lagt seg, hóast tað er farið um songartíð hennara. Bamsan hjá henni er horvin. Illverður er, regnið dýkir niður, og droparnir dynja móti rútinum. Úti er bølaniða, og inni á kvistinum er skýmligt. Har situr [...] vera, og sum ein rættur detektivur fer Barbara til verka. Hin útvaldi er heitið á barna- og ungdómsbók eftir Sólrun Michelsen við tekningum hjá Edwardi Fuglø. Bókin, ið er ævintýrkend søga, er um Kol. Í fyrstuni [...] Tóroddur Poulsen hevur týtt til føroyskt. Søgan er um smágentu, sum er fyri siðamisbroti. Ein nøtrandi lýsing av einum barni í svárari neyð. Søga og stev fimta bind er júst komið. Bøkurnar byggja allar á tær
at spurnartekin verða sett við, hvussu gagnligur føroyskur matur er. Men tað er ein sannroynd, at so langt frá allur føroyskur matur er heilsugóður. Vit ráða fólki frá at eta tað feita seyðakjøtið. Flest [...] upplýsingar um kanningina, hvat miðaltalið er fyri kolesterol, og annað. - Kanningarnar eru fyrst og fremst til vegleiðing um heilsustøðuna hjá tí einstaka. Umframt hava tær ein samfelagsligan týdning, tí [...] frá um kost og hvørji tilmæli ein eigur at fylgja fyri at fyribyrgja fita, hjartasjúku og sukursjúku. Hon fekk nógvar spurningar um mat, serliga tann føroyska matin. - Tað er væl skiljandi, at fólki ikki
uttan mun til, hvat varð gjørt, høvdu hesir flokkar helst sagt júst tað sama. Men hetta er tíbetur politiskt volapykk. Øll munnu vita, at tað er beint øvugt. Eitt tógvið politiskt stríð er vunnið um ikki [...] Tað er sjálvsagt heilt natúrligt, at hinir størru flokkarnir royna at gykla fólki fyri, at hetta er neoliberalistiskt, og at hetta fer at savna fiskivinnuna á fáar hendur. Hetta eru jú útleggingar, sum [...] øllum skal tryggjast í einum føroyskum vælferðarsamfelag. Studningur er ikki samhaldsfastur Tað minst samhaldsfasta vit kunnu gera, er at halda fram við vinnupolitikkinum frá 70?unum og 80?unum. Tað gav
Mariah. Her er poppur. Flottar fraseringar. Nógvir kendir sangskrivarar. Eisini góð løg. Eitt nú flotta Phil Collins lagið ?Against All Odds?. Mariah er tó øll sum hon er marinerað í plastikki. Her er ongin [...] at vera telduviðgjørd. Men soleiðis er. Okkar heimur er fríur. Plastikk er eisini gott. Spyr bara Disneyland. Eftir stendur tó, at sangfuglurin Mariah er vorðin ein ídnaðarstýrd pengamaskina, ið dugir [...] a-a-s-e-e-r-a-a hvør einasta orð í tað ó??end?aliga. Tað er hennara veruleiki. Í gomlum rockaraoyrum ein veikleiki. Og undir øllum umstøðum ein smagsak.
spyr. Hvat var hatta? ?Scenes From a Memory? er uppbygd sum ein samanhangandi søga. Byrjanin er eitt slag av terapi, har lurtarin verður tøldur inn í heimin hjá Dream Theater. Fyrsta lagið er ein akkustiskur [...] Amerikansku Dream Theater er ein bólkur, sum ikki enn hevur fingið tað heilt stóra gjøgnumbrotið. Hetta kemst fyrst og fremst av progressiva rockinum, bólkurin spælir og sum ikki hevur so góð kor nú á døgum. Var [...] nógvum skjótum riffum. Tað serliga við Dream Theater er tó teirra alskur fyri brotnum taktum. At telja upp í fýra er sum oftast meiningsleyst. Talan er um rættiliga polyrytmiskan tónleik. Og júst sum handverkarar
til leiting og framleiðslu. Hvat viðvíkur bólkinum Phillips er við í, so henda eisini har broytingar. ELF er um at verða lagt saman við Total Fina, og spurningurin er so, hvat hendir við bólkinum, sum ELF [...] einum ágóða? -Tað vit allir síggja fram til er ein ?win to win? støða, tvs. at báðir partar kunnu fáa nakað burturúr. Øll altjóða oljufeløg viðurkenna, at tað er Føroya fólk, sum eigur ressursirnar í und [...] pengar uttan at hava nakra sum helst trygd. Møguliga vil bert ein av 5 ella ein av 6 boringum geva úrslit og tá krevst nógvur peningur. So tað er greitt, at her má verða talan um eina støðu, har bæði Føroya
ikki fyri, at tað er ein góð kensla, at tað nú aftur gongur framá hjá liðnum, og ikki minst hjá sær sjálvum. At Kim Brink valdi at flyta hann aftur á miðvøllin var mest at kalla ein neyðloysn, men sum [...] m, so hetta er sum so ikki nøkur nýggj støða. Tað løgna við hesum er kortini, at størsti trupulleikin hjá FCK nú tykist at vera í álopinum. Einasti áleyparin, sum er í álopinum í løtuni er Clement Clifford [...] dent á, at tað er ein sera góð kensla at vera við til at byggja nakað nýtt upp, og hann heldur at tað eru stórir møguleikar í liðnum hjá FCK. Fleiri ungir leikarar eru í hópinum, og tað er púra greitt, at
húsini. Báturin »Pilar« er settur til framsýningar, hóast ein ikki sleppur umborð. Men opið er, og brúgv gjørd soleiðis, at væl ber til at kaga innar. Og við síðuna av svimjihylinum er ein heilur kirkjugarður [...] hóast húðin ikki er rukkut, sum væntandi kundi verið. Heilsan er góð, og minninum bilar einki, har hann situr í ljósareyðari skjúrtu og myrkabláum buksum við reim um miðuna. Hann er í bláum inniskóm og [...] Ernest Hemingway gjørdi heimsgitnan. Og tað er einki petti løgið, tí tað er júst tann sama, gamla útróðrarmannin, vit í dag vitja. Gregorio Fuentes eitur hann og er ikki minni enn 102 ára gamal. Teir mongu
til tiltakið er 95 kr., og hóast hetta er nakað dýrari enn vanligt, so kann av sonnum sigast, at áskoðararnir fáa nakað afturfyri. Eitt er, at talan verður um eina rimmar framsýning, sum er tann fyrsta [...] fyrsta av sínum slag í Føroyum. Annað er, at eingin av áskoðarunum fer tómhentur út aftur. Tiltakið er nevnliga skipað soleiðis, at øll fáa ein gávupakka við sær aftur, har ymisk klædnapløgg við virði upp á [...] Hotel Føroyar eisini nøkur góð tilboð, soleiðis at tað ber til at fáa sær ein góðan bita fyri sámuligan prís, áðrenn farið verður til showið. Meðan sitið verður frammanfryi pallin, er eisini møguleiki hjá
øllum landinum hava høvi til at sýna norðoyingum, hvat teir hava at bjóða. Tað er áhugafelagið hjá KÍ, sum skipar fyri sølustevnuni, sum við tíðini er vorðin til eitt afturvendandi tiltak. Seinastu árini [...] kifti av álvara er farið at nærkast. Mótasýningar hoyra vanliga til eina sølustevnu, og í so máta er henda sølustevnan einki undantak. Hvønn dag verða tvær sýningar, har tann fyrra er ætlað teimum yngru [...] savnað pening inn til nýtt áskoðaraskýli, men yvirhøvur er ætlanin, at allur ítrótturin í Klaksvík skal fáa ágoða av hesum felagið. Endamál felagsins er at gera áskoðaraskaran hjá ítróttarfelagnum sjónligari