. - Eg hyggi serliga at ítróttinum. Tað hevur mín áhuga, sigur Oddmar við einum smíli. - Tað er serliga fótbóltur og motorsportur, sum hevur mín áhuga. Eg fylgi serliga væl við í Formul 1. Eg haldi ikki við nøkrum ávísum koyrara, men mær dámar væl, at teir ungu klára seg væl, sigur Oddmar. - Ítrótturin er eisini ein góður inngangsvinkul til Ísraelar. Flest øll fylgja væl við í fótbólti, og tað er eitt gott evnið at byrja eina samrøðu við. Tí royni eg at fylgja við toppliðnum í Onglandi og Spania, sigur Oddmar. --------- Flýggjar undan veruleikanum Line brúkar sína frítíð til ymiskt. - Mær dámar væl at gera mat. Vit tosa eisini ofta um mat og býta uppskriftir millum okkum. - Annars spæli eg klaver, og mær dámar eisini væl at lesa. Mær dámar væl at flyggja undan veruleikanum og inn í eina bók av og á, sigur Line, sum væl klárar at tosa hebraiskt. - Tað kann vera trongt í kollektivinum, sum vit búgva á, og tá er gott at seta seg við einari bók og gloyma umheimin, sigur Line. ----- Átrúnaður og politikkur flættað saman Í Ísrael er tætt samband millum religiøsu og politisku leiðararnar. Har eru eisini jødiskir politiskir flokkar. - Ein flokkur, sum kallast Shas, hevur ein politiskan og andaligan leiðara. Teir hava religiøs viðurskifti á dagskránni, sigur Line. - Hesir flokkarnir hava stóra ávirkan á Ísraelskan politikk. Fleiri av teimum ungu jødunum er sera sekulariseraðir og kunnu einans kallast fyri mentanarjødar. Tí er tað týdningarmikið fyri politikarnar at varðveita eina religiøsa kjarnu, sum myndar tann jødiska samleikan hjá Ísrael. Hesir trúarbólkar fáa tí nógvan stuðul og nógvar pengar frá politiska valdinum, sigur Line.